Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-03-09, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. mars 1991síða 14

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið Sosialurin = Nr. 48 — 9. mars 1981 Gassboðil skal tryggja Saddam Hussein valdið Enn er torfert at fáa ná- greiniligar og eftirfarandi upplýsingar um, hvat fer fram í fleiri irakiskum býum, har fólkið hevur staðið fyri uppreistri móti stýrinum hjá Saddam Hussein. Tey seinastu tíðindini vilja vera við, at serdeild- irnar hjá tí irakiska eina- ræðisharranum nú aftur hava fingið tamarhald á viðurskiftunum. Við stríðsvognum og tungum vápnum hava tær mest trúgvu og bestu herdeild- irnar hjá Saddam Hussein bart alla mótsteðu niður við harðari hond. Bern, kvinnur og menn verða skotin á getuni og líkini skulu liggja har sum ein ávaring um, hvat kann henda eðrum, um upp- reisturin heldur fram. Einastu keldurnar til hesi tíðindi eru irakar, sum eru flýddir úr Basra til Kuwait. Teir siga, at í býnum er framt satt blóð- bað og at deildirnar hjá Saddam Hussein nú aftur hava tikið valdið. Eins tíðindi eru úr eðrum býum í Suðurirak, har fólkið hevur gjert upp- reistur. Ein iraki, sum kom til Kuwait í gjár, greiddi vesturlendskum tíðindamonnum frá, at uppreistrarmenninir eru ov illa skipaðir og mangla vápn og heilivág. Teir hava ongan meguleika móti teimum vælvandu og alvápnaðu hermonnunum hjá Saddam Hussein. Ein iraki hevði við sær eini boð frá uppreistrar- monnunum í Basra. Á ein- um pappírslepa vórðu teir sameindu bidnir um at koma fólkinum til hjálpar, tí tað manglaði vápn og heilivág. Drap 5000 kurdar Fyri at tryggja sær tað fulla valdið í aftur landin- um, hevur Saddam Huss- ein koyrt innanríkisráð- harran frá og sett ein av sínum mest trúgvu og harðrendu monnum í sess- in. Tað er eiturgass-beðil- in Ali Hassan al-Magid, sum ikki minst kurdar kenna. Tað var hann, sum gassaði 5000 kurdar í bygdini Halabja fyri nekr- um árum síðani, og tað var eisini hann, sum varð settur til at stýra Kuwait, tá landið varð innlimað í Kuwait. Hesum trúgva og harð- renda systkinabarninum hevur Saddam Hussein brúk fyri júst nú. Gitingar eru longu frammi um, at hann fer ikki at drála við at brúka eiturgass enn einaferð og tað eisini móti kurdum. Júst kurdarnir siga seg hava tikið fleiri av býun- um í norðara parti av Irak og mótsteðan móti Sadd- am Hussein veksur í hes- um økinum. Spurningurin er bara, nær og hvussu Saddam Hussein og eitur- gass-beðil hansara fara í mótálop. Higartil hevur Saddam Hussein lagt seg eftir at berja niður shia- muslimsku mótsteðuna í Suðurirak og tá hetta er gjørt, kann hann brúka allar sínar kreftir móti kurdunum. Tað eru fáar viðmerk- ingar í umheiminum til tað, sum nú hendir í Irak. Amerikanarar eru rætti- liga tigandi, men hava víst á, at teir fara ikki at leggja seg út í innanhýsis viðurskifti í Irak. Men tað er greitt, at amerikanarar og teir sam- eindu eru í einum di- lemma. Tí ein orsekin til at teir góvust við krígnum og lótu Saddam Hussein varðveita nakrar av bestu herdeildum sínum, var júst tann, at USA og sam- eindu tess vónaðu, at onk- ur av herovastunum fór at brúka herdeildirnar móti Saddam Hussein sjálvum og seta hann frá. Nú vísir tað seg, at Saddam Huss- ein hevur verið ferur fyri at brúka hesar herdeildir til at knúsa alla mótsteðu og harvið eisini fáa teir mongu irakar, sum vóru í hansara parti, men vóru farnir at ivast í honum, nú hava fingið annað at hugsa um: nú snýr tað seg brádliga aftur um, sum so ofta fyrr: at ell mótsteða móti stýrinum skal berj- ast niður og Saddam Hussein varðveita valdið, kosta hvat tað kosta vil. Eygleiðarar eru rætti- liga ørkymladir av støduni i Irak og manglandi amerikonsku stødutakan- ini til hendingarnar. Summir teirra halda, at Iran hevur ein fingur við í spælinum og stuðlar shia- muslimunum í Irak móti Saddam Hussein og at USA veit av hesum, men hevur valt at lata sum einki. Aðrir eygleiðarar halda, at USA í veruleik- anum ynskir, at Saddam Hussein skal sita við vald- ið, men at hann ikki skal vera nekur hernaðarlig hóttan móti grannunum. Hvussu er og ikki — so er fólkið í Irak taparin í ellum hesum stríðnum, ósek bern eru tey sterstu ofrini í hesum næstan endaleysa blóðbaði. Mong ynskja Saddam Hussein har piparið grer, men við miðvíst at hava gjørt av við alla mótsteðu og andsteðu í landinum í meira enn 20 ár — hevur Saddam Hussein eisini beint fyri meguleikanum, at onkur annar kann taka valdið og megna at halda landinum saman. Tvinnir eru kostirnir — hvergin er mjúkur. Borgarakriggji Irak, men: Saddam Hussein við at vinna valdid aftur Tað fer at kosta so nógvan pening at byggja upp aft- ur alt tað, sum er oyðilagt bara í Kuwait og Irak, at ein Marshallætlan av tí slag, sum varð gjerd eftir seinna heimsbardaga, hevði munað alt ov lítið. Telini yvir skaðarnar vísa, at tað fer at kosta 250 milliardir dollarar at endurbyggja Kuwait og Irak eftir kríggið. íictta er næstan 3-4 ferð so nógv, sum varð brukt til alla Marshall-ætlani» = eft- ir 2. heimskriggj. Hon ljóðaði uppá tilsamans 70 mia. dollarar. Nú er so spurningurin, hver skal gjalda fyri hesa endurbygging av londun- um. Irak hevur i prinsipp- inum sagt seg vilja gjalda fyri tær oyðileggingar, sum landið hevur verið at- voldin til, serliga í Ku- wait. Men spurningurin er nær Írak í heila tikið verð- ur ført fyri at gjalda nakað sum helst, tí Irak liggur sum er í skeljasori. Kuwait, sum hevur verið eitt ríkt oljuland, fer at gjalda tað, ið landið er ført fyri, men so leingi all- ar landsins oljukeldur standa í ljósum loga og landið einki oyra forvinn- ur tann vegin, verður ringt hjá kuwaitarum at seta seg fyri allari endur- byggingini. Annars skal sigast, at Kuwait í dag vinnur nógvan pening av teimum iløgum, sum land- ið hevur gjert í útlandin- um. Men av hesum peng- um hevur landið eisini lov- að USA at fíggja ein part av útreiðslunum til krígg- ið. Men talan er um so stór- ar upphæddir, ið skulu til fyri at endurbyggja lond- ini, at her verða heimsins ríkastu lond at vera við. USA hevur í dag heimsins størstu uttanlandsskuld, so tad er ein spurningur, hvussu nógv amerikanar- ar kunnu leggja út. Saudi Arabia, sum hev- ur verið eitt av ríkastu londu, er so illa fyri av krígnum, at tað fyri fyrstu ferð í søgu tess er farið út á altjóða lánimarknaðin at læna pengar. Taka vit so Europa, so er týska lokomotivið so tyngt av uppgávum í Týsklandi og eystanfyri, at tað er ein spurningur, hvat Týskland kann lata til endurbyggingina. Týska sameiningin fer at kosta nógv meira enn mett og týskarar hava so eisini bundið seg til at lata russarum stórar peninga- upphæddir aftur fyri at teir flyta sínar hermenn úr Eysturtýsklandi. So er tað Japan. Har vísir tað seg, at japanarar hava innanhýsis trupul- leikar at dragast við og teir hava ikki víst tann stóra viljan ella áhugan fyri at vera við til at byggja upp aftur tað, sum er oyðilagt av krígnum. Tað var eisini sera torfert hjá USA at fáa Japan til at játta peningahjálp til kríggið, hóast Japan er tað landið, sum fær mestu oljuna júst úr Flógvanum. Ein týðandi banka- maður í Kuwait hevur lopið hvekk á vestur- heimin og serliga tey londini, sum lótu mong mannalív og pengar fyri at fría landið úr hondunum á Saddam Hussein. Hann sigur, at ovasti leiðarin í Ku- wait, emirurin Jaber Ahmed al-Sabah hevur ein »deyds-lista« við nevnunum á limunum í demokratisku andsteð- uni í landinum. — Vit hava haldgóð prógv, sum vísa, at fleiri í familjuni hjá emirinum eru í ferð við at tilrættaleggja morð- atsóknir í Kuwait. Vit hava eisini frætt, at tað í fleiri arabiskum lond- um eru stovnaðar ser- stakar kuwaitiskar hernaðareindir og av- tala er gjørd við leigu- drápsmenn. Endamálið er at tryggja emirinum og hansara familju fult vald í Kuwait, sigur stjórin í The Gulf Bank of Kuwait, Abdul Aziz Sultan í eini samreðu við eina amerikanska sjónvarpssteð. Bankin er næst- sterstur og stjórin sig- ur, at Sabah-familjan longu nú hevur sett 3000 mans at arbeiða við uppgávuni. Orsekin til at banka- stjórin steig fram í sjónvarpinum og segði hetta, var fyri at royna at forða fyri politiskum valdsgerðum í landi sínum. Ein framstandandi limur av andstøduni i Kuwait, Hamid Yoaan, varð í síðstu viku álvarsliga særdur av skotum. Ókendir menn vóru komnir inn í hús hansara og hevdu skot- ið eftir honum. Sendimaðurin hjá Kuwait í USA, Saud Nasir al-Sabah, hevur víst aftur tíðindunum og sigur, at hetta ein- ans er ein roynd at skapa ótrygg viður- skifti í landinum aftur. Emirurin av Kuwait, sum enn er staddur í Saudi Arabia av trygd- arorsekum, lýsti beint Keldur í altjóða banka- verðini siga, at tað or- sakað av krígnum og oyði- leggingunum og endur- byggingini fer at vera mangul uppá pengar á heimsmarknaðinum. Allur tann uppspardi peningur- in er brúktur. Tað er ikki nóg mikið av peningi til at Emirurin av Kuwait gjørt deyðslista yvir andstødufolk eftir frígerðina av Ku- wait landið i undan- takssteðu í tríggjar mánaðir. Eygleiðarar eru farn- ir at ivast í, hverjar ætlanir emirurin í veru- leikanum hevur, tá hann fer heimaftur. Teir halda tað vera løg- ið, at hann enn ikki er farin heimaftur, tí trygdin átti at verið í lagi nú. Tá bretski for- sætisráðharrin torir at vitja Kuwait, so átti emirurin tað eisini, verður sagt. Emirurin hevur ann- ars lovað, at tað skulu haldast demokratisk val i Kuwait innan eitt ár, men tað eru nógvir eygleiðarar, sum ivast í álvaranum í hesum. Nekur ár herfyri var demokrati í Kuwait, men tað tók emirurin av aftur og hevur hans- ara familja so gott sum verið einaráðandi í landinum nú í eina tíð. Baker skal á ferð síni í Miðeystri eisini vitja í Kuwait og Saudi Arab- ia, har hann m.a. fer at hitta emirin av Ku- wait. Eygleiðarar eru spentir at vita, hvat emirurin hevur at siga Baker um framtíðina hjá Kuwait og annars hvat Baker fer at seta fram av ynskjum aftur- fyri hjálpina. Annars er endur- byggingin av Kuwait longu byrjað. Og her eru tað serliga ameri- kanskar fyritøkur, sum hava fingið sáttmálar, men eisini bretskar og franskar hava fingið nógv arbeiði í Kuwait, nú tað skal byggjast upp aftur. Talan er ser- liga um arbeiði til byggiídnaðin, og her hava amerikanskar fyritøkur, sum hava bygt nógv í Kuwait, tær gomlu tekningar- nar klárar. Roknad verður vid at Kuwait fer at fåa biliga ar- beiðsmegi úr Asia til endurbyggingina av landinum, sum fer at kosta millum 100 og 150 mia. dollarar. nekta eftirspurningin og tí er væntandi at tað fer at kosta meira at læna peng- ar, tvs. at rentan fer upp. Hetta fer at hava við sær, at tey riku londini verða eitt sindur minni rík og tye fátæku verða ein stóran part fátækari.