Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-03-09, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. mars 1991síða 15

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 48 — 9. mars 1991 tíðindablaðið cgSialurin Norðmenn um EFTA-EF-samráðingarnar: Kunnu ikki góðtaka at tengja fiskirættindi upp í eina EOS-avtalu Um somu tíð sum feroy- ingar hava samráðst við EF um eina nýggja hand- ilsavtalu, hava eisini verið drúgvar samráðingar mill- um EF og EFTA um eina sokallaða EØS-avtalu. EØS stendur fyri »Europeiska økonomiska samarbeidsøkid« og er tad sjålv livædrin i ti ætlan um framtidar samarbeidi millum EFTA og EF, sum samráðst verður um. Meðan føroyingar fingu EF at góðtaka, at fiski- rættindi til EF-skip ikki kundu koma upp á tal í eini nýggjari handilsskip- an millum Feroyar og EF, so hevur hetta ikki eydn- ast EFTA-samrådingar- monnunum at fáa EF at góðtaka eitt líknandi krav — enn. Samráðingarnar um nýggja skipan millum EFTA og EF hevur nú varað í tvey ár og ætlanin hevur verið at undirskriva avtaluna í juni í ár, men tað er helst ikki í samráð- ingunum við feroyingar, it EF roynir at halda uppá sítt. Hetta er eisini galdandi móti EFTA. EF hevur sagt, at tað vil hava fiskirættindi, og her er tað serliga Spania, sum trýstir á, afturfyri at lata EFTA-londunum toll- frælsi fyri eitt nú góðsk- aðar fiskaverur. Men fyri at hetta eina málið ikki skuldi heilt steðga samráðingunum var valt at lata henda partin — fiskin — bíða, til tað mesta av hinum var samráðst liðugt. Nú er tað so komið har- til, at støda má og skal takast til fiskivinnupart- in. Og her sær tað út til at eitt nú norðmenn ikki ætla sær at víkja ein tumma. Teir fara undir ongum umsteðum at loyva sponskum fiskiskip- um at fiska í norskum sjógvi. Eisini Ísland, sum er limur í EFTA, hevur av- gjørt vilt aftur EF-kravin- um. Og har stendur tað. Norska blaðið Aftenpost- en skrivar, at norðmenn nú eru farnir undir >den rene offensiven< í Brux- elles fyri at sannfera tey sentralu EF-londini um sjónarmiðini hjá Noregi. Og sambært blaðnum eru tekin meguliga itl, at tað fæst ein EØS-avtala, har fiskur ikki er við. Norðmenn bíða nú eftir einum nýggjum útspæli frá EF og tað skuldi kom- ið í hesi vikuni, skrivar Aftenposten týsdagin. Eitt mál, sum ger allar samráðingarnar truplari enn roknað við, er kravið frá EF um, at tey ríku EFTA-londini — afturfyri fyrimunirnar í eini EØS- avtalu við EF — skulu stovna ein grunn, sum skal brúkast til at menna tey fåtækaru økini í EF, serliga Portugal, Spania og Grikkaland. Enn hava EFTA-londini ikki úttalað seg um um- redda grunn. Men eftir tí sum Aftenposten hevur skilt, so eru norðmenn fyri at lata pengar til ein grunn og á tann hátt »keypa« fiskin, soleiðis at EF kann sleppa sinum kravi um fisk fyri toll. Norski fiskivinnumåla- ráðharrin sigur við blaðið, at tað nú verður arbeitt við at fáa eina avtalu, har eisini fiskurin er við. Men tað er greitt, at norski fiskimálaráðharrin kennir seg ikki tryggan við støduna. Á einum fundi i Tromsø í fjør segði hon m.a.: >En må se i øjn- ene at interessekonflikten mellom EF og EFTA når det gjelder bytte af markedsadgang mot res- sursadgang gjør det til en viss grad usikkert om det lar seg gjøre å nå frem til en EØS-avtale også på fiskerisektoren«. Norðmenn gera alt teir kunnu fyri at sannfera EF um, at tað er ikki fiskur nokk til tann risastóra spanska fiskiflotan, og at tað verður ein vanlukka fyri strandanoreg, um stjórnin loyvir fremmand- um skipum inn á norsku grunnarnar. Í hesum sam- bandi hevur Gro Harlem Brundtland, forsætisráð- harri, boðið »uttanrikis- rådharranum« í EF, Frans Andriessen, til at vitja fiskivinnuøkini i Norður- noregi (og var tað ikki eitt hugskot at boðið týðandi EF-monnum til Feroya, so teir sóu, hvussu stóran tydning tað hevur at før- oyingar eisini kunnu fram- leiða góðskaðar fiskavør- ur! blm.). Tað stendur greitt, at norðmenn vilja hava fisk in við í eina EOS-avtalu tó uttan at geva EF fiski rættindi. Aftenposten skrivar enda, at tað er nógv, sum bendir á, at Noreg og hini EFTA-londini eru vorðin kastibløka hjá ymiskum áhugamálum innanhýsis í EF. Marshall-ætlan munar lítið í Kuwait og Irak Í Irak halda mótmælis- gongurnar og getubardag- arnir fram móti Saddam Hussein. Í uml. 11 býum í Suðurirak eru saman- brestir millum stjórnar- trúgvar herdeildir og so fólk, sum vilja sleppa av við Saddam Hussein og stýri hansara. Her er ser- liga talan um shiamuslim- ar, sum í meira enn 20 ár hava verið noyddir til at lata alt vald til hin trúar- bólkin í landinum, sunni- muslimarnar. Tíðindastovurnar søgdu í gjár frá herðum bardøg- um í Basra og fleiri øðrum býum. Tjóðarhirðin hjá Saddam Hussein sigst hava tikið valdið aftur í fleiri av býunum, har fólk fyrr í vikuni fóru í hernað móti stýrinum. Eygleiðarar siga, at er tað nakað, sum Saddam Hussein dugir, so er tað at nidurberja lokalar upp- reistrar í sínum egna landi. Hetta er tað hann hevur brúkt meira enn 20 ár til við mongum av sín- um trúgvastu herdeildum og so loynipolitinum, sum telur ikki færri enn tríggj- ar ymiskar stovnar. Sagt verður, at tað sýn- ist at vera ein rættiliga løtt uppgáva hjá Saddam Hussein at steðga upp- reistrinum, tí uppreistrar- menninir mangla lóður og hava ongar at standa fyri tiltøkunum. Saddam Hussein harafturímóti hevur sínar vælvandu og trúgvu herdeildir og nógv- ar stríðsvognar, sum longu nú hava gjørt av við nógvar irakar. Í norðara parti av land- inum eru kurdarnir farnir í hernað móti Saddam Hussein, men tidindini siga enn einki um, hvat Síða 15 Eftirviðgerðarheimið Jónas Broncksgøtu 42 Avloysari fyri leiðaran Vegna farloyvi er starvið sum avloysari fyri leiðaran á eftirviðgerðarheiminum Jónas Broncksgøtu 42 leyst at seta 1 juni 1991. Talan er um fyribilsstarv byrjandi 1. jun 1991 og eitt ár fram. Arbeiðið er lið í alkoholviðgerð og n ugt er tí, at tann, ið settur verður — kann arbeiða sjálvstoðugt — kann seta greiðar linjur — er fleksibul — er samstarvsáhugað/ur Lønar- og setanarvidurskifti sambært avtalu. Skrivlig umsókn skal sendast til: Al- mannastovuna, Postboks 196, 110 Tórshavn, áðrenn 25. mars 1991. Brævbjålvin skal vera merktur: Eftirvið- gerðarheimið. Áhugað fáa nærri upplýsingar um lønar- og starvsviðurskifti frá: Sven Lútzen, tif. 16833 ella Karen Heinesen, tlf. 18300. Stovnandi aðalfundur Sølubudafelagid heldur stovnandi aðalfund á Tórs Kafeteria mánadagin 11. mars, kl. 19.00. Skrå: Vidtøka av lógum, limagjald, skriv til landsstýrið og ymist. Fyrireikingarnevndin ri de hann hevur fyritikið sær móti kurdunum. Ein talsmaður fyri kurd- arnar segði við bretska sjónvarpið BBC í vikuni, at hann onga letu ivaðist í, at Saddam Hussein fór at taka til kemisk vápn, um hann kendi seg kroyst- an upp í ein krók. EFTIR Jan Miller skrivar