leygardagur 9. mars 1991síða 3
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 48 — 9. mars 1991
Nú er fjarheitt
Í Hoyvíkshaga
Seinnapartin hósdagin skrúvaði Svend Aage
Ellefsen, landsstýrismaður í orkumálum, frá á
Sandvíkahjalla, so 60 hús í Hoyvík fáa fjarhita
Avlopshitin frá Kommun-
alu Orku- og Brennistødini
á Sandvíkahjalla fer nú
ikki longur til spillis.
Síðani fyrst í hesum ár-
inum hava royndir verið
gjørdar at lata húsum í
Hoyvíkshaga hita frá
brennistødini, men ikki
fyrrenn seinnapartin hós-
dagin varð alment skrúvað
frá.
Hetta hendi, tá Svend
Aage Ellefsen, landsstýris-
maður í orkumálum, á litl-
ari samkomu á hitaverk-
inum á Sandvíkahjalla
setti hitaskipanina i
gongd.
Soleiðis sær tann stóri
fjarhitaketilin út, sum
húsini í Hoyvíkshaga
fáa fjarhitan frá. Fjar-
hitin skal sambært
reglugerðunum fyri Lf.
Hitafelagið ikki kosta
meira enn hiti við van-
ligari oljufýring.
Mynd: Hilmar Jan
2500 hús, tá Sund er
komið uppí skipanina
Tá skipanin frá brenni-
stødini einaferð er fult út-
bygd, skal hon kunna geva
millum 5 og 600 húsum í
Hoyvíkshaga fjarhita.
Enn eru bert 60 hús við í
skipanini, sum higartil
hevur kostað 55 milliónir
krónur — allar fíggjaðar úr
landskassanum.
Men ætlanin er eisini í
framtíðini at knýta SEV-
verkið á Sundi uppí, so
eisini avlopshitini hagani
kann verða til nyttu.
Nær so verður, er enn
ikki avgjørt, men tá tað
einaferð er komið so langt,
kann samlaða skipanin
geva ikki færri enn 2500
húsum fjarhita.
Fjarur fjarhitatanki
Kortini er hesin tankin
eins fjarur og hitin, tí nú er
byggingin í Hoyvíkshaga
ikki so nógv, at skipanin
kann verða útbygd til fuln-
ar.
Og hóast íbindingar, ið
svara til eini 80 vanlig set-
hús, verða gjørdar aftrat í
ár, eru tølini á íbindingum
nógv minni enn roknað
varð við, tá farið varð
undir at leggja fjarhitaleið-
Síða 3
Svend Aage Ellefsen, landsstýrismaður, setti fjarhitaskipanina til. Mynd: Hilmar Jan
ingina.
Tær íbindingarnar, ið
møguliga koma aftrat í
hesum árinum, eru fyri tað
mesta ídnaðarbygningar
skúlar og tílíkt.
Leiðingarnar liðugt
lagdar í summar
Í løtuni fáa íbúðargkini í
Lítla Gili og Inni á Gøtu
hita frá skipanini, men nú
verður so farið undir at
leggja fjarhitaleiðingina til
økid Eystan Gil, og hagani
er so ætlanin, at eisini hús-
ini Millum gilja skulu fáa
hita, tá komið er so langt.
Allar leiðingarnar skulu
vera liðugt lagdar einaferð
í summar, um alt gongur
eftir ætlan.
hj.
Nýggja fjarhitaskipanin
Skal avloysa
oljufyringina
If. Hitafelagið vónar, at sethúsini i
Hoyvik, sum hava 20-25 åra gamlar
oljufyringar, velja fjarhita, heldur
enn at fáa sær nýggja oljufýring, tå
tey kortini skulu skifta ta gomlu út
At byggingin í Hoyvíks-
haga at kalla er steðgað
upp, kemur ikki væl við
hjá Lf. Hitafelagnum, ið
umsitur fjarhitaskipanina.
Tá byrjað varð við ar-
beiðinum at leggja skipan-
ina til rættis og leggja fjar-
hitaleiðingarnar út til aktu-
ellu gkini, varð roknað við
nógv meiri bygging av
m.a. sethúsum, enn tað er
nú.
Má ganga aðrar leiðir
Ti má felagið ganga aðr-
ar leiðir, skal skipanin fáa
nóg nógvar nýtarar, og
harvið eisini nóg stóra inn-
tóku.
Føroya Deild:
Amnesty International,
Skrivstovan í Vágsbotni er opin månadag, miku-
dag og friggjadag kl. 11-16. Tif. 15816
Ein møguleiki, sum i løt-
uni verður kannaður, eru
um nøkur av húsunum í
ovara partinum av Hoyvík,
sum kanska hava 20-25 ára
gamlar oljufýringar, kundu
hugsað sær at skift yvir til
fjarhitaskipanina, tá tey
kortini skulu skifta ta
gomlu oljufýringina út við
ein nýggja.
Verður gingið eftir
reglugerðunum, sum eru
galdandi fyri Lf. Hitafelag-
1d í sambandi við fjarhita-
skipanina, eigur fjarhitini
ikki at verða dýrari enn
hiti við vanligari oljufýr-
ing.
hj.