týsdagur 12. mars 1991síða 10
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10
— Tað er eitt sindur hugstoytt at síggja, hvussu lítla á-
virkan Foroyar hava í Norðurlanda Ráðnum, nú vit ikki
eru sjålvstødugur limur.
Men kanska er ein bati á veg, nú úngmannafelogini i
Norðurlondum hava skotið upp, at bæði Føroyar, Grøn-
land og Áland skulu hava sjálustoðuga umboðan. Tað
ganga tå helst ikki meira enn eini fýra ár, til vit eru sjålv-
stoðugir limir, sigur annað av føroysku umboðunum i
Norðurlanda Rådnum, Anfinnur Kallsberg, i samrødu við
Sosialin.
Hann sær fegin, at tad verdur i hesum landsstyrisskeid-
num, at vit fáa sjálustoðuga umboðan i Ráðnum, og held-
ur fyri, at tað eisini verður undir hesum landsstýrinum, at
vit fara at fáa okkara ríkisrættarligu viðurskifti meira av-
klárað, enn tey eru í dag.
Í farnu viku var seta í
Norðurlanda Ráðnum
hildin á Christiansborg.
Eisini feroyingar vóru
umboðaðir á setuni við
=
— Eg havi verið við til
nógvar fundir eftirhond-
ini. Nakað kann vera um
tað, at her verður nógv
prátað, men tað haldi eg
eisini er í lagi, tí tað er av
stórum týdningi, at bæði
tingmenn og landsstýris-
menn fáa hevi at hitta
kollegar úr hinum Norður-
londunum.
Tá tað snýr seg um eitt
slíkt fleirtjóðað tól sum
Norðurlanda Ráðið, so er
greitt, at tað tekur sína tíð
frá tí at málini koma fram,
til vit síggja verulig úrslit.
Tað er tí greitt, at tað
krevur nógv tol at vera
við í einum slíkum samar-
beiði.
— Vit kunnu ikki rokna
við, at arbeiðsgongdin
verður tann sama sum t.d.
í legtinginum, at tú
beinanvegin fær eina lóg
kunngjørda bara nakrar
fáar dagar eftir, at hon er
samtykt. Tey mongu upp-
skotini skulu fyrst fram-
leggjast og viðgerast í
Ráðnum og skulu so út til
tey einsteku londini.
Tú skal tá fáa fleiri
áhugamál at virka saman,
og skal tú rekka einum úr-
sliti, so má tað finnast ein
semja, sum Bell londini
kunnu taka undir við. Tað
verður ongantíð tað sama,
tá fleiri tjóðir skulu virka
saman, sum tá talan bara
er um títt egna legting
ella fyri tað fólkating.
tingmonnum, landsstýris-
monnum og umboðum
fyri politisku ungmanna-
felegini. Um somu tíð helt
formansskapurin í
Norrønu feløgunum fund.
Føroyar hava ikki sjålv-
støduga umboðan í Norð-
urlanda Ráðnum. Vit eru
partur av donsku umboðs-
nevndini og kunnu velja
tvey umboð. Hesi verða
vald tá landsstýri verða
skipað. Eftir at seinasta
landsstýrið varð skipað,
valdi samgongan Anfinn
Kallsberg úr Fólkaflokk-
inum sum lim í Norður-
landa Ráðnum, og and-
stødan valdi Jógvan Ing-
vard Olsen úr sambands-
flokkinum. Til hesa set-
una metti tó tiltaksmaður
hansara Terje Davidsen.
Norðurland Ráðið við-
gjørdi hesaferð í stóran
mun uttanríkismál, ser-
liga steðuna í teimum
trimum baltisku londun-
um og so framtíðarútlitið
hjá Norðurlondum í tí
nýggja Europa.
Eftir fundirnar tosaði
Sosialurin vid Anfinn
Kallsberg, og vit spurdu
hann, hvat tad hevur at
siga fyri okkum føroying-
ar at luttaka å fundunum i
Norðurlanda Rådnum!
Mugu vera við
— Tað hevur avgjert
týdning fyri okkum feroy-
ingar at vera við í norður-
lendskum samarbeiði. Har
Nr. 49 — 12. mars 1991
limir innan fýra ár
eru góðir meguleikar fyri
at hitta fólk, tú hevur
brúk fyri at tosa við og
kenna sum politikari. Eis-
ini haldi eg tað hevur
nógv at siga, at okkara
landsstýrismenn á hesum
fundum í Norðurlanda
Ráðnum kunnu meta sín-
um kollegum úr hinum
Norðurlondunum. Teir
koma at kenna hvenn ann-
an og kunnu gera avtalur.
Hetta kann gera teirra ar-
beiðsdag lættari. Tá teir
hava trupulleikar og iva-
mál av einumhverjum
slag, sum skulu loysast
millum lond, kenna teir
hesar ábyrgdarpersónar
persónliga, og júst tað
haldi eg hevur sera stóran
týdning.
Anfinn Kallsberg held-
ur somuleiðis, at hetta
samstarvið hevur nógv at
siga fyri politikararnar, tí
teir fáa eina rúgvu at vita
á hesum fundum um, hvat
hendir og bylgist í hinum
londunum um mål, sum
eisini hava okkara åhuga.
— Nú verður Norður-
landa Ráðið av mongum
mett vera sum eitt hugna-
felag, har politikarar og
embætismenn fyrst og
fremst hittast fyri at eta
og drekka og fyri síðani at
fáa eina rúgvu av pappiri
heim við sær — enn sum
ein felagsskapur, har tað
verða tiknar ítekiligar av-
gerðir, sum kunnu setast í
verk og gagna Norður-
londum!
Orð og myndir: Jan Miller
— Tað kann fyri ein utt-
anveltaðan sýnast sum at
tað koma ómetaliga fá úr-
slit burturúr. Her er í
tonsavís av pappíri, og
nógv er sera burokratiskt,
men eg trúgvi kortini, at
tað uppá longri sikt hevur
stóran týdning at vera við
í hesum arbeiðinum. Vit
hevdu verið ómetaliga
nógv verri fyri, um vit
ikki luttóku í hesum norð-
urlendska samarbeiðin-
um.
Anfinn Kallsberg held-
ur sjálvur tað vera ein
natúrligan part av arbeið-
inum hjá einum lands-
stýrismanni og einum
tingmanni at vera við í
slíkum arbeiði.
— Eg trúgvi eisini, at
hetta kann hava týdning
fyri okkara lóggávuar-
beiði i Føroyum. Tí hug-
skot, vit fáa á Norður-
landa Ráðsfundum í dag
kunnu síggjast aftur í ein-
um lóggávuarbeiði heima í
Føroyum, sum liggur
kanska fimm ár frammi í
tíðini.
— Tað er rætt, at po-
litikarar úr ellum Norður-
londum eru rættiliga krit-
iskir, tá talan er um, hvat
kemur burtur úr arbeiðin-
um í Norðurlanda Ráð-
num. Nógvir halda, at tað
kemur ov lítið burtur úr í
mun til orkuna, sum verð-
ur løgd í arbeiðið. Men eg
haldi sjálvur, at hetta
samarbeiði eisini krevur
eitt sindur av toli. Tað
skal hava sína tíð til at
sodna, og ein skal kunna
arbeiða við hugskotunum
og tilfarinum í eina tíð,
áðrenn tú sær verulig úr-
slit.
Í framtíðini tá alt fer at
snúgva seg meira og
meira um samarbeiði land-
anna millum, fer hetta ar-
beiðið í Norðurlanda Ráð-
num at hava enn sterri
týdning, enn tað hevur í
dag.
Norðurlond og
Europa
Ein av spurningunum,
sum nógv hevur verið tos-
að um á Norðurlanda
Ráðsfundinum í Keyp-
mannahavn, eru viður-
skiftini millum Norður-
lond og EF. Tað eru tey,
sum siga, at tað tænir
norðurlendskum áhuga-
málum best, at Norður-
lond standa uttan fyri EF.
Onnur halda, at áhuga-
málini hjá Norðurlondum
verða tænt best innan fyri
felagsskapin. Og tað eru
tey, sum siga, at núver-
andi steðan, har Norður-
lond eru bæði innan- og
uttanfyri EF, kann skaða
tað norðurlendska samar-
beiðið. Hvat hevur Anfinn
Kallsberg at siga til hetta!
— Danmark, sum er lim-
ur í EF, er eisini við í
Norðurlanda Ráðnum, og
tað vísir seg, at danir
hugsa kanska eitt sindur
eðrvísi enn vit aðrir í dag.
Teir hugsa kanska meira í
EF-banum enn vit aðrir.
— Er tað gott ella ringt?
— Eg trúgvi, at tað fyri
Danmark er neyðugt. Teir
verða pískaðir til at hugsa
tveir vegir, og skulu vit
føroyingar i framtíðini
gera okkum von um at
vera við í framtíðar
Europa, antin vit so eru
uttan ella innan fyri EF,
so verða vit noyddir til at
samarbeiða við aðrar. Vit
kunnu ikki liva av at iso-
lera okkum einsamallar.
Eg rokni við at fara Noreg
og Sveríki upp í EF, so
fær norðurlendska samar-
beiðið enn sterri týdning í
framtidini, soleiðis at tað
sum er felags millum
Norðurlond ikki skal
hverva heilt. Vit hava
eina felags norðurlendska
mentan — vit hava málini.
Hesi skulu vit verja. Og
kemur tað so langt eina-
ferð í framtíðini, at øll hesi