mikudagur 13. mars 1991síða 2
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Ábyrgdarblaðstjóri: Krisjan Dahl
Fyritaksstjóri: Krisjan Dahi
Ljåsmyndari: Kalmar Lindenskov
Andskappi
farin
FRÆGI havnarsonurin Willi-
am Heinesen fór frá okkum
um fimmtíðina grækaris-
messumorgun.
UM landid alt valdadi enn
nåttartøgnin. Byir, bygdir,
fólk eins og tey ómælandi
slotaðu úr dúri eftir teimum
fyrstu vóngevandi klippun-
um, sum — tá tey vóru fjarað
burtur aftur — bara gjørdu
kvirruna enn kvirrari.
OG orsøk var til djúpa kvirru.
Ikki bert dúraði náttúran
djúpan fyri seinastu ferð
hetta várið. Náttúran og um-
heimurin allur mundi helst
eisini í hesi lotu varnast ébøt-
andi missin av onkrum á sein-
astu ferð síni móti tí kosmos,
haðan ikki vendist aftur.
BÝUR hansara varð so brád-
liga hesa ímynd av víðskygni
og óendaligum lívsalski fá-
tøkari, og hóast árini vóru
mong og heilsa Williams víkj-
andi í seinastuni, munnu bert
tey fægstu duga at venja seg
við, at hesin okkara stóri son-
ur nú er farin.
BEST kenna vit hann frá
glæsiliga bókmentayrki hans-
ara, sum vunnið hevur hon-
um og Føroyum uppibornan
heiður langt út um næstu
grannalond okkara. Men
listarliga fjølbroytni hansara,
sum eisini eyðkenna øll hans-
ar skrivligu avrik, nýtti hann
við somu fynd innan tekni-
sum målningalistina og sum
tónasmiður.
OG alt hetta úr egnum barmi.
Úr mangan lítisverda, men so
manngóða barna- og ung-
dómsheimi sínum, skapti
hann meira enn teir flestu
Blaðfólk: Randi Jacobsen - Tórfinn Smith -
Hilmar Jan Hansen - Jústinus Eidesgaard
Útgevari: P/f Sosialurin
Uppseting: P/f Sosiaturin
Prent: P/t Pressan 1981
veruliga alheimliga list, har
góðtrúnir såtsølkadir små-
menn i hugi okkara leika å-
javnt øllum heimsins skreyt-
kongum sum sannir glæstri-
prinsar å palli.
FIGGINDAR gjørdi William
sær ongar, men fåkunnu,
firtni og småsinni striddist
hann í virki sínum ímóti allar
dagar, men honum so líkt —
altíð stuðlandi og fyrigevandi
og altíð hómaðist vælyndi og
sorgblídni mótvegis teimum,
hann tíðum so skemtandi dró
fram í ljósið.
STÓRU avrik Williams høvdu
ikki borið til, um hann ikki í
øllum lutum vildi samfelag
sum mannaættini alt hitt
besta, og soleiðis halda vit
okkum kenna hesa leiðar-
stjórnu, sum nú er slóknað.
Altíð við tí góða orðinum og
altíð til reiðar við hollum og
djuptøknum orsøkum fyri, at
onkur ella okkurt íkki var í
besta samljóði við samfelag-
ið — medmenniskju, okkara
pinkuheim ella alheimin.
WILLIAM var ikki bert per-
sónliga, men eisini í arbeiði
sínum, hevjaður yvir alt putl
Telefon:
Bústaður: Argjavegur 26 Postadressa: Postsmoga 76
110 Tórshavn
14720
Argir
11820 Telefax:
og øvundarkent listarkegl.
Andsmenni stóra nýttist ong-
antíð at geva ødrum starvs-
bróðrum ans fyri tí, hesir
hildu um verk hansara. Willi-
am var og fór sum sín egin.
Men fegin greiddi hann gðr-
um frá arbeiði sínum — og
spurdur — var hann enn fegn-
ari, um hann kundi dugna
øðrum við góðum ráðum.
HAVNARFÓLK,
og stóri mentaði
hava við Williami mist hin
stóra kveikjaran, mannin,
sum við berum lógvum bygdi
upp henda lívsjáttandi og
vónríka alheim, hetta burtur
úr dygdum sum ódygdum,
ovfarakæti sum stúran, fá-
kunnu og góða vilja onkra —
fyribrigdum og jánkasligum
livsdygdum, sum vit onnur
valla høvdu evnað annað enn
ypt oksl at.
føroyingar
heimurin
BERT spell, at so stórur part-
ur av ti alheimi, William skilti
og unti so væl, ikki enn er
lestrarførur.
Nú er eingin
ivi longur
Sambandsflokkurin hevði
landsfund í Suðuroy um
vikuskiftið. Å hesum
fundi varð formaður ting-
bólksins, Edmund Joen-
sen, eisini valdur til for-
mann í landsfelagnum.
Um hetta skrivar Dimma-
lætting m.a.:
Formaður Sambandsflok-
sins fekk dygga álitisvátt-
an frá landsfundinum, ið
valdi hann til formann í
landsfelagnum, uttan at
nakað annað valevni varð
stillad upp í móti honum.
Nýggju viðtekurnar
siga tað ikki beinleiðis,
men miðað verður ímóti,
at formaður Sambands-
floksins á tingi og í lands-
felagnum er ein og sami
persónur, so hvørki fjøl-
miðlar ella fólk annars eru
í iva um, hver formaður
- —
>
y r É
N
floksins er — bæði so og
so.
Hetta er greið tala og fyri
hana hevur Sambands-
flokkurin bert rós uppi-
borið. Júst hetta, at eing-
in skal vera í iva um hver
veruligi formaður floksins
er — bæði so og so.
Tað er ikki so langt síð-
ani, at hesin sami formað-
urin kom í útvarpinum til
at siga, at sjálvur var
hann avgjørdur EF-mað-
ur. Dagin eftir hevði
Dimmalætting úr at gera
við at sannfera fólk um, at
tað Edmund hevði sagt,
stóð fyri hansara egnu
persónligu rokning. Men
hendan persónliga >rokn-
ingin< er ikki longur so
persónlig. Nú er hann for-
maður og talsmaður flok-
sins bæði so og so, og tí
kunnu vit ikki annað enn
sláa púra fast, at Sam-
bandsflokkurin gongur
heilt og fult inn fyri før-
LR
oyskum limaskapi í EF —
bæði so og so.
Uppgerð
í KFFF
Dimmalætting skrivar
eisini frá einum eðrum
landsfundi. Hesin er fund-
urin hjá Kristiliga Fólka-
flokkinum. Dimmalætting
skrivar m.a.:
Har varð samtykt at biðja
Niels Paula Danielsen,
tingmann floksins í Norð-
oyum, um at leggja ting-
starvið niður og lata
næsta mann á listanum
taka sæti í staðin.
Niels Pauli verður m.a.
lagdur undir at hava
skuld í teimum trupulleik-
um, sum av og á hava
stungið seg upp í flokkin-
um síðan valið 1984.
Fyrsta skrædlið
Adolf Hansen varð rikin
úr flokkinum og stovnaði
nýggjan flokk.
var tá
Ein hevur leingi havt ta
fatan, at innan KFFF hev-
ur brotið í bæði borð. Or-
sekirnar = kunnu vera
mangar, og eingin orsek
er hjá ødrum at fegnast
um, at minni gott gongst
innanflokka hjá nøkrum.
Men er flokkurin innan-
hýsis at samanbera við
hvussu flokkurin hevur
ført seg fram úteftir,
kundi endin ikki verðið
eðrvísi enn ein álvarslig
uppgerð.
Politikk hevur flokkurin
ongan, og tí er einki, sum
heldur flokkinum saman.
Har eru nakrir einstak-
lingar, sum royna at
skava so nógva makt til
sín sjálvan sum gjørligt,
og tað er helst júst hetta,
sum nú hendir innan-
flokka.
Dýr bygging
Milliónir á glið, skriv-
ar Sosialurin í gjár.
Sipað verður til kostn-
aðin av umsitingar-
bygninginum í Sjó- og
Vektabúðini í Tinga-
nesi.
Sagt verður, at
bygningurin skuldi
upprunaliga kosta í
mesta lagi slakar 16
milliónir, men í dag er
rokningin reiðiliga 28
milliónir. Hóast bygn-
ingurin ikki enn er
heilt liðugur.
Tað, sum kortini
verri er, er at hetta er
als einki eindomi. So
at siga oll — serliga
almenn og kommunal
bygging, verður nógv
dýrari tá avtornar.
Hvussu hetta ber til,
hevur eingin enn
kunnað sagt. Onkrar
býttisligar frágreiðing-
ar eru at hoyra nú og
tá, men eru hesar
fyrst og fremst ætl-
aðar at káva útyvir
tað, sum skeivt er.
Hin uppgávan er at
forða fyri, at nakað
fær fylgjur.
Ein stórur trupul-
leiki í Føroyum er, at
als einki fær fylgjur.
— Jú, orsaka, um ein
smágenta súkklar utt-
an lykt eftir at tað er
vorðið myrkt, fær hon
helst bót. — Men er
brotsverkið nakrar
milliónir úr landskass-
anum av kleyvarskapi
ella eðrum orsøkum,
so hendir púrt einki.
Fíggjarstjóri lands-
stýrisins sigur við
blaðið í gjár, at skilið í
som máta verður
betri. Vit vóna, at
hann fær rætt.