Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-03-13, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. mars 1991síða 11

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Er A % + Nr. 50 — 13. mars 1991 Síða 11 Jugoslavar gera uppreistur móti kommunista-stýrinum Hesar seinastu dagarnar hevur verið alt annað enn friðarligt í jugoslaviska hevuðsstaðnum Beograd. Leygardagin legði løgregl- an og herurin upp í tær stóru mótmælisgongurnar móti tí kommunistiska stýrinum í hevuðsstað- num Beograd. Tvey fólk doyðu og 76 vórðu lestað. Herurin brúkti stríðs- vognar fyri at steðga mót- mælisfólkunum, men tók teir úr aftur býnum sunnudagin. „ Hetta er ringasti ófrið- urin, sum verið hevur í Jugoslavia í meira enn 45 ár. Mótmælisgongurnar í seinastu viku vórðu steðg- aðar av táragassi, gummi- kúlum og vatnkanónum. Tað er stersti andstødu- flokkurin í landspartinum Serbia, sum stendur aftanfyri. Teir báðir odda- menninir í flokkinum, Vuk Draskovic og Jovan Marj- anovic vórðu báðir hand- tiknir undir mótmælis- gongunum. Tíðindastovurnar siga frá, at næstan 100.000 fólk vóru við í mótmælis- gongunum, sum eru nak- rar av teimum sterstu hig- artil. Hon var serliga vend móti forsetanum í Serbia, tí kommunistiska Slobod- an Milosevic og royndum hansara at fáa sterri eftir- lit við pressuni. Mót- mælisfólkini bóru plakat- ir, har Milosovic varð samanborin við bæði Saddam Hussein og Stal- in. Ófriðurin hesar seinastu dagarnar hevur ekt um spenningin millum Serbia og tær báðar meira vest- ansinnaðu republikkirnar Slovenia og Kroatia. Steðan í Jugoslavia hev- ur leingi verið spent, nú fleiri av republikkunum hótta við at taka seg úr samveldinum og taka fult sjálvstýri. Umframt polit- iskar ósemjur er eisini tal- an um etniskar trupulleik- ar, sum saman hotta við at upploys$J ugoslavia og harvið økja vandan fyri einum veruligum borgara- kríggi. Albanar venda heimlandinum bakið! — hava fingið nóg mikið av kommunistisku samfelagsskipanini Seinasti kommunistiski skansin i Europa, Albania, stendur neyvan til at bjarga. Hóast mynd- ugleikarnir í landinum hava lovað nýggjar tíðir og sterri demokrati við eitt nú frælsum vali, so hevur hetta ikki kunnað hildið vanliga albananum frá freistingini at royna eydnuna uttan fyri land- sins mark. Í farnu viku flýddu tús- undtals albanar til Italia, har myndugleikarnir hava fingið nakað at hugsa um. Tilsamans 20.000 albaar, fyri tað mesta ung fólk, komu fríggjadagin til italska havnarbýin Brin- disi umborð á fiskiskip- um. Italsku myndugleikar- nir hava ikki viljað givið hesum fólkunum innferð- arloyvi sum — politisk flóttafólk, ti teir halda tey vera rýmd av búskaparlig- um ávum. Og tað halda italiumenn seg ikki kunna gera nakað við. Tað má vera uppgávan hjá albansku myndugleikun- um at tryggja at búgvar tess fáa mat í munnin. Øl] altjóða pressan hev- ur vent eyguni móti hes- um italska havnarbýin- um, sum var hann hóttur av eini vanlukku. Teir fyrstu dagarnar hevdu al- banarar ongastaðni at vera enn at leita sær skjót í jarnbreytavognum og annars undir opnum Italska stjórnin hevur sagt frá, at hon er ikki sinnað og hevur heldur ikki møguleika at hýsa øll- um hesum albanarunum og longu sunnudagin tóku 3000 albanarar avleið- ingarnar og settu kós aft- ur móti Albania. Síðani er tað hent, at bæði EF og ST hava sent hjálp og hava albanar nú fingið innivist í skúlum. Fleiri teirra vórðu í gjár fluttir til eina legu hjá Reyða Krossi á Sisilia. Tíðindastovurnar siga úr Brindisi, at standurin hjá albanarunum hevur verið út av lagi ringur, men íbúgvarnir í Brindisi hava verið sera hjálpsam- ir. Tað verður lagt trýst á italsku stjórnina at taka stig til at hjálpa sínum grannalandi Albania burt- ur úr teirri kreppu, landið er í nú aftan á eitt komm- unistiskt miðaldarstýri í eitt mannaminni. Higartil hava italskir myndugleik- ar drálað við hesi hjálp, hóast tað aftur og aftur hevur verið ávarað um, at júst tað, sum hendi í farnu viku, er ein av natúrligu avleiðingunum av terv- andi italskari hjálp til Albania. Í letuni eru umboð fyri italsku stjórnina í Tirana, hevuðsstaðnum í Albania, har teir tingast um fram- tíðar hjálp. Ein ungur albanari, sum ikki hevur í hyggju at fara heim aftur, sigur við bretska sjónvarpið, at tey ungu við hesi „útferðÉ til Italia hava viljað víst al- bansku myndugleikunum á, at nýskipanirnar í land- inum ganga alt ov seint. Eisini er hetta gjert fyri at fáa italskar politikarar at rakna við og innsíggja, at grannalandið Albania hevur brúk fyri búskapar- ligari og aðrari hjálp. Teir konservativu taptu Fyrsta suppleringsval- ið í Bretlandi, síðani John Major tók við sum forsætisráðharri, gjørdist ein stórur ósigur fyri konserva- tiva flokkin. Við valið í Ribbie Valley, har teir kon- servativu hava átt ein sera tryggan sess við 19.000 atkveðum í meiriluta, taptu teir hesaferð so dyggiliga, at valevnið hjá teimum liberalu demokratun- um vann við næstan 7000 atkveðum fleiri. Valið varð hildið bert 100 dagar eftir at Margareth Thatcher mátti geva yvir valdið til tann nógv John Major Valúrslitið merkir, at teir konservativu eru noyddir til at broyta sín politikk á skatta- økinum. Tað er serliga talan um tann sera illa umtókta »Polltax«, ein kommunuskattur, sum er lagdur å allar familj- ur og har tær skulu gjalda eins nógv uttan mun til inntøku og ogn nørs yngra annars. Bretar sum heild eru i ødini inn å henda eykaskattin, og vid val- Ribbie friggjadagin úrslitinum i Valley hava teir konservativu fingið greið boð frá veljarunum: verður hesin skatturin ikki tikin aftur ella broytt- ur, so fer veljarin ikki at kjósa sær eina kon- servativa stjórn kom- andi valskeiðið. Bretar sum heild eru í eðini inn á henda eykaskattin, og við val- úrslitinum í Ribbie Valley fríggjadagin hava teir konservativu fingið greið boð frá veljarunum: verður hesin skatturin ikki tikin aftur ella broytt- ur, so fer veljarin ikki at kjósa sær eina kon- servativa stjórn kom- andi valskeiðið. Bretsk bleð skriva, at úrslitið av valinum er sera eyðmýkjandi fyri skattapolitikkin- um hjá stjórnini. Tað stóra blaðið Daily Mirror skrivar, at ósig- urin er ein vanlukka fyri John Maior, sum annars hevur vunnið undirteku millum fólk fyri sín politikk í Flógvanum Bretski arbeiðaraflokkurin hevði eisini stóra aftur- gongd við valið, men leiðararnir í flokkinum halda ikki at valúrslitið sigur nakað um steð- una hjá veljarunum í øllum Bretlandi til ar- beiðaraflokkin. Í hes- um valdeminum var tað bara liberali flokk- urin, sum kundi taka sessin frá teimum kon- servativu og tí hava nógvir veljarar hjá ar- beiðaraflokkinum val at stuðla tí valevnin- um, siga umboð fyri ar- beiðaraflokkin. Tað var annars rokn- að við, at Major fór at útskriva val í ellum landinum longu í juni í ár, um teir konserva- tivu fingu eitt gott úr- slit í Ribbie Valley. Nú verður ikki roknað við at valið verður útskriv- að fyrr enn tíðin er úti og t.v.s. í 1992. stora Major framvegis á odda Hóast tann dyggiliga ósigurin við eykavalið í Ribbie Valley í farnu viku, so vísa tær sein- astu veljarakanningar- nar, at John Major og konservativi flokkurin framvegis eru á odda. Sambært kanningini, sum verður kunngjerd í blaðnum Sunday Ex- press, hevði konserva- tivi flokkurin fingið 41% av atkveðunum, um val var nú. Labour hevði fingið 37% og teir liberalu 16%. 14 lond hava ) eiturvápn“ Ein frágreiðing, sum fregnartænastan hjá amerikanska herflotan- um hevur gjert, vísir, at umleið 14 lond um- framt Natolond og Sovjet hava kemisk eiturvápn. Sambært frágreið- ingini, sum New York Times hevur blaðað í, eru tað 10 lond afturat, sum royna at skaffa sær hesi vápn. Hesi lond hava sam- gym srael, Suðurkorea, Taiwan, Burma, Kina, India, Iran, Irak, Libya, Norðurkorea, Sýrialand og Vietnam. Onnur lond, sum meguliga hava kemisk våpn, eru: Argentina, Angola, Cuba, Laos, Somalia, Indonesia, Suðurafrika og Thai- land. - +