Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-03-12, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. mars 1991síða 4

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 g z Kostnaðurin av umsitingarbygningi v.m. í Tinganesi: Millionir á glid Lógtingið legði upprunaliga loft á kostnaðin á fyrisitingabygninginum v.m., sum skuldi vera í Sjó- & Vektabúðini. Í mesta lagi slakar 16 miljónir krónir, segði løg- tingið á vári 1986. Arbeiðið hevur kostað reiðiliga 28 miljónir krónur, og tá er ikki alt liðugt! Umbyggingin av sonevndu Sjó- á Vektabúðini i Tinganesi til fyrisitingar- bygning er um at vera heilt liðug, og tá innbúgvið er komið verður farið at flyta inn. Mangt bendir á, at runan í túninum í Tinganesi ikki verður einasta upptakið eftir hesa bygging. Fyri framman er eisini eitt upp- tak av fíggjarliga partinum og stýringini í sambandi við byggingina. >FRÁLEGGI MÆR ALLA ABYRGD...! < Byggingin, ið upprunaliga var ætlað at kosta slakar 16 mió. kr. kostar í dag reiðiliga 28 mió. kr.; tá er alt tað ætlaða arbeiðið ikki liðugt og verður tað heldur ikki: eingin peningur er eftir! Endaligu tølini fyri byggikostnaðin hava havt við sær eitt eftirspæl, sum hevur verið í gongd eina tíð. Málið er m.a. enda á borðinum hjá løgmanni: landsarkitekturin Gunn- leyg Durhuus hevur í skrivi til hansara dagfest 5. februar boðað frá, at hon leggur frá sær alla ábyrgd í sambandi við byggingina. MEIRA, TAKK! Í apríl 1986 játtaði løg- tingid 15,784 mió. kr. til arbeiðið. Men projektið, sum teknað verður, kostar væl meira enn løgtings- játtanin. Í skrivi beint fyri ólavsgku 1988 boðar bygginevndarformadurin Mikkjal Helmsdal frå, at projektið må roknast at kosta slakar 19 mió. kr. Víst verður á, at nakað er dýrkað síðani fyrstu met- ingina, og eisini var sumt í fyrstu metingini ov lágt mett. Tingið játtar seks milliónir krónur aftrat til projektid MEIRA AFTRAT! Í april 1989 vísir byggi- roknskapurin, at samtaldu útreiðslumar eru komnar upp ímóti 24 mió. kr. Løgtingid jåttar 5,5 mió. krónur aftrat. Nú byggingin er liðug kostar hon umleið 28,5 mió. kr. Harvið eru játt- annar og tað, sum var í teimum báðum grunnunum frammanundan uppbrúkt. Nr. 49 — 12. mars 1991 Vantandi fíggjar- og byggistýring hevur við sær, at fyrrverandi Sjó- & Vektabúðin (ljósasti bygningurin) verður skattgjaldar- anum 12-13 milliónir krónir dýrari enn Løg- tingið av fyrstan tíð ætlaði. Og tá er ikki so frægt, at alt er gjørt, sum ætlanin var at fáa fyri peningin... Mynd: kalmar SUMT OGJØRT Í mun til útreiðsluloftið, sum løgtingid av fyrstan tíð setti fyri byggingini, er talan um eina dýrking uppá 12,7 mið. kr. ella reiðiliga 80%; í mun til projektið, ið varð góðkent av bygginevndini á sumri 1988 er talan um eina dýrking uppá knappar 10 mió. kr ella 35%. Í mesta lagi ein millión av dýrkan- ini stavar frá príshækk- ingum. Hóast hesa ógvusligu dýrking, so er einki gjørt vid fundarhølid hjá lands- styrinum og túnið er heldur ikki lidugt, sum eisini skuldi fåast fyri peningin. ówh Fíggjarstjórin um milliónagóluna í Tinganesi Seinasta leivdin frá eini farnari tíð - sígur Kári Petersen, fíggjarstjóri um byggingina av S }JÓ- Á Vektabúðini Sosialurin hevur lagt tøl- ini, vit hava fingið upp- spurt viðvíkjandi bygg- ingini av Sjó- á Vekta- búðini, fyri Kára Petersen, figgjarstjóra í Tinganesi. Hann váttar, at tølini eru á beinari leið. EINKI DULSMÁL - Fyri alt tað er talan um almenna bygging, ið verð- ur goldin um skatt og avgjald, so tølini eiga ikki at vera nakað alment duls- mál, leggur hann aftrat. Fíggjarstjórin sigur, at orsøkin so ella so må vera vantandi byggistýring. - Annars endar eitt pro- Jekt uppá 16 milliónir ikki uppi á 28 milliónum, sigur hann. JATTAN SKAL HALDA Fíggjarstjórin undirstrikar, at sjálvt málið er ikki hansara øki. Har mugu tey avvarandi svara fyri seg. Tað, sum hevur hansara áhuga er, at jåttanartøl og endalig tól samsvara í so stóran mun sum møguligt. Tað er longu táttað í á hesum øki, hvat bygging viðvíkur, og vísir á bygg- ingina av Tollbúðini og byggingina á I ærara- og Venjingarskúlanum sum I lagi. Scan av IS- IVUM sær 1 ikkararnir ISK já SKI n viður sen, liggjarstjóri, ið upp- 1 Cr Seinasta leivdin frá tidini, áðrenn politisku myndugleikarnir Settu sær fyri at fáa skipaði viðurskifti á hes- um øki. ówh