Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-03-13, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. mars 1991síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Sal Sokja sær heilsubót i Blåa Loninum Psoriasis-felagið skipar fyri viðgerðarferð til Bláa Lónið í Íslandi. Ferðin er ætlað bornum og ungum, sum hava psoriasis. At psoriasis sjúklingar kunnu fáa heilsubót í heimskenda og mineral- ríka hylinum nærhendis Keflavík á Suðurlandinum í Íslandi — Bláa Lóninum — ivast formaðurin í Fer- oya Psoriasisfelag, Leivur Guttesen, ikki í. Hann sig- ur seg vita frá fleiri, sum hava fingið heilsubót har. Felagið hevur tí fyrireikað eina viðgerðarferð til Bláa Lónið frá 6. til 20. apríl. Ferðin er serliga ætlað børnum og ungfólki úr sjey upp í fimtan ára ald- ur Ferðin verður ikki ó- keypis, men takkað verið góðum stuðuli frá millum eðrum Kiwanis, Iceland- air og Psoriasisfelagnum, kosta teir fjúrtan dagarnir í Íslandi ikki meira enn millum 1.000 og 2.000 krónur. Gist verður á Fer- oyska Sjómansheiminum. Ein leta er at koyra hað- ani til Bláa Lónið, men hetta er eingin trupulleiki. Kiwanis-felagið í Íslandi letur føroysku luttakarun- um ókeypis bil at nýta hesar dagarnar. Við á ferðini verður ein ferðaleiðari, umframt lær- ari, sum skal tryggia teim- um ungu luttakarunum, at ferðin ikki kostar mista skúlatíð. Áhugað kunnu venda sær til Majgunn Poulsen, Vestmanna, tlf. 24179, Sonju Djurhuus, Vest- manna, tlf. 24219 ella Leiv Guttesen í havn, tlf. 13254 og fáa nærri at vita um ferðina. Upplýsa um psoriasis Leivur Guttesen sigur, at felagið fer at leggja stóran dent á at upplýsa um pso- riasis-sjúkuna, sum eitt av hevuðsmálum felag- sins eisini er. Avtala er fingin við danska felagið um at teir 200 limirnir, sum eru í føroyska felag- num, kunnu fáa danska limablaðið sendandi, men pengar skulu eisini til. Í eini roynd at styrkja felagið peningaliga, skipar Psoriasisfelagið fyri stór- um bingo í Ítróttarhellini í Vestmanna 17. mars. Nógvir góðir vinningar eru fingnir til vega. Mill- um aðrar seks lomb til heystar. tór.- Føroya Deild: Amnesty International, Skrivstovan í Vágsbotni er opin månadag, miku- dag og fríggjadag kl. 11-16. Tlf. 15816 Higartil hava 250 fólk sæð ,,Harvey” á Oyrarbakka Nr. 50 — 13. mars 1991 Kaninleikurin eisini sýndur kring landið Tey, sum halda Elmar (Brynjålvur Borðoy) vera øran, tí hann altíð hev hann er, vilja hava hann á sjúkrahús, so hann kann fáa við borg Linklett), sum tó av misskiljingum sjálv verður innløgd. Sjónleikurin „Harvey“, sum sjónleikarar í Eydnuni á Oyrarbakka hava fram- ført fýra ferðir higartil, fer væntandi at verða spældur aðrastaðni kring landið eis- ini. Fyribils er tó ætlanin at sýna hann fram í Eydnuni í annadkvøld kl. 19 og sunnudagin kl. 17. Verða hesar sýningarnar væl vitj- aðar, verða sýningar eisini leygardagin sunnudagin. „Tá vit hava sýnt leikin nakrar ferðir aftrat her á Oyrarbaka, fara vit víðari við honum, og í fyrsta um- fari verður satsað uppá Vágar, Sandoy og Suður- oy,” sigur Brynjålvur Bordoy, id er ein av leikar- unum. Hann spælir sjålvur leiklutin sum Harvey, id er høvudspers6nur i leik- inum. Álvarsamt og stuttligt „Hetta er ein leikur, sum er bæði álvarsamur og skemtiligur í senn," sigur hann. „Samstundis sum hann er sera stuttligur, hevur hann cisini eitt slag av einum psykologiskum boðskapi at bera." Høvudspers6nurin Elmar er ein maður, ið tey flestu kanska halda vera í so býttan. Men hann er sálar- frødingur út í fingraspiss- arnar. Hann hevur arvað hópin av pengum eftir mamm- una, og gongur hann fullur hvgnn einasta dag á ymsum vertshúsum. Við sær hevur hann altíð eina ósjónliga kanin. Fólk dáma væl Elmar, har hann kemur, og ikki er sørt, at tey missunna hon- um tað sorgleysa lívið saman við ósjónligu kan- ini. So væl dugir hann at fara við fólki, at hann enntá fær sålarfrødingin á sjúkrahús- inum at gerast so gripnan av sær og sínum lívi, at hesin stingur av við Har- vey, sum kanin eitur. I síni "hulu" hond „Ég haldi hetta vera eina so Stuttliga lýsing, so sum Fimta sýningin verður í Eydnuni í annaðkvóld kl. 19 ur eina ósjónliga kanin við sær, har gjørt sítt sinni. Teirra millum er systirin Veta (Adel- Mynd: Kalmar Elmar hevur gll rundanum seg í síni hulu" hond,” sigur Brynjálvur, ið sum sagt spælir leiklutin sum Elmar. „Men hóast leikur- in er settur upp á ein rætti- liga stuttligan hátt, er kort- ini sum sagt álvari aftan- fyri og ein boðskapur uppii.” Georg L. Samuelsen hevur umsett leikin til før- oyskt, og er Kåri Øster leikstjóri. Adelborg Lin- klett år Klaksvim er vid sum gestaleikari. hj.