Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-03-13, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. mars 1991síða 9

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 50 — 13. mars 1991 tidindabladid "Í byrjannini var hvorki himmal ella jørð ella ting, bert ein gromm tráan eftir hita, mettu og svøvni. I grovum ælingum kom lívið, harðveður av eymleika fyltu títt frum-myrkur, stríðar áir av mjólk og tváandi vatni. Alsamt hvellandi keldur av góðum, spak- fórum ljóðum, sum ikki vóru orð enn. Umsíðir fingu eygu tíni sína fyrstu sál. Tú sást tað káma umhvarvið av teirri stóru livgevuni, upphavið til alt, hon sum skapar og heldur á lívi, tann Ævinliga." "Ja, áðrenn tú fataði sólina og dagin, birtist ljósið í tær, ta ferðina tú møtti ævinligu menniskjaeygum hennara." "Men uttanifrå at siggja, er alt bert ein stokkut stund, sum eitt stjørnuskot i náttini." Hesi try brot år fyrsta kappitli av Móðir Sjey- stjørnu, skaldsøguni, sum William Heinesen gav ut i 1957 å donskum og sum Hedin Brú før- oyskaði í 1975, stendur fyri mær sum nakað tað vakrasta sum er skrivað um byrjannina til lívið, jnnan heimslesnaðin. Týsmorgunin andaðist meistarin aftan fyri hesi brot og hann gjørdist gamal 91 ára gamalt. "Men uttanífrá at síggja, er alt bert ein stokkut stund, sum eitt stjórnu- skot í náttini." Tað er ein ríkur arvur William Heinesen leggur eftir seg, nú hann ikki longur dregur anda í heimsins nalva, Havnini. 17 ár eru ligin síðan eg fyrstu ferð kom í samband við hendan merkismann. Eg gekk í skúla niðri og skuldi skriva okkurt um før- oyskar bókmentir. Will- iam var góður at heita á, og hansara vitan hjálpti væl til. 11 ár eru ligin síðan eg fyrstu ferð hitti hann. Hetta var í samband við blaðmannaarbeiði. Tá vit skiltust segði hann: "Nú eru eg so ómetaliga gamal, at eg orki onki longur." Hóast tað, so hevur hann útgivið bøkur seinastu 11 árini, millum annað "Laterna magica". Hendan bókin angar av fråsøgugledi, og her situr William slóknaður 0 SÅ gamli rithøvundurin og lítur yvir lívið. Tú hevur ikki kenslu av, at hann er útbrendur, hann hevur so nógv oysa av og fråsøgu- gleðin lýsir av hvørji síðu. William hevur við sínum skaldskapi gjørt Føroyar heimskendar. Tí tað er føroyska sam- felagið við Havnini á odda, sum er høvuds iblåsturin til hansara skaldskap. William kundi verða sera speiskur, hann við- gjørdi tað sum fór fram i samfelagnum og átrúnað- urin var ein tíðandi partur í hansara skaidsøgum. Tad hevur verid skotid William fyri bógvin, at hann spottaði og speirak tey, sum vórðu andaliga virkin. Hetta haldi eg er heilt burturvið. Er tað at gera gjøldur burtur úr veruligum hendingum í samfelag- num at skriva um tær? Er tað at speireka, at skriva um átrúnarbólkar, sum ferðast innan fundamentalistiska fan- atismu? So eru eg sam- dur, so spottaði og spei- rakti hann. Men tað sum William skrivaði um, tað var nakað sum veruliga hendi í samfelagnum. Og umframt skald, so var Síða 9 William blaðmaður og skuldi hann skriva um føroyska samfelagið, so var ringt at koma uttan um átrúnaðarbólkarnar, sum rættuliga tíðum fóru yvir "gevind". Men nakað spottandi móti vanligari guðstrúgv, tað dugi eg ikki at hóma, sjálvt um eg havi verið gjøgnum allar skaldsøgur Williams fleiri ferðir Mín nidurstøda er, at William dámdi ikki tey sjálvrættvísu og dømandi og tey kann eg heldur ikki torga. Her eru vit rørandi samdir Eg kann ikki fjala utyvir, á £ Im SKII ? Y > r > ar“ andi maður í upp t skr k h W 1 HC jv að Þú i á r t ” n Á ál m in ra um ro 10 CI just Á ia fi r | rom á áa eftur næstu blaðsíðu William Var eitt suiltført menniskja, ein býarmynd sum nú er horvin. Hann var samfelagsliga virkin og ein hollur stuðul hjá Fridarrørsluni. Hetta fekk hann mangt høggið fyri, frá andaliga skralltómu øvundamonnum sínum. Men hann tók ágangin, sum tann heimsborgarin hann var, við tygn. Skot undir beltið rinu ikki vid, í hvussu so er ikki alment í skitnum blaðorrustum. William er farin. Stutti maðurin við bláu topp- húgvuni, skotsktternuta jakkanum og prukkuni er ikki longur at síggja undir Varða. Men William við sínumbókum, málning- um, klipum og tónleiki livir manna millum og tað fer hann at gera í ævir. "Rikur var arvurin tú legði eftir teg William, og tøkk fái fyri hann“. Jústinus Eidesgaard