Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-03-13, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. mars 1991síða 7

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 50 — 13. mars 1991 Gunnleyg Durhuus, landsarkitektur við løgmann: Formaðurin einaraðandi - og tí leggi eg alla ábyrgd frá mær í sambandi við byggingina av Sjó- og Vektabúðini. - Eg kann ikki taka ábyrgd av eini bygging, eg onga ávirkan havi havt á, sigur Gunnleyg Durhuus m.a. i brævinum til løgmans S. februar i år setti lands- arkitekturin Gunnleyg Durhuus undirskrift sina undir eitt bræv til løg- mann. I brævinum frå- leggur hon sær alla åbyrgd Jórun í Dali, A-Plan: Hverki meir Tað er fyritøkan A-Plan, ið hevur staðið fyri pro- jektleiðslu og -eftirliti av arbeiðnum við Sjó- og Vektabúðini 0.ø. í Tinga- nesi. Men Jórun í Dali, arki- tektur, er ikki hugað at gera nakra viðmerking til málið. - Vit hava eitt vid- skiftafólk, sum vit gera eitt arbeiði fyri, og vit kunnu ikki fara at koma við almennum viðmerk- ingum til viðurskiftini okkara millum Einasta, ið Jórun í Dali vil upplýsa, er, at A-Plan hevur gjørt tey arbeiði, sum bygginevndin hevur bidid um at fáa gjørd. - Hvørki meira ella minni, sum hon tekur til. 6wh fyri milliónaprojektinum í Tinganesi, hóast hon sjálv hevur sitið í bygginevnd- ini. FORMAÐURIN SENSURERAR I nevndini hava umframt landsarkitektin sitið Mikkjal Helmsdal, formað- ur, Jóhan Djurhuus og Jalgrím Hilduberg. Tey bæði seinast nevndu vórðu vald í nevndina í 1988, Gunnar Hoy- dal var í nevndini av fyrstan tíð, men í januar 1989 tók hann seg úr henni. Gunnleyg Durhuus, landsarkitektur, mótmælir fyrst og fremst manna- gongdini í nevndini: formaðurin hevur sambært Gunnleyg Durhuus verið mestsum einaráðandi í nevndararbeiðnum. T.d. hevur hann noktað fyri at viðmerkingar skulu fórast í fundarbókina, hóast biðið hevur verið um tað; sostatt vísir fundar- bókin ikki eina sanna mynd av gongdini í mál- inum, vísir landsarkitekt- urin m.a. á í brævinum til løgmans. TØLINI KOMA OV SEINT FRAM Tað hevur eisini gingið striltid at fingið innlit í figgjarstøduna í projekt- inum. Ikki bara ti at figgjarstødurnar, sum nevndin hevur fingið, hava verið mánaðagamlar, so fleiri arbeiði eru komin aftrat, síðani tær vórðu gjørdar. Men bygginevndarfor- madurin hevur seinkad teimum uppaftur meira. Sum dømi nevnir Gunn- leyg Durhuus, at hon og Jalgrim Hilduberg ikki fingu taltilfar fyrrenn eftir summarfritidina i fjør, h6- ast hinir bådir nevnd- arlimirnir høvdu havt tað sidani april. NEI TIL LØGMANSBOD Tå Chr. Eli Lamhauge segdi seg frå sum nevndar- skrivara, setti landsstyri Iben Gravesen, fulltrúa á landsskrivstovuni. Men ti noktadi nevndarformad- urin fyri og setti Jógvan Nolsge á Landsverkfrød- inginum í stólin sum skriv- ari. Gunnleyg Durhuus fýlist eisini á, at alt ov lítið er fingið burturúr pengunum. Hóast bygginevndin hevur heimildir til at umsita peningin, so hevur hon eisini skyldu til at nýta hann á so skynsaman hátt sum gjørligt. ALT OV LÍTIÐ FYRI PENINGIN - Soleidis sum byggi- nevndin hevur virkad haldi eg ikki at bygginevndar- limirnir hava havt møgu- leika at styra byggingini og ansa eftir peninga- nytsluni, sigur Gunnleyg Durhuus m.a. i brævinum. Vid ødrum ordum: pro- jektid er alt ov dyrt. Ein partur, ið er alt ov dyrur, er samsýningin til projekt- ering og eftiriit. Hetta arbeiði er gjørt fyri rokn- ing av fyritøkuni A-Plan. - Tað kundi ikki broytast fyri tann partin, sum umfataði sjálvam projekt- eringina, tí avtalan var gjørd, tá eg kom í nevnd- ina, skrivar Gunnleyg Durhuus. - Men beinavegin bað eg um, at byggileiðsla og eftirlitið varð gjørt av A- Plan eftir føstum sáttmála- prísi, og hetta kravdi táverandi løgmaður Jógvan Sundstein, eisini, sigur Gunnleyg Durhuus. Men bygginevndarformadurin segði 'nei!”, og harvið varð tað! Gunnleyg Durhuus sigur at enda í brævinum til løg- mans, at hon ikki kann taka ábyrgdina av einum projekti, hon als onga å- virkan hevur havt á. INNANHÝSIS MÁL Sjálv hevur Gunnleyg Durhuus ongar viðmerk- ingar. - Hatta er eitt innan- hýsis skriv, sum eg havi sent løgmanni, og eg havi onga almenna viðmerking tl málið, sigur landsark- itetkturin, ið illa dylur sína undran yvir, at vit hava kunnleika til brævið. ówh Projektleiðsla og eftirlit: Óvanliga stór samsýning Samsýningin, sum fyri- tøkan A-Plan hevur fingið fyri projektering, projekt- leiðslu og eftirlit í sam- bandi við arbeiði í Tinga- nesi er útvið átta milliónir. Hetta er 27% av sam- taldu projektútreiðslunum og útvið 40% av ti, ið farið er til handverkara- útreiðslur t.d. og verður av teimum, sum Sosialurin hevur spurt, roknað sum sera høgt. Hetta arbeiðið er gjørt eftir rokning og ikki eftir sáttmála við føstum prísi. Men Jórun í Dali, A-Plan, vil ikki gera nakra al- menna viðmerking, - hvorki ul upphæddina ella til at arbeiðið ikki er gjørt eftir sáttmála. Hon vísir á, at arbeiðið er gjørt eftir avtalu millum partarnar og at hon ikki kann úttala seg alment um viðurskiftini millum seg og viðskiftafólk. Gunnleyg Durhuus. landsarkitektur, hevur í einum brævi til løgmann mett, at talan er um ar- beiðiði, ið er nakað trupl- ari enn vanligt, so tað kann liggja nakað oman- fyri tað vanliga. Hennara meting er, at hesin part- urin átti at verið gjørdur eftir sáttmála og ai útreiðslurnar áttu ikki at verið omanfyri fýra milliónir krónur. Tað eydnaðist ikki at fáa orðið á Mikkjal Helmsdal, formann i bygginevndini, áðrenn blaðið fór til prentingar. ówh sextett - — cr = — — fl — er Au „tt rt í> ——— „te LL: MIE UT div SKU matt“, na <snb åg LER KNR di