mikudagur 13. mars 1991síða 3
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 50 — 13. mars 1991
Hannelena Jacobsen, sum
hevur arbeitt í Sjóvinnu-
bankanum í Havn síðan
1975, grunaði einki, tá hon
ein dag í seinastu viku varð
kallað upp til stjóran. Tá
fekk hon boðini: At hon
varð útnevnd til deildar-
stjóra fyri tænastu- og gjald-
oyrisdeildunum og av-
greiðsludeildunum í Havn
og á Argjum. Hetta var ein
tíma fyri, at bankin sendi
tíðindini útum umskipanina
í leiðsluni. Tað er vanlig,
eisini aðrastaðni, at fólkini
ikki fáa at vita tað fyrr, tá tey
verða flutt í hægri starv.
Hettakom heilt óvæntað á
Hannelenu. Onkur annar
kundi fingið starvið. Hin-
vegin skuldi hon verið væl
og virðisliga før fyri at røkt
starvið.
MEIRA
UTBUGVING
Frá tí degi hon á fyrsta sinni
trein inn í bankaheimin fyri
25 árum síðan, hevur hon
lagt dent á at fingið sær
meira útbúgving. Hon hevur
tikið allar útbúgvingarnar í
bankaskúlanum og hevur
fylgt fleiri skeiðum við
sjálvlestri í frítíðini. Banka-
skúlin er strævin, tí tað
krevur at lesa minst tveir
tímar um dagin heima. Og
hon heldur fram við at ogna
sær vitan. Nú er tað mest til
stuttleikar, at hon gongur á
handilsskúlanum um
kveldið og lærir um leiðslu
og samstarv. Henni dámar
at ganga í skúla.
- Men tann, sum ætlar sær
frameftir, noyðist at fáa sær
teoretiska vitan. Bæði fyri
ikki at verða afturútsigld av
hinum við útbúgving, fyri at
røkjasitt arbeiði til fulnar og
fyri atkunna geva viðskifta-
fólkunum, sum eisini eru
væl útbúgvin, bestu tæn-
astuna, sigur Hannelena.
Hon dylur ikki, at hon al-
tíð hevur havt ambitiGnir.
BYRJAÐI
BEINANVEGIN
Í 1966 flutti hon ul Dan-
markar, tá maðurin fór niður
at fáa sær útbúgving. Hon
kundi tá tað sama fara í læru.
Tey bæði og dóttirin spák-
aðu ein dag oman á Kgs.
Nytorv. Hon fór fyrst inn á
tryggingina at spyrja efur
einum læriplássi, ið lýst var
við í blødunum. Tað starvid
var longu sett. Síðan royndi
hon Handelsbankan, fór inn
og spurdi eftir starvsfólka-
leiðaranum. Tað var leyst
og liðugt beinanvegin, og
hon kundi byrja tvær vikur
seinni.
Í Handilsbankanum, sum
nú eitur Den Danske Bank,
fekk hon sína grundbanka-
útbúgving og arbeiddi hon
har, til hon í 1975 flutti aftur
til Føroya við familjuni.
Hannelena var ikki
smæðin og fór beint til Ras-
mus Olsen, stjóra í Sjó-
vinnubankanum, at spyrja
Vit mugu vilja
Síða 3
nakað sjálvar
sigur Hannelena Jacobsen, sum í seinastu viku varð útneynd til
deildarstjóra í Sjóvinnubankanum. Hon fýlist á, at ov fá konufólk
hava ambitiónir
um arbeiði. Eisini tá bar væl
til, og hon byrjaði longu
dagin eftir.
Øll hesi árini hevur hon
arbeitt í Sjóvinnubanka-
num. Fyri fimm árum síðan
fór hon eitt petti uppeftir á
stiganum og fekk ábyrgdina
av høvudskassanum og av
Nýggi deildarstjórin
er ættað av Selatrað og
er 45 ára gomul
starvsfólkunum við kass-
arnar á deildini á Konga-
brúnni. Tað ålitisstarvid
fylgdi við henni, tá hon
flutti niðan í nýggju deildina
við R. C. Effersøesgølu.
STUTTLIGT
AT VERA FYRST
Hannelena er fegin um at
verða utnevnd tl deildar-
stjóra. Fyrsta kvinna, sum
nakrantíð er komin so langt
uppeftir í bankans leiðslu.
Hon heldur tað vera stutt-
ligt, at vera tann fyrsta.
- Bankar allastaðni eru
næstan bara stýrdir av
monnum. Tað er ikki bara í
Føroyum. Tá vit koma út í
onnur lond og hitta banka-
leiðarar er alt fólkið at kalla
bara menn. Kvinnurnar
kunnu teljast á einari hond,
sigur nýggi deildarleiðarin.
KREVUR ARBEIÐI
Hon heldur, at kvinnurnar
fyri ein part sjálvar eru sekar
í, at tað næstan bara eru
menn, sum leiða bankarnar.
Kvinnurnar hava ikki somu
ambitiónir sum menninir.
Men hon skundar sær at
leggja aftrat, at tað eisini eru
aðrar orsøkir.
- Tað er nú einaferð ul-
lutað okkum at eiga børn, og
flestu kvinnur, sum arbeida
úti, hava tvey arbeiði. Men
tað er eisini nógv í tí, at
kvinnur mugu gera dupult
so nógv sum menn fyri at
koma fram.
Meðan børnini vóru
smærri, arbeiddi Hannelena
niðursetta tíð. Hon hevði frí
nakrar dagar um mánaðin
og kundi tá burturav taka
sær av heimi og børnum
Men tá hon fekk ulbodid um
at hava ábyrgdina av høv-
uðskassanum, noyddist hon
at velja. Og hon valdi ar-
beiðið, sjálvt um tað var
ringt at sleppa fyrimunum
við at kunna vera meira
heima.
BER IKKI TIL VIÐ
NIÐURSETT ARI
ARBEIÐSTIÐ
- Tað mátti vera soleiðis, tí
tað ber ikki til at vera leiðari
og samstundis ikki vera til
arbeiðis alla tíðina. Tað ber
sum heild ikki til at arbeiða
niðursetta tíð, um ein ætlar
nakað meira, sigur Hann-
elena.
Tad er strævið at hava eitt
slíkt arbeiði og samstundis
hava heim og børn. Tað
krevur í hvussu er, at mað-
urin góðtekur tað og átkeur
sær sín part heima. Hanne-
lena sigur, at hjá teimum var
tað soleiðis, at hon og mað-
urin býttu arbeiðið millum
sín. Hon fór avstað við
bøunum um morgunin, og
hann fór eftir teimum aftur,
tí hon sat við kassan og
slapp ikki altíð heim ávísa
tid.
Framhald å sidu 4