Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-03-15, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. mars 1991síða 7

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 52 — 15. mars 1991 Síða 7 Barbara til Føroya Fyrimyndin til skaldsøguna "Barbaru", Estrid Good fer i dag at fylgja trimenninginum Willi- am Heinesen til gravar Kvinnuliga fyrimyndin til heimkendu skaldsøguna »Barbara” hjå Jørgen Frantz Jacobsen, Estrid Good er komin til Føroya. Hon skal i dag fylgja skyldmanninum William Heinesen til gravar. Jørgen Frantz Jacobsen var óeydnusamt åstartikin av hesi kvinnu og hon gav íblásturin til skaldsøguna, ið er eitt satt meistaraverk, har kvinnulyndi, svart- sjúka (jalousi) er høvuds- tema. Jørgen náddi ikki at gera skaldsøguna heilt lidna. Hann hevði ikki skrivað seinasta kappitulin, men gjøgnum drúgva bræva- sambandið, hann hevði við syskinabarnið William, hevði hann greitt frá, hvussu bókin skuldi enda. Tí varð tað lætt hjá Williami at leggja seinastu hond á verkið. Jørgen Frantz Jacobsen doyði heilt ungur av tuberklum. Estrid Good er ein gomul kvinna seinast í áttatiárunum, og hon hevur í mong ár verið gift í Irlandi. Estrid hevur ferðast víða, og hon var leingi einastu kvinnuligi limurin í danska Even- tyrernes Klub. William Heinesen fer til gravar í dag. Jarðarferðin verður úr Havnar Kirkju klokkan 13.00. Livimátin hjá William Heinesen hevur verið sera vánaligur í longri tíð, og seinastu tíðina sat hann blindur. jústinus William Heinesen fer til gravar úr Havnar Kirkju í dag. Mynd: Kalmar Stórfingin hókagáva Fróðskaparsetrið hevur fingið alt savnið hjá Eiðisdoktaranum v ið føroyskum bókum á R. K. Rasmussen, vanliga nevndur Eiðisdoktarin, læt tá hann doyði Árhus Uni- versiteti við testamenti savn sitt av føroyskum bókum. Bøkurnar fór ul stovnin Vestnordisk Institut á universitetinum. Men fyri nøkrum árum síðan var Vestnordisk Insti- tut niðurlagt, og eingin hev- ur beinleiðis síðan varað av bókunum hjá Eiðisdokt- aranum. Tær vórðu ongan- tíð skrásettar, meðan tær vóru niðri. Bøkurnar eru nú komnar til Føroya. Mánadagin tók Føroyamålsdeildin á Fróð- skaparsetrinum ímóti teim- um. Har eru fleiri heilt gamlar bøkur. Fleiri teirra átti Fróð- skaparsetrið ikki framman- undan, og tær eru heldur ikki ul at fáa hendur á. Tað eru føroyskar bøkur, smárit og bøkur um Føroyar. Fleiri av bókunum hevur R. K. Rasmussen fingið frá høvundanum sjálvum, sum skrivaði í bókina. T.d. eru fleiri bøkur eftir Victor Danielsen. Fyrsta bókin, sum kom út á føroyskum, er við í gåv- uni. Tað er Evangelium Sankta Matthæussa aa Før- isk og Dansk, sum Schrøter tyddi. Bókin kom út i Randers i 1923. Bøkurnar verða nú skrå- settar og ganga inn i bóka- savnið hjá Fróðskapar- setrinum. randi Jóan Hendrik W. Poul- sen, Eyðun Andreas- sen, leiðari á Føroya- málseildini og Henning Berg Simonsen, bóka- vørður, við fyrstu bók- ini, ið kom út á før- oyskum