Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-03-08, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. mars 1991síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 47 — 8. mars 1997 Orð: Jústinus Eidesgaard Myndir: Kalmar Lindenskov Báturin er 30 danskar føtur langur. Í Miðvági stendur ein av sama slag, sum Hans Christoffur Joensen hevur smíðað. Báðir verða latnir bátasavninum í Roskilde. Hetta eru stórstu róðrarbátar, sum eru smíðaðir í Føroyum í nýggjari tíð 300 tímar Símun Wolles stendur her við einum tiltakstolli í hondini. Hesin kann nýtast í báðum borður, skuldi ein tollur brotnað Símun Wolles av Eiði hevur saman við Poul Johannus og Andrias Poulsen gjórt ein seksæring til bátasavnið í Roskilde. Báturin er nú liðugur og tað tók 300 ar- beiðstímar at smíðja hann Í einum neysti í Ljósá stendur ein nýsmíðaður seksæringur. Báturin er snotiligur og tólv árar liggja í honum. Tað er langt ímillum, at ein so stórur føroyskur bátur verður smíðaður í Før- oyum. Men hetta er næsti, sum er bygdur innan seinasta árið. Hin stendur í Miðvági, og Hans Christoffur Joen- sen hevur smíðað. Og hví verða so tveir so stórir árabátar smíðaðir í Føroyum? Tað er ikki føroyingar sum skulu nýta teir, men bátasavnið í Roskilde, sum hevur latið teir smíðað. "STÓRSTI EG HAVI SMIÐAÐ" --Hetta er størsti árabátur eg nakrantíð havi smíðað, sigur Símun Wolles. Tað hevur verið nógv arbeiði av hesum bátinum. Tað er nakað tað sama arbeiði at smíðað ein tílíkan árabát, sum at gera ein installering av somu stødd, sigur Símun Woll- --Báturin er gjørdur eftir tekning av Gøtu Trénda, sum stendur å båtasavn- inum i Havn. Hesin er t6 meira yvirskorin enn Gøtu-tréndur. Tad vil siga, at hann er eitt sindur hægri á flotinum, sigur Símun Wolles. --Báturin er 30 danskar fótur langur, hann er hálvan annan fót longri enn Gøtu-tréndur. Vit hava bert gjørt bátin, við róðri, bekkum tollum, árum og nøglu. Soleidis ljóðaði tilboðið og båturin kostar, sum hann stendur, 57.000 krónur. Síðan rokni eg við, at danir sjálvir fara at innrætta