mikudagur 13. mars 1991síða 12
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 12
Havnar Klubbi
foroyameistari
Tað var ikki tann stóri
spenningurin undan enda-
spurtinum í billardkapp-
ingini í ár. Havnar Klubbi
legði longu hini liðini
afturum seg, tá nakað var
útliðið. Fyrst tóku
»klubbamenn« nøkur
skjót tek fram um føroya-
meistararnar av
og tå leið móti endanum
var bara Mimir 1 eftir,
sum so dánt kundi javn-
metast við Havnar
Klubba í spælistyrki. Men
Mimir hevði eina næstan
ómeguliga uppgávu í síni
seinastu kapping, har tað
skuldi vinna á Havnar
Klubba við 14-4 fyri at
gerast meistari.
Tað hevði eingin vænt-
að, og so varð heldur ikki.
Við eini sera javnari
manning og nekrum av
okkara bestu billardspæl-
arum hevði Havnar
Klubbi líka frá byrjan í
kappingini í ár eina nokk-
so lætta uppgávu.
Feroyameistararnir av
Tvøroyri løgdu væl út við
at vinna stórt á bæði vág-
bingum og klaksvíking-
um, men so skjótt teir
mettu sterkari liðum,
gekk verri í hond. Teirra
spælarar vóru rætt og
slætt ikki nóg góðir til at
klára lið sum Havnar
Klubba og Mimir.
Við Eiriki Nielsen og tí
Tveroyri
nýggja spælaranum Stein-
grim Samuelsen á liðnum
var Havnar Klubbi longu
frá byrjan í eini lykla-
steðu. Spurningurin var
so bara, hvussu triði mað-
urin á liðnum, Eli Zacha-
riassen fór at klára seg.
Hann er ein av teimum,
sum hevur spælt longst,
men sum kortini kann
vera rættiliga ójavnur. Tó
so, tá tað ræður um at
vinna avgerandi dystir,
hevur hann ferð eftir ferð
víst seg at vera tann
drúgvari — eisini tá mót-
steðuspælararnir vóru av
landsins bestu.
Hyggja vit so nærri at
seinastu dystunum mill-
um Havnar Klubba og
Mimir, so var tað Eirikur,
sum stóð seg best. Hann
vann allar dystirnar og
hevði næstan 20 eygu í
meðal. Næstur honum var
Eyðfinn Hansen úr Mimi
við 4 stigum og omanfyri
17 eygum í meðal. Í helun-
um á honum kom Stein-
bjern í Dali somuleiðis við
4 stigum og omanfyri 16
eygum í meðal.
Eli Zachariassen vann
ein dyst og hevði eitt sítt
besta meðaltal í kapping-
ini, nærum 18 eygu. Stein-
grímur vann eisini ein
dyst, men hevði heldur
óvæntað eitt sera vánaligt
meðal. Hetta var niðan-
fyri 12 og er hansara vána-
ligasta úrslit í allari kapp-
ingini.
Men hesi 10 stigini
rukku tó til eitt 1. pláss og
væl tað. Havnar Klubbi,
sum nú í nekur ár hevur
verið úti í kuldanum, er av
sonnum komin inn aftur í
hitan. Úrslitið er avgjørt
rættvíst. Men tað eigur
eisini at verða sagt, at utt-
an Steingrím Samuelsen á
liðnum, hevði úrslitið
helst verið eitt annað.
Bronsan!
Avgerðin um bronsuna
fellur ikki fyrr enn kom-
andi leygardag. Tá verða
teir báðir seinastu dystir-
nir spældir. Vágbingar
vitja Marinustødina og
tveramenn skulu til
Klaksvíkar at spæla.
Tveroyrar Klubbi hevur
50 stig og Marinusteðin
41 undan hesum dystun-
um. Tveramenn eru tí
best fyri at vinna brons-
una. Men her er kortini
einki avgjert enn. Tí með-
an Marinusteðin skal
spæla móti vágbingum,
sum liggja í botninum í 1.
deild, so skulu tveramenn
spæla móti einum klaks-
víksliði, sum kanska ikki
hevur klárað seg so væl í
kappingini í ár, men sum á
heimaborði kann yvir-
raska gestirnar og vinna.
Mimir vinnari av 2. deild
Mimir er vinnari av 2.
deild í billard fyri lið.
Hetta er annað árið á rað,
at Mimir vinnur hesa
kappingina. Teir, ið hava
spælt á liðnum, eru Jákup
Hjaltalin, Mikkjal Mikkel-
sen og Heri Simonsen.
Hóast kappingin í 2.
deild ikki endar fyrr enn
komandi vikuskifti, er tað
longu greitt, at Mimir
verður ikki tikið. Liðið er
liðugt at spæla sínar dyst-
ir og hevur 87 stig.
Tað er eisini greitt, at
Havnar Klubbi 2 hevur
tryggjað sær 2. plássið.
Liðið spældi sín seinasta
dyst leygardagin móti
Tveroyrar Klubba 2 og
vann við 12 stigum móti
2. Við hesum úrslitinum
fekk Havnar Klubbi 2 til-
samans 81 stig.
Kappingin um tridja
plássið i 2. deild er tó enn
ikki lokin. Her fer kapp-
ingin helst at standa mill-
um tvøramenn og vág-
bingar. Tvøroyrar Klubbi
1 vann leygardagin á
Vágs Klubba við 16 stig-
um móti 2. Við hesum úr-
slitinum fluttu tveramenn
frá einum 7. plássi upp á
eitt 3. pláss. Havnar
Klubbi 1 og Tveroyrar
Klubbi 1 hava nú 58 stig
hver, men tveramenn
hava eitt spæliumfar eftir.
Vágbingar, sum eisini
hava eitt spæliumfar eftir,
hava í letuni 51 stig. Eis-
ini Klaksvíkar Klubbi
hevur ein lítlan meguleika
at gerast nr. 3. Teir hava
49 stig sum er og skulu
komandi vikuskifti spæla
móti vågbingum. Hin
dysturin í 2. deild kom-
andi vikuskifti er millum
Kaggan og Tveroyrar
Klubba 1.
Um tey einsteku úrslit-
ini frá kappingunum í 2.
deild leygardagin er vert
at leggja merki til, at tveir
av spælarunum hjá Tver-
oyrar Klubba 1 fingu sera
góð úrslit og helst teirra
bestu í ár. Tórur Holm
hevði næstan 14 eygu í
meðal, og Jens Pauli Poul-
sen hevði góð 13 eygu í
meðal.
Felagið Varðin
hevur ársaðalfund mikukveldið 27. mars
1991, kl.
20.00 á Hotel Hafnia.
Dagsskrá eftir lógini.
Nevndin
Nr. 50 — 13. mars 1991
FUT skipar fyri stórari páskakonsert 1. apríl:
Við donsku Flelfraz
og Hjarnum á palli
„Nei, tað er ikki april!”
Bæði Malan Thomsen
og Oli Olsen frá FUT
leggja áherðslu á, at tað, at
komandi páskakonsertin
verður sjálvan 1. apríl ikki
er ein roynd at lumpa eina
risastóra fjøld av fólki í
senn.
So vita vit tað. Tað er
altso páskakonsertin hjá
FUT, ið verður í ítróttar-
høllini á Hálsi 2. páskadag
kl. 21.
Í ár er hesin dagur
nevniliga 1. apríl.
Hendan dag fer FUT at
gera eina roynd at blása
lív í enn eitt frálíkt tón-
leikatiltak, sum ætlanin er
skal vera ein afturvend-
andi táttur á hvgrjum ári.
Vilja hava komandi
stjørnur hendanvegin
»FUT royndi seg vid ein-
ari påskakonsert fyri
tveimum árum sidani,
men hon eydnaðist ikki so
væl," siga tey bæði,
Malan og Óli.
„Ætlanin var tá, at Dr.
Hook skuldi vera við, men
hann kom ikki, og tí varð
rynt at gera eina kon-
surtferð aftur í 70'ini, men
hetta tiltak fekk tá ikki
serliga góða undirtøku.”
Tað, sum FUT nú hevur
í kvittanum, er at hava
páskakonsert á hv.ørjum
ári við útlendskari luttøku.
Innstilladir til tvinnar
Grammy-heidurslønir
Í ár verður útlendska lut-
tøkan úr Danmark, og er
talan um bólkin Fielfraz
av Fjóni, ið er á veg upp-
eftir innan danska tón-
leikaheimin.
„Vit satsa uppá ngvn, ið
enn ikki eru vorðin alt ov
kend, men sum heilt týði-
liga verða tað í nærmastu
framtíð,"sigur Oli Olsen.
»At koma hendanvegin
við útbrendum stjórnum
hugar okkum einki serliga
væl"
At Fielfraz veruliga eis-
ini eru í ferð við at gerast
nakað stórt, vísti seg m.a.
við Grammy-kappingini í
Danmark í farna mánað,
har teir fýra ungu fjón-
búgvarnir vóru innstillaðir
til ikki minni enn tvinnar
heidurslønir.
Hjarnar eru i gongd
„for fuld musik”
Men kortini verður ikki
bert talan um útlendskan
tónleik, tí eisini Hjarnar úr
Klaksvík verða við á
páskakonsertini hesaferð.
Hjarnar spæla nú aftur
„for fuld musik", og verða
teir í sera góðum formi til
konsertina 1. apríl.
Tað ljóðar m.a., at teir
hava innvant nakrar blás-
arar, so ikki kann annað
sigast, enn at Hjarnar av
sonnum vilja liva upp til
sítt góða umdømi sum ein
av allarbestu bólkunum,
vit eiga.
hj.