Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-03-14, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. mars 1991síða 7

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 51 — 14. mars 1991 Síða 7 Arnstein Niclasen, formaður í SEV-stýrinum og umbodsnevndarlimur: Tey fingu alt at vita „Vit góvu fundarfólkinum eina frágreiðing um húsakeypið, sum gekk út í æsir við øllum, sum hevði við tað at gera," sigur Arnstein Niclasen. „I frágreiðingini var bæði greitt frá máls- gongdini, prísinum og tí løgfrødisliga hesum viðvíkjandi." At einki kom fram á fund- inum, sum kundi geva teimum 71 SEV-umboðs- nevndarlimunum, ið vóru møttir á fundinum í Havn týsdagin gott innlit í alt, sum er farið fram í sam- bandi við húsakeypið, er Arnstein Niclasen ikki samdur við tey 6nøgdu umboðini um. Sjálvur sat hann á ein hátt báðumegin borðið á hesum góða eykaumboðs- nevndarfundi, tí umframt at sita í sjálvum stýrinum fyri SEV, er hann eisini valdur í umbodsnevndina sum umboð fyri Tórshavn- ar Býráð. Hetta hevur tó ikki tað stóra uppá seg. Greiddu frå øllum »Hvussu hini eru nøgd vid fundin, veit eg ikki, men vit gévu i hvussu er eina sera gjølliga frágreið- ing um alt tað, sum farið er fram í sambandi við húsa- keypið," sigur Arnstein Niclasen. „Vit fortaldu fyri um- bodsnevndini, hvussu farið er fram allan vegin frá Á tl Z, so einki skuldi ligið eftir." Hann sigur, at bæði málsgongdin og alt við- víkjandi prísinum varð lýst út í æsir, so eingin skuldi havt fyri neyðini at ivast í, hvat er farið fram. Aðra løgfrødisliga meting av málinum „Umframt hetta, so fingu tey eisini frá sakførara fel- agsins, Dánjali Magnussen eina sera greiða og úttóm- andi útgreining av gllum tí løgfrødisliga í málinum," Sigur stýrisformaðurin. „Tey, ið høvdu kallað saman til hendan eyka- fundin, løgdu eina aðra løgfrødisliga meting fram um målid, men hesari var sakførari felagsins ikki samdur vid teimum i,” sig- ur Arnstein Niclasen vid Sosialin. Ikki énøgd yvirhøvur Amstein Niclasen sigur vid Sosialin, at hansara inntrykk av fundinum var, at fólk stórt sæð vóru nøgd við tað, tey fingu at vita, og at hóast onkur tosaði um at fáa kallað saman til fundar av nýggjum, so var hetta ikki nøkur gjøgnum- gangandi stóða millum fólkið, ið var á fundinum. „Tað, tey fingu at vita frá okkara síðu, var rætti- liga uttømandi, haldi eg,” sigur hann. „Og annars hevur tað verið rættiliga týðiligt allan vegin gjøgn- um hetta mál, at tey, ið halda seg hava havt okkurt Arnstein Niclasen, for- maður í SEV-stýrinum og umbodsnevndarlim- ur, Hanus Joensen, formaður í umboðs- neyndini og Klæmint Weihe, stjóri í SEV. Mynd: Kalmar at finnast at, eru farin til blødini og blødini og fjøl- midlarnar, heldur enn at koma og tosa vid okkum, og so få alt tad at vita frå okkum, tey vilja hava at vita.” hj. , Såmal Johansen til minnis Månadagin 11. mars andadist Såmal Johan- sen, Såmal i Vik, 91 åra gamal. Hann var ættaður ur Haldórsvík, føddur 31. oktober 1899. Mestu tidina var Såmal lærari i Vågi, har eisini kona hansara, Betta, sum doyði fyri nøkrum árum síðani, var lær- ari. Her settu tey búgv og búleikaðust og virkaðu við skúlan í Vági. Bern teirra eru Marita, Ragnar og Finnur. Tá Betta og Sám- al legdu niður lærarastarvið, fluttu tey til Havnar í 1972 og búðu uppi á Varða hjá dóttrini og versoninum. Sámal tók prógv á Feroya Læraraskúla í 1926 og longu 1. september sama ár var hann lærari í Vági og sat í hesum starvi til hann vegna aldur legði frá sær í 1967. Frammanundan hevði hann arbeitt, so sum vanligt var hjá føroyingum í teirri tíð- ini; hann var til skips, til lands, í Íslandi, róði eisini út frá heimbygd síni Haldórsvík. Í 1920 fer hann á Askov háskúla og er har í 1920-22, í 1923 fer hann á læraraskúlan í Havn. Sámal í Vík setti á so mangan hátt spor eftir seg. Umframt lærarayrkið tók hann lut i so mongum í heimbygdini Vági: var sóknar- stýrislimur frá 1/1-1935—31/12-1950, í 1948- 50 formaður og aftur frá 1/1-1963—31/12- 1966, formaður árini 1963-64-65. Men nútíðin kennir Sámal í Vík sum hin mikið fjáltáttaða skrivandi mannin, ið sera væl dugdi at greiða frá lívinum, so sum tað var livað á bygd í eini farnari tíð, um hvussu harðbalið og umskiftiligt arbeiðslagið var hjá føroyinginum at vinna sær til livsuppi- hald, bæði heima og við fremmandar strend- ur. Hansara mongu skrivligu keldur verða nógv brúktar og lisnar, hansara mál er liv- andi og fast hevur hann undir fótum, tá hann leggur fram sínar endurminningar og frá- sagnir í skrift. Og so ikki at gloyma hansara frágera kynstur, at siga frá stuttligum sum ødrum hendingum og tilburðum. Vit, sum komu at kenna Sámal frá polit- iskum felagsskapi, fingu fatanina av manni, ið greitt og grundfest dugdi at leggja fram síni sjónarmið. Vit minnast Sámal Johansen við virðing og lýsa frið yvir minnið um vinsæla og trúgva vinin Sámal í Vík. Jákup Lindenskov