fríggjadagur 8. mars 1991síða 7
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 47 — 8. mars 1991
bátin, ella biðja okkum
um at gera tað, sigur
Símun Wolles.
DANIR Í
FØROYUM
Eitt umbod fyri båta-
savnid i Roskilde, Bent
Erik Andersen er i løtuni i
Føroyum. Hann skal
hyggja eftir teimun báðum
nýggju bátunum og eisini
kanna hverja seglføring
teir skulu hava. Seglhúsið
í Klakksvík skal seyma
seglini. Bátarnir skulu ikki
bert standa á savninum,
men meiningin er, at
skúlar og onnur skulu
kunna leiga teir til róður
og sigling.
--Ætlanin er, at tann eini
báturin skal hava somu
seglføring, sum teir van-
ligu føroysku bátarnir
hava í dag. Og hin skal
hava segl við beinari rá,
eins og víkingaskipini og
sum teir gomlu bátarnir
fyrr høvdu í Føroyum,
sigur Símun Wolles.
Síða 7
+ AR. A
NES 777 34
GEKK BURTUR
Dia á vertshúsinum í
Havn var tann fyrsti sum
fór at seyma og selja segl
til føroyskar bátar. Tá
varð sniðið eisini broytt
og bátarnir fingu skrárá.
--Tann fyrsti báturin á
Eiði, sum fekk nýggju
seglini, var Nesbáturin.
Hetta var í mars í 1883.
Báturin var bert tveir
dagar á útróðri við nýggju
seglunum, so gekk hann
burtur og hetta hendi sama
mánað. Men sagt verður
frå, at seglini vóru ikki
orsøkin til, at báturin gekk
burtur, teir lótu sera væl at
nýggju seglunum, sigur
Sínun Wolles.
FLUTNINGS-
BATUR
So stórur bátur hevur
ikki verið nýttur til
útróðurm sigur Símun
Wolles. Hann hevur
heldur verið nýttur til
langferðir,
eitt nú í
handilsørindum til Havn-
ar.
-Eg havi hoyrt, at
porkeningar og sumbingar
nyttu 10 mannafar til
útróður, men her hjá
okkum hevur seksmanna-
farið verið tað vanligasta,
sigur hann.
Føroyingar nýttu eisini
stórar bátar fyrr, teir
sokallaðu teinæringarnar.
Sambært Dr. Jacob Jac-
obsen kundu hesir bátar
rógvast av 24 monnnum.
Og Sverri Dahl sigur í
Varðanum XXVII 150 s.
191 at í Mykinesi róðu 18
mans ein tílíkan.
--Báturin kann hava tvey
segl, eisini mesan, men
sum sagt, eg veit ikki
hvussu teir ætla at útgerða
hann, sigur Símun Wolles.
BÁTUR NR.125
--Seksæringurin er bátur
nummar 125, sum eg kann
leggja navn til. Eg havi
ikki arbeitt burturav sum
bátasmiðjur. Fyrr var eg
til skips um summarið og
seinastu 30 árini havi eg
róð út um summarið og
smíðja bátar um veturin,
sigur Símun Wolles.
Hevur tú nógvar bátar
at gera?
--Nei, í løtuni havi eg
ongan, eg havi smíðan ein
lítlan bát sum eg havi á
goymslu, men hann er ikki
seldur enn. Annars sleppa
vit ikki uttanum, at teir
nógvu glastrevjubátarnir
sum eru komnir til landið
hava minkað um eftir-
spurningin av føroyskum
båtum.
VERRI FYRI
--Fgroyski båturin er
eisini verri fyri, tå tað snýr
seg um minsta forvinning
enn glastrevjubåtarnir. Á
føroyska båtinum eru
strangari krøv fyri hvussu
hann skal verða útgjørdur.
Eg kann nevna báturin
skal hava segl og mastur,
árar og annað sum ikki
krevst við glastrevju-
båtunum, sum ofta eru
négv minni, men hava
dekk, sigur hann.
-Eg veit ikki hvussu
framtíðin verður hjá
føroyska bátinum. Annars
eri eg av tí áskoðan, at
føroyingurin sjálvur má
avgera hvørjum fari hann
flýtur á, sigur Símun
Wolles.
LÆRT Á EIÐI
Símum er ættaður av
Trøllanesi, men hann
lærdi til bátasmið hjá
Jóhannus í Miklagarði á
Eiði. Fyrr smíðaði hann
bátarnar í kjallaranum í
samkomuhúsinum hjá
brødrasamkomuni á Eiði,
Mispa, men nú er kjallarin
innrættaður til annað
endamál, so Símum er
fluttur á eitt neystaloft við
Ljósá.
Símum hevur í mong ár
havt trupuleikar við rygg-
inum, eitt brek hann fekk
á ungum árum, men hann
hevur innrættað lívið eftir
hesum breki.
Eitt nú hevur hann gjørt
eina lyft, sum hann
strekkir kjølin á bátinum,
tá hann fer undir ein
nýggjan. Síðan hevur
hann eitt heysiverk,
soleiðis, at báturin altíð er
í arbeiðshædd, neyðugt er
ikki at standa boygdur.
Eisini hevur hann inn-
rættað sín egna bát eftir
brekinum í rygginum.
—Eg tolið ikki so væl, at
báturin stoytir ov hart, tá
eg sigli í móti, tí havi eg
gjørt min egna bát svang-
ari í skutunum. Men hann
ber seg væl. Eg havið havt
uppí 1500 pund í honum
uttan nakrar trupuleikar,
sigur Símun Wolles.
I seksæringinum til
Danmarkar eru 234 lutir
og Símun hevur økt um
tilfarið í mun til báta-
støddina.
Kunngerð
hundaspjøldur
Við heimild í 8 1, stk. 2 og 8 12, stk. 3 í
logtingslóg nr. 82 frá 19. juni 1990 um
hundar hevur landsstýrið fyrisett:
8 1. Tann, sum hevur hund, skal ansa
eftir, at hundurin hevur helsi og spjaldur
frá tí, hann er 4 mánaðir gamal.
8 2. Spjaldrið skal vera gjørt burturúr
rustdyggum metali ella øðrum tilfari við
somu styrki og haldgóðsku. Spjaldrið
skal vera væl fest í helsið.
Stk. 2. Navn og bústaður ánarans skulu
vera tilskilað við lætt lesiligum bókstav-
um, sum skulu vera í minsta lagi 2 mm
høgir. Bókstavirnir skulu vera ímerktir,
ristir ella gjørdir á annan lika haldgóðan
hátt.
8 3. Brot á 88 1 og 2 verða sektað við
bót.
8 4. Henda kunngerð fær gildi dagin eft-
ir, at hon er kunngjørd.
Føroya Landsstyri, 6. juli 1990
Frá Tórshavnar Kommunala
Starvs- & Tænastumannafelag
Ársaðalfundurin
verður á
Hotel Hafnia
týskveldið, 19.3.91, kl. 19.
Skrá samb. grein 10 í lógini
og lógarbroyting.
Nevndin