mikudagur 13. mars 1991síða 5
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
|
Í
|
Nr. 50 — 13. mars 1991
F
NS
Finngerð Egilsnes, Vestmanna, Salong Marita á Argjum. Selma McIntosh, Fridkan i Havn
Sigrun Nolsøe, Bylgjan í Havn. Elsa Joensen, Oyrabakka, Salon Tóta í Havn
Tommina Joensen, Lorvik, Fríðkan í Havn. Sunneva Johannesen, Salong Zakaria, Sandavågur
Durita Nielsen, Katarina Borgardal, Trongisvågur. Tórunn Slættanes, Salong Birita í Havn
Annika Sørensen, Hårfridkanarhøllin, Tórshavn. Arnóra Thomsen, Norðagótu, Liljan í Havn.
Sunneva Thorsteinson, Vágur, Salong Bylgjan í Havn.. Sussanna Vilhelm, Vágur, Salong Sølvå í
Havn
Hárfríðkanarfólk
fingið sveinaprogv
Næmingarnir hava ikki bert fingið undirvísing í
handverkinum, men eisini í samfelagslæru,
rokning, enskum og sølumålum .
Í dag kunnu 12 lærlingar
innan hárfríðkan kalla seg
sveinar. Tær hava staðið
royndina í at fríðka um
hársnið 0. a. í samband við
hárfríðkanaryrkið, og tá er
ikki bert talan um at klippa
og krúlla.
LITA OG KRÚLLA
Hárfríðkanarnæmingar
ganga í Tekniska skúla 10
vikur árliga. Har læra
næmingarnir at klippa
kvinnum og monnum, at
vaska og seta hár, lita og
krúlla , og at seta langt hår
upp, umframt at gera
veitsluhár, og læruna um
húðargkt og smyrsl.
Hetta er tann hand-
verkligi parturin av læruni.
Hin er bóklig og hevur við
sær, at næmingarnir fáa
undirvísing í rokning,
samfelagslæru, sølu, før-
oyskum og enskum måli.
Lærarnir eru Oddvør
Jacobsen, Tórhild Kvilt og
Bjarni Djurholm.
LÍTIL ÁHUGI HJÁ
MANNFÓLKI
Oddvør Jacobsen, lærari
sigur, at umleið 12 næm-
ingar eru á hvgrjum ári, og
at sveinaroyndin verður
gjørd í mars mánaða hvort
ár.
Hóast tilgongdin í
hesum yrki er stór, so hava
øll hárfríðkanarfólk ar-
beiði - einamest tí at flestu
teirra eru kvinnur í ungum
aldri, og tí er til og fráferð
í arbeiðinum nátúrligur
partur, eitt nú tá tær skulu
eiga børn.
Er áhugin hjá mannfólkum
ikki til hetta hárfríðka-
narfakið?
- Nei, tað kann ikki sig-
ast. Eg haldi at vit hava
havt fýra mannligar næm-
ingar í tey 30 árini, eg
havi verið lærari, sigur
Oddvýr Jacobsen.
EFTIRUTBUGVING
Hárfríðkanarfólk kunnu
eisini fáa eftirútbúgving,
og t.d. ber til at fara víðari
á skúla í húðargkt og
smyrsli. Tað verður gjørt
eftir at sveinaroyndin er
lokin, og fer fram á skúla í
Danmark árið eftir, har
tvey skeið eru í 14 dagar,
hvgrja ferðina.
Á hvgrjum ári verða
valfag tíkin fram, sum
næmingarnir skulu upp til,
tá teir gera sveinaroynd-
ina.
A———bAAAATAK A —————————
Orð: Dagny
Mynd: Kalmar
Hesaferð eru fakini:
ensk klipping - kvinnu og
mannfólkahár og luftturk-
ing.
Mótaklipping kvinnur,
og liting í trimum litbrigd-
um.
Mótaklipping kvinnur
og krúlling.
Veitsluhár og smyrsl.
Tøkk
Vit takka hjartaliga øllum, sum sendu okk-
um blómur, telegramm og ellum teimum,
Heilsurgktin, sum eru
heilsu- og heimasjúkra-
systrarnar, bíða nú spentar
eftir, hvat skal henda, við-
víkjandi uppsøgnum á
stovninum..
Fíggjarlógin fyri stovnin
er nú samtykt, og hetta ber
í sær, at sjey starvsfólk í
umsitingini skulu sigast
upp. Talan er tí ikki um
heiltidarstørv, men um trý
fulltidarstørv tilsamans.
RÍKILIGT SUM ER
Í løtuni eru fýra fólk í
umsitingini, sum hava
meir enn ríkiligt at gera,
men tá uppsagnirnar verða
veruleiki, eru bert tvey
fólk eftir á stovninum.
- Tað er alt ov lítið, sigur
Brynhild Danielsen, leið-
ari á Heilsurgktini.
Umsitingin er eisini ein
partur av heilsurgktini og
vit kunnu ikki beinleiðis
avmarkað arbeiðið.
Ti kann tað tykjast løgid,
at vit hava so stóra um-
siting. Hon er bert ikki ov
Stór, eftir tí, sum vit hava
brúk fyri.
Trupulleikin er tann, at
vit sita eftir við ngkrum
gomlum leivdum, frá tíð-
ini tá Ríkisumboðið hevði
røktarpartin og Landsstyr-
ið umsitingarpartin i Heil-
surøktini.
REGLUGERÐ BROYTT
- Heilsurgktin er nú und-
ir Landsstýrinum, og tí er
sum komu inn á gólvið. Takk fyri gávurnar.
Tær bestu heilsanir
Elsebeth og Alfred Magnusen
í Vági
okkara partur av á fíggjar-
lógini í tveimum, móti
hinum almennu stovnu-
num, sum standa fyri seg.
T.v.s. at reglugerðin er
broytt, men vit standa
framvegis undir tveimum
postum - undir heilsumál-
um og heilsurgkt.
Hevdi tað ikki bótt um
stóðuna, um Heimahjålp-
arskipanin og Heilsurøktin
vóru lagdar saman?
- Jú, tað hevði avgjørt
verið skilagott, tí hesir
stovnar hava uppgåvur
sum líkjast, hóast arbeids-
økini eru ymisk.
- Eitt ávíst samstarv
hevði eisini bøtt um ar-
beidsorkuna soleidis at
skilja, at vit ikki gjørdu
dupult arbeidi.
- Tad kemur meir enn so
fyri, at ein stovnur fer út
og metir, at ein tørvur er,
og ger nidurstødu út frå
hesum.
Tá er komið fyri, at hin
stovnurin eisini fer út, og
metir um annan tørv í
sama føri, uttan at vit vita
av hvørjum øðrum.
Hava tit einki óformelt
samstarv?
- Jú, tað hava vit nógvar
góðar royndir av, men tey
sum heita á okkum ella á
Heimahjálparskipanina,
vita ikki av hvørjum gðr-
um, og so kemur fyri, at
hjálin umskarast, umframt
at vit kanska hava ymiskar
meiningar um, hvør tørv- -
urin er, sigur Brynhild
Danielsen.
SPURNINGUR UM TÍÐ
Í løtuni veit leiðarin á
Heilsurgktini ikki, hvussu
verður við uppsøgnunum,
sum skrivstovufólkið óiv-
að fær um stutta tíð. Hesi
fólk hava verið á stov-
ninum í eini fýra - fimm
ár. Uppsagnartíðin er so-
statt millum fýra mánaðar
og hálvt ár.
Dagny