Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-03-09, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. mars 1991síða 4

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 ; Ikki freista! Hósdagin varð ein taska stolin úr einum bili, ið stóð á Argjum. Taskan sjálv var aftur- funnin, men penga- mappan við bankabók, koyrikorti og ødrum pappírum er horvin. Har vóru ikki meira enn sjey krónur í reiðum pengum í. Uni Vestureið, leiðag á kriminaldeildini hjá løgregluni, sigur, at tað hava verið fleiri slík mál í seinastuni. Nøkur ung- fólk hava verið til av- hoyringar herfyri fyri tað sama. Hann heitir á fólk um at læsa bilin, um taska liggur í. Fólk eiga heldur ikki at lata húsini standa tóm, um nakað er inni at taka. Tað er at freista, sjálvt um bilurin er læstur, at lata tasku við penga- mappu liggja í bilinum, heldur Uni Vestureið. Nýggj leigu- nevnd Býráðið í Havn valdi hóskveldið nýggja leigunevnd fyri tvey ár. Umboðið fyri húsaeig- ararnar er framvegis EilerViderg. Umboðið fyri leigararnar eru nú Ludvig Eidesgaard. Jógvan Andreassen, sorinskrivari, er fastur formaður í nevndini. Tiltakslimir hjá hús- eigaraumboðnum eru Janus Poulsen, Katrin Andersen og Jóannes Andreasen. Tiltakslimir fyri leigaraumboðið eru Hjørdis Heindriksdóttir, Julius Hammer og Karla Bartels. Lisbeth i hólk Sum forkvinna í sosialu nevnd Tórshavnar bý- ráðs hevur Lisbeth L. Petersen nógvar nevnd- arsessir. Hóskveldið fekk hon ein sess aftrat. Býráðið valdi hana í arbeiðsbólk- in í sambandi við at gera flutningsskipan fyri brekad í Føroyum. randi Nógv fremmandanfólk koma til Føroya og ætla at búgva í tjaldi. Nú skulu kampingpláss gerast kring landið Nógv at vinna - Sjálvsagt kunnu vit eisini fáa pengar úr ferða- mannavinnuni, ið er heimsins størsta vinna, sigur Tummas Arabo, landsstýrismaður Nú trupuleikarnir eru so stórir í fiskivinnuni, ræður um at finna aðrar vinnu- vegir. Ein upplagdur møguleiki er at fáa nakað burturúr ferðamannavinnuni. - Núernóg mikið við bara at vera gestablíð og geva fremmandafólkunum alt ókeypis, sigur Tummas Arabo, landsstýrismaður í ferðamannamálum. Hann er bjartskygdur av lyndi. - Sjálvsagt kunnu vit eisini fáa pengar úr ferða- mannavinnuni, ið er heim- sins størsta vinna, sigur hann. Umberingin fyri, at ferða- mannavinnan ikki gevur meira í Føroyum, plagar at vera rúsdrekkalógin. Tað er tó nógv annað, ið haltar. Men nú verður ymist gjørt. Ferðamannaráð er sett, og hetta ráð skal geva ferða- mannavinnuni setningin at arbeiða eftir. BETRI KUNNING Eitttað fyrsta, ið gerast skal, verður at gera meira við kunningina um Føroyar sum ferðamál. Bæði úteftir og fáa upplýsandi tænastu fyri ferðafólk, sum eru stødd í landinum. Upplýsandi úlfar skal sendast út. Landið skal ikki lata upp nakra ferðamannastovu. Men Ferdamannamidstødin skal saman við Strand- ferðsluni halda til í nýggju farstødini, ið nú skal byggjast á Eystaru bryggju í Havn. - Hetta verður ikki ein ferðamannastova, ið skal kappast við Kunningarstov- una í Havn. Kunningar- stovan virkar Oføra væl og gera eitt gott arbeiði, sigur Tummas Arabo: - Vit hava verið alt ov hampilig við okkara ókyepis blíð- skapi Tummas Arabo. Á farstød- ini skulu ferðafólk kunnu fáa allar upplýsingar, m.a. um at ferðast í Føroyum. Í Klaksvík skal eisini kunningartænasta vera, og henda verður sett á stovn í samstarvi við Strandferðsl- una og Klaksvíkar komm- unu. Tann tænastan verður við ferjuleguna á Stong- unum. Kunningartænastan = á flogvgllinum virkar longu væl, heldur Tummas Arabo. PRIVAT GISTING Eitt íslendskt felag hevur fingið til uppgávu at klassifisera privata gisting í Føroyum, eins og gjørt verður í ødrum londum. Eingin í Føroyum hevur royndir í at gera hetta. Ætlanin er samstundis at skráseta allaprivata gisting í Føroyum, so tað ikki verða ferðamannastovur, gisting- ar hús og onnur hvgr í sínum lagi, sum vísa fremm- andafólki á, hvar tey kunnu fáa innivist. Eitt samlað yvirlit skal gerast, og út frá tí kunnu fremmandanfólkini so velja, hvagar tey vilja fara. T.d. skulu tey kunna bóka seg inn, beinanvegin tá tey koma í land í Havn og fara inn á farstødina. Tá privata — gistingin verður klassifiserað, fáa væntandi fleiri hug til at leiga út og harvið møgu- leikar fyri at vinna sær nøkur oyru aftrat. TJALDPLÁSS Tað eru teir útlendingar, sum koma higar um summ- arið í tjaldi. Tað er einki at siga til, at tey seta sum er seta tjald sítt bara onkra- staðni, tí kampingpláss eru eingi kring landið. Nú skulu nøkur pláss gerast, og har skulu tey saniteru viður- skiftini eisini vera í lagi, L.v.s.toilett og møguleikar fyri at vaska sær. Landsstýrismaðurin í ferðamannamálum hevur eisini tosað við nýggja ferðamannaráðið um at fáa gjørt kort yvir gøtur, á sma hátt sum kort er gjørt fyri Mykines. Harvið slepst undan, at fremmandafólk ganga úti og órógva náttúruna. - Tað má íkki skiljast sum, at tað almenna fer brúka nógvar pengar upp á vinnuna. Vinnan sjálv verður privat. Almenna uppgávan verður at kunna um Føroyar uttanlands alment. Men tað skal ikki Felagid S & K hevdi aðalfund herfyri, eyka- aðalfundur var sunnu- dagin fyri at góðkenna roknskapin, og hós- dagin skipaði nýggja nevndin seg. Formaðurin nú eitur Bjarni Eggertsson. Skrivari er Finnbogi Lisberg, og hinir nevnd- arlimirnir eru Ragnhild Rasmussen, Ingerð Lamhauge og Anna Ma- lena Christiansen. Felagið hevur umleið 300 limir. Tað er lítil partur av skrivstovu- og krambafólkunum í Før- oyum, sjálvt um sigast skal, at Klaksvík og Tórshavnar býráð samtyku á fundi hóskvgldið at taka við tilbodnum frá P/F Byggitek um at byggja farstød = á Eystaru bryggju. Farstødin skal byggjast inni í gula pakkhúsinum á bryggj- uni. Nøkur = byggifeløg vórðu innbodin at bjóða gerast við at senda fólk av landinum. Tað almenna skal bara standa fyri almennu upplýsingunum, ið koma við í faldarar, sum tey privatu geva út sigur Tummas Arabo. Almennar uppgávur ann- ars verða at samskipa og svara upp á spurningar. Tað er torført framman- undan at siga, hvat ferða- mannavinnan kann geva. - Eg vænti, at nógvir pengar eru at vinna, ti øll mugu vera greið yvir, at nógvir óroyndir mgguleikar eru, sigur Tummas Arabo. Byggitek skal gera farstødina Suduroyggin håva sini egnuSæ&K. S & K hevur såttmåla vid Føroya Arbeids- gevarafelag og Føroya Keypmannafelag, og galdandi sáttmáli er uppsagdur til 1. mai. Á aðalfundunum varð til umrødu uppskotið um at lat handlarnar hava opið longri út á kvgldið. Tað dámar krambafólki líuð, m.a. tí at barna- garðar og vøggustovur ikki hava opið so seint, og tí hevði verið torført hjá krambafólkunum at sloppið til arbeiðis um kvøldid. upp á arbeiðið. Tann, sum hevði lægsta boð, fór frá sínum tilboði, og býráðið avgjørdi so at taka við næstlægsta tilboði. P/FByggitek sigur seg kunna gera arbeiðið fyri 4,695 mió. krónur. randi Sum er fáa handlar eitt sindur burturúr, flutingurin gevur nakað, gistingarhús og okkurt smávegis aftrat. Tað ber til at fáa fleiri fólk at koma higar, og tað krevur ikki tær stóru iløgurnar. KOSTAR AÐRASTAÐNI - Alt gott at siga um blíðskap. Men vit hava verið alt ov hampilig. Tá vit eru úti og ferðast, so síggja vit, at alt kostar. Tað góðtaka vit. Hví skuldu vit so ikki eisini gera tað sama? randi