Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-03-12, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. mars 1991síða 5

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 49 Fiskasólan Prisurin hækkar - 12. mars 1991 - - tiðir aðiAÁ Virðisókingin av tí Fiskasølan útflutti í februar er uppá knappliga 47 prosent. Príshækkanin á heims- marknaðinum ávirkar sjálvsagt eisini útflut- ningin hjá Fiskasgluni. Sølan í februar i ár hevur verið 7000 tons fyri 151,1 mió. kr. ímóti 5200 tonsum fyri 102 mið. kr. í februar 1990, og hetta er ein øking í nøgd uppá 1800 tons og í virði 48,3 mió. kr, ella 34,6 prosent í nøgd og 47 prosent í virði. --Sglan hesar tveir fyrstu mánaðarnar í 1991 hevur verið 12.300 tons fyri 270,3 mió. kr. ímóti 11.200 tonsum fyri 219,9 mió. kr. og hetta er ein øking í nøgd uppá 1100 tons ella 10 prosent og í virði 50,0 mió. krónur ella 23 prosent, sigur Líggjas Joensen, Fiskasølan. TYSKLAND STØRST Tyskland er størsta keyparalandið hjá Fiska- søluni í februar. Tyskland keypti fyri 57.1 mió. kr. Bretland fyri 40,8 mió. kr. Danmark fyri 28,7 mió kr. Frakland fyri 24,3 mió kr. og Spania fyri 24,2 mió kr. --Teir seinastu 12 mánaðarnar, frá mars 1990 ul februar 1991 hava vit selt 84.000 tons fyri 1,641,1 mió kr. ímóti 112.600 tons fyri 1,700,8 mió. kr. í 12 månad- arsekiðnum framman- undan frá mars 1989 til februar 1990. Hetta er ein minking í nøgd uppá 28.700 tons ella 25, 5 prosent og í virði uppá 59,8 mió. kr. ella 3,5 prosent, Joensen. Í hesum tíðarskeiðnum hevur Fiskasglan selt mest ul Tyskland, 370,2 mió. kr. Bretland 254,6 mió. kr. Frakland 225,7 mió. kr., Danmark 202.4 mió. kr., Spania 156,5 mió, kr. og USA 112,6 miókrónur. Hesi seks londini hava keypt fyri 1,322.0 mió. kr. ella 80,5 prosent av søluni. Sigur jústinus Nóg mikið av hásum —Vit eru við at verða sjálvbjargnir innan mjólkaframleiðslu, og tí mugu vit tálma studningin, soleiðis at vit ikki fáa eina yvirframleiðslu Løgtingsins fíggjarlóg fyri 1991 varð samtykt í seinastu viku, hetta hendi aftaná, at lógin hevði verið til viðgerðar í figgjarnevndini og hendan kom við sínum áliti. Í viðmerkingunum um studning til landbúnaðin sigur meirilutin í fíggjar- nevndini, umboðini fyri samgonguna millum annað: "Samanumtikið metir meirilutin, at ansast má eftir, at studningurin til landbúnaðin ikki verður soleiðis skipaður, at vit áðrenn langt um líður hava eina ovstóra framleiðslu av mjólk. Í dag nøkta vit 80-85 prosent av okkara mjólkatgrvi, og vit hava fingið upplýst, at 169 bátar eru í gerð, og um so er, at hésir verða útnyttaðir, verður ikki langt frá, at vit nøkta 100 prosent av okkara mjólkatórvi. Játtanin til nyiløgur, verður tí treytað av, at eingir fleiri básar verða gjørdir fyrr enn vit síggja hvussu nógv mjólk verður framleidd, tá allir jåttadir básar eru í framleiðslu. sigur meiri- lutin, Anfinn Kallsberg, Birgir Danielsen, Vilhelm Johannesen og Jørgin Thomsen. MINKA STUDNING Meirilutin heldur, at tann langsiktaði polit- ikkurin eigur at verða at vísa afturhald í beinleiðis studningi til mjólka- framleiðslu, meðan stórri dentur eigur at verða lagdur á stráfóður, helst á studning til velting. Hetta ger framleiðslu av stráfóðri stórri og minkar harvið um tørvin á innfluttum kraftfóðri. HVAT SKAL ROYNDARSTØDIN Meirilutin sóknast eftir einum málsetningi fyri royndarstødina í Kolla- firdi. Hvør er ætlanin vid royndarstødini og hvønn part av jarðarbrúkinum Skulu teir leggja stórstan dent á? Birgir Danielsen vísti herfyri á, at vit útnytta ikki nóg væl ullina á seyði, og at hendan á rættan hátt kundi gerast eitt fitt ískoyti til okkara landsbúskap. Nú skjýtur fíggjarlógin upp, at avsetta verða 200.000 krónur til kanning av møguleikum fyri at fáa meira burturúr ullaúrdrátti. Siktid við hesi játtan er at seta í verk eina kanning av hvussu ull fæst av rættini og annars vidgjørd til tógv. Meirilutin roknar við, at eitt svar uppá hendan spurning kann verða figgjarnevndini í tøkt innan seks månadir. jústinus Síða 5 Útlendska veiðan Smáligt í februar Útlendsk fiskifør fiskaðu tilsamans 1246 tons í februar, hetta er nakað minni enn í januar Bert tvey felagsmark- naðarlond hava fiskað undir Føroyum i februar. Tad eru Tyskland og Frakland. Og tad eru ikki stórar nøgdir talan er um. Týskland veiddi 26 tons av upsa, 3,4 tons av bálongu, 105 tons av blálongu. Tilsamans 134 tons. Frakland veiddi 6,4 tons av upsa, 46 tons av blálongu, 134 tons av kongafiski, 0,5 tons av svartkalva, 317 tons av langasporli, 65 tons av stinglaksi og 8,9 tons av ødrum fiskasløgum. Frak- land veiddi tilsamans 578 tons. Felagsmarknaðarlondini veiddu tilsamans 713 tons undir Føroyum í februar. Og lond uttanfyri felagsmarknaðin veiddu minni. Noreg veiddi 24 tons av toski, 1,1 tons av hýsu, 227 tons av upsa, 25,8 tons av longu, 14.7 tons av brosmu, 0,2 av kongafiski, 0,1 av kalva og 0,4 tons av ødrum fiskasløgum. Hetta gevur tilsamans 294,4 tons. Sovjetsamveldid veiddi bert svartkjaft og tað var lítið skipini fingu, bert 238 tons. Skipini høvdu tilsamans 55 fiskidagar. Januarmánið hildnadist betur hjå skipunum tå veiddu tey tilsamans 3206 tons. her er tad serliga svartkjaftaveidan hjå russ- um, sum ger munin. jústinus Duett vann Friggjakvøldid var lokal- finalan í Eysturoy í kapp- ingini um Ársins Song- rødd í Glyvra Bio Nógv fólk var saman- komið fyri møguliga at hoyra okkurt komandi ta- lent á økinum, og hýrurin var góður. Bestur mundi hann tó vera hjá teimum báðum Rannvá Hansen og britt Magnussen, ið vóru so hepnar at vinna lokalfinal- úna. Sostatt er teimum tryggjadar sessur í final- uni, ið verður * ítróttar- høllini á Kambsdali um tvær vikur. Komandi vikuskiftid verdur seinasta lokalfinal- an i Havn, og her verdur Givad stórur spenningur um, hver fer at vinna. Í hvussu er tykist áhugin vera stórur fyri at vera við, tí ikki færri enn 15 hava teknað seg til lokal- kappingina. hj.