Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-03-14, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. mars 1991síða 8

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 tíðindablaðið Nr. 51 — 14. mars 1991 Til minnis um William Heinesen William Heinesen var ikki nakar Hann elskaði orðini og nenti sær ikki at vera pírin við Hinvegin var hann um- hugsin, tá hann valdi tey og setti tey saman. Hvert orð hevði sín lit og sítt ljóð og fekk sess samsvar- Hetta kemur til sjóndar eitt nú í skaldsegu hans- ra Det gode håb, 1964. Bókin er Hemingway teimum. 1 nesum anal 1 eitt slott, bygt av eini ør- grynni av fremmandorðum og donskum orðum, tú ikki sær á al- faravegi. Tað kann ti vera torført at finna Williami ein bás í tjúg- undu aldar bókmentasegu. Kanska er hann á ein hátt skyld- ur við barokktíðina. Tað er neyv- an av tilvild, at honum dámdi væl sálmaskaldið Kingo, og at ein av yndiskomponistum hansara var Georg Friedrich Hándel. verður, at William var fleirlistarmaður. Hetta er kanska rætt. Men so má leggjast aftrat, at hann var fyrst og fremst skald, og at sonnu dýpd hansara finnur tú bara í skaldskapi hansara. Hann gjørdi skreytir í trimum bókmentagreinum, sum hann helt fram at dyrka og fullfíggja. Størsta lopið gjørdi hann sum yrkjari. Einki løgid er i hesum, millum Arktiske Elegier, 1921 og Panorama med regnbue, er ein hålv øld. Merkiligt var at siggja i 1972, tá henda seinna bókin kom, at einki av tí eysturlendska fongi, sum europeisk andsmenni drógu um stokkin í hesum zenbuddhist- iska tíðarskeiði, var Williami ó- kent. Hann mótmælti tí desakralisering av alheiminum, sum t.d. Jacques Monod umboð- aði. Hetta sigur eitt sindur um evni hansara at halda sær ungum og kvæmum. Hann, sum var at kalla vaksin, tá morðið í Sarajevo skakaði heimin, var framvegis — í sjeytiárunum — mentur at lofta tíðarrákinum. Havnin kom at vera inngangur og útgangur hjá Williami. Hann var feddur í Bringsnagetu og vaks upp í tí tá nýggja býarpart- inum, har Heinesens hús stóðu. Havnin var í uppvekstri hansara lítið meira enn tann søguligi høv- uðsstaðurin, Tinganes, reynini, býlingarnir eystan fyri Havnará. Her sleit William sínar barna- skógvar. Og Havnin vaks inn í huga hansara, hennara sega, hennara fólk, hennara andi, fá- tækradømid, tann fatti høvud- burðurin. Hann lýsti sín heimbý í Sagt einum hópi av stuttsegum og setti — í trimum skaldsegum — sín ljóskastara á trý tíðarskeið í býarins segu, krígsárini (Den sorte gryde), tíðina undan fyrsta heimsbardaga (De fortabte spille- mænd) og Gablatíðina (Det gode háb). Teiti, komikkur, tað høgtids- liga og tað festliga — alt hetta er at finna í skaldskapi Williams, sum hevuðstema ella í glottum og eykasetningum. Men hann grundar eisini yvir lívsins stór- mál — og tá verður hann hættis- ligur. Áhugaverdast av teimum verkum hansara, har roynt verð- ur at glímast við óndskapin, er eftir mínum tykki De fortabte spillemænd, 1950. Í roynd og veru lýsir henda bókin — ið ber á brá at vera kriminalskaldsøga — ikki óndskapin, heldur óndskap- arins strategi í einum góðtrúnum mannaheimi. Við bókini um Matte-Gok, nihilistin, sum verð- ur borin í gullstóli av hugtiknum fjøldum, hevur William kanska í roynd og veru avdúkað eitt ser- foroyskt, socio-religiest ella polit- iskt paradigma. Ein sjónleik, sum fer at verða tikin uppaftur eisini í komandi tíðum. Fransmenn hava eitt fyri- brigdi, teir rópa >hillanna náttar- galar«. Teir meina her við tær bøkur, sum liggja gloymdar og syngja á stevutum bókahillum. Eingin av bókum Williams fekk hesa vanlagnu. Summar teirra vaktu enntá ans og elvdu til rok. Maurentius Viðstein tekur so- leiðis til um ta mótteku, Den sorte gryde, 1949, fekk: >Onkur bókaummælari beindi rithovund- in sjálvan í >reyðapottin< fyri „Den sorte gryde«. — So dyggi- liga reiggjadi William koyrilin — og so meint sveid tad eftir«. Drugvast var tad henda sama bókin, sum gjørdi, at fólk góvu ilt frå sær aftur i åttatiårunum. Tad er i hesum sambandi hugvekj- andi, at William fekk tey, id gjara út til tey gudiligu, ímóti sær. Ein djúp religiøs lívssjón eyðkennir allan skaldskap hansara. Men kanska var hetta hansara stóra misbrot — at hann tók religi- ónina í álvara. Sum listarmaður verður Willi- am eitt fyridømi og ein kelda til íblástur hjá ellum, sum fáast við skapandi virki í Føroyum. Kanska er tað ikki av leið at peika á, at hetta fyridomi fevnir um aðrar virkisgreinar enn list- ina. Í hesum tíðum, tá føroyingar standa og himprast uttan fyri eitt Europa, sum er um at gerast eitt fíggjarligt og mentunarligt stórveldi, er tað stuttligt at peika á, at William á ein hátt longu hevur víst vegin. Alt gott at siga um okkara knáu ítróttarfólk. Men tað var William Heinesen, sum — við at flyta út foroyska dygdarvaru — á fyrsta sinni gjørdi land okkara heimsgitið. Hann vísti við hesum á einastu gongdu leiðina hjá okkum, vinnu- liga sum listarliga. William er farin. Eftir hann stendur eitt hús, prýðiligt og vandaliga gjørt. Tað hevur litað vindeygu. Nærkast tú, sært tú, at har skyggir í karaflum og ljósakrúnum. Gjøgnum salir tess ljómar tónleikur, ið kundi mint um Feuerwerksmusik. Atgongd- in er ókeypis. Hanus Andreassen