fríggjadagur 8. mars 1991síða 8
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 47 — 8. mars 1991
Tíðindavirði og
menniskjansligar
avleiðingarnar
Tað var friggjakvøld og
ungfólk gjørdu seg til
reiðar at njóta vikuskiftið
saman við vinunum.
Nøkur ungfólk fóru
norður til Saksunar í
summarhúsið á Hellu-
bakka, sum hevur verið
karmur um manga hugna-
løtu hjá vinum og skyld-
fólkum í einari familju,
gjøgnum eini trý ættarlið.
Fleiri av hesum ung-
fólkum búgva ikki heima
hjá foreldrunum og nøkur
arbeiða í Havn og for-
eldrini búgva á bygd.
Vanliga fráboðanin til
foreldur og onnur avvar-
andi henda dagin hevur
ivaleyst verið, at: "vit fara
til Saksunar í summarhús í
vikuskiftinum."
Stórur var sum rímiligt
er skelkurin, tá SvF sama
friggjakvøld í tíðindunum
segði frá, at gassspreingin
hevði verið í summarhúsi
á Hellubakka, og at fleiri
fólk høvdu fingið skaða.
KOMU FRAM Í ØLLUM
GÓÐUM
- Tey avarandi høvdu
ikki meir enn lagt tele-
fonhornið á aftur, eftir at
hava tosað við hesi ungu,
sum skuldu hittast í Saks-
un. Onkur hevði ringt
heim fyri at boða frá, tey
vóru komin norður í øllum
góðum
Tað, at tíðindini í SVF
vóru borin so stutt eftir
hendingina i Saksun, gjør-
di, at foreldrini at teimum
ungu vóru á gosi.
Tey vistu bert at børn
teirra vóru farin til Saksu-
nar, og fleiri foreldur ána-
du ikki, hvar tey skuldu
venda sær, fyri at fáa meir
at vita um, hvert teirra
barn hevði fingið skaða,
hvussu stóð til og um talan
yvirhøvur var um hetta
sama summarhús.
Hvat var orsøkin til, at iey
avvarandi ikki frættu um
tilburðin, áðrenn SvF sen-
di tíðindini út um alt Før-
oya land?
Niclas Akraberg Poul-
sen, stødleidari á Politi-
garðinum: - Tað skal
sigast beinanvegin, at vit
ikki hava givið SVF hesi
tíðindi.
Tá fráboðanin kom úr
Saksun, vóru tað bygda-
fólkini, ið boðaðu frá. Ein
ungur maður var komin
niðan til teirra eftir hjálp.
Tey vistu ikki meir. Løg-
reglan sendi kortini ein
sjúkrabil norður í gllum
fórum.
Hevur løgreglan ongar
reglur at ganga eftir, eitt
nú um at geva avvarandi
boð, áðrenn tíðindini ver-
da givin víðari til fjølmidl-
arnar?
- Vit hava ongar skriv-
aðar reglur í slíkum fórum,
men vit hava eitt ávist
arbeiðslag. Er talan um
álvarsligar hendingar, hug-
sa vit í fyrstu atløgu um at
veita hjálp, og í gðrum føri
at fáa greiði á, hvgrji tey
avvarandi eru, sum skulu
hava boðini, áðrenn tíðind-
ini verða latin víðari til
fjølmidlarnar.
Vit tosa eisini vid Lands-
sjúkrahúsið um hetta, hvø-
rt tey ella vit skulu geva
bodini vidari til tey av-
varandi, alt eftir hvussu
ålvarsliga stødan er.
FLEIRI TIMAR AFTANÅ
f hesum føri, tå gass-
spreingingin var i Saksun,
fingu vit fyrst at vita, at
eingin var komin til skad-
is, og at bert ein persónur
var í húsunum.
Seinni vísti tað seg, at
fleiri fólk vóru inni, men
long tíð gekk, áðrenn vit
fingu greiði á, hvussu
nógv tey vóru, og hvørji
tey vóru. Tað vardi fleiri
tímar, áðrenn hetta var
greitt hjá løgregluni.
Hvussu bar tað so til, at
SvF kundi senda tíðindini
at kalla beint sum gasss-
preingin hevði verið?
- Tað skalt tú ikki spyrja
meg um, vit vistu ikki so
nógv sum SvF.
Tað tykist sum onkur
hevur lurtað beinleiðis eft-
ir samskiftislurtinum hjá
løgregluni. Hóast tað er
ólógligt at gera slíkt, so
kunnu vit ikki forða fyri tí.
Ein og hvgr kann einum
sindri av snildi, finna fram
til okkara rás í lurtinum.
Í løtuni kannar løgreglan
umstødurnar, hvussu tíð-
indini um gassspreinging-
ina í Saksun kom fram,
áðrenn tey avvarandi høv-
du fingið fráboðanina, og
hvar tíðindini stavaðu.
Eftir stendur, at spur-
ningurin ikki snýr seg um
hvar SVF hevur fingið hesi
tíðindi, men hvussu hesi
kundu vera so álítandi, at
stovnurin flutti tíðindini,
hóast løgreglan sigur seg
ikki hava havt somu
møguleikar at fáa til vega
upplýsingar um tilburðin.
SPURNINGUR UM
HVOR HEVUR ÁBYRG-
DINA
Niclas Akraberg Poulsen
sigur, at løgreglan ikki
beinleiðis kann forða fyri
at tíðindi leka út, sum ikki
eru liðugt vidgjørd hjá løg-
regluni, men at teir altíð
hava havt gott samstarv
við fjølmidlarnar, sum oft-
ast skilja, nær tíðindini eru
klár at flyta.
Tíðindaflutningur er ikki
menniskjansligur á tann
hátt, at tað verður hugsað
um hvar tíðindini møgu-
liguliga kunnu raka meint.
Her snýr tað seg um at fáa
tey ferskastu tíðindini út,
so skjótt sum tilber, og tá
verða menniskjansligu av-
leiðingarnar ikki tiknar
við.
Spurningurin er so, um
gassspreingin í Saksun
hevði slíkt alment virði, at
tíðindini ikki kundu bíða
til næstu tíðindasending í
SvF.
Dagny
- sunnudagin verður konsertin flutt
í Norðurlandahúsið
Leygardagin 9. mars kl
16, fáa leirvikingar høvi at
fara í Missiónshúsið at
hoyra Mozart tónleik, har
kendi tónleikarin Graham
Evans spælir klarinett,
Tommy Andersen spælir
floytu og Kanny Samb-
lebens kvartettin framfør-
ir
Á skránni i Missións-
húsinum henda dagin er
floytukvartett, strúkikvart-
ett og klarinetkvartetiin
eftir Mozart.
Mozartárið í Føroyum
byrjar við konsertini i
Leirvík
Graham Evans er ætt-
aður úr Birmingham og
hevur haldgóðar royndir
sum yrkislærdur tónleikari
gjøgnum stórt áramál í
Bretlandi, fleiri staðni í
Europa og í Australia.
Hann hevur fleiri ferðir
verið solistur í BBC, bæði
í útvarpi og sjónvarpi.
Eftir langt áramál sum
yrkistónleikari í Bretlandi,
varð tað honum í boði at
fara til Australia at fram-
føra, har hann eisini gjørd-
ist lektor á lærdum há-
skúla í Adelaide.
Konsetirnar við Graham
Evans, Thomas Andersson
og Kanny Sambleben
kvartettini verda i Leirvik
leygardagin kl. 16 og í
Norðurlandahúsinum sun-
nudagin kl. 16.
Dagny
Leygardagin kl. 16 verður
Motzart tónleikur at hoyra
í Missiónshúsinum í
Leirvík. Tað er
Norðurlandahúsið ið
skipar fyri. Sunnudagin
verður konsertin í Havn