fríggjadagur 15. mars 1991síða 8
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
Elin Súsanna Jacobsen:
»Folkarædi«, »serkunnlei
- Limakommunurnar
mugu
taka upp spurningin, um tær
vilja lata sær lynda at hava so
lítla åvirkan á
„ hvussu luta-
felagið SEV verður stýrt, skriv-
Elin
ar
umboðsneyndarlimur,
Súsanna Jacobsen,
í frá-
sógn síni frá fundinum græk-
arismessudag
Umboðsnevndarfundurin
í SEV á grækarismessu er
nú farin aftur um bak,
men harfyri ikki úr hugan-
um; onkustaðni í heilan-
um gnagar ein tanki um,
hver meining er í at varð-
veita verandi stýrisskipan
við umboðsnevnd, stýri
og fyrisiting.
Hevur umboðs-
nevndin hægsta
vald í felagnum?
Í umboðsnevndini eru í
letuni 80 limir, sum lima-
kommunurnar velja eftir
stedd á fólkatali. Teir um-
boða sostatt stórar og
smáar kommunur úr øll-
um landinum, sum ikki al-
tíð hava somu krev og
ynski um, hvussu teirra
lutur í SEV skal umsitast.
Í hvussu er teir umboðs-
limir, sum umboða sterri
kommunur, hava íkki
greiðar reglur frá komm-
unustýrinum, sum hevur
valt teir, um hverji áhuga-
mál teir sum SEV-um-
boðslimir fyrst og fremst
skulu hava í huga. Har
umframt umboða teir
ymsar politiskar flokkar.
Sostatt hava umboðslim-
irnir fyrst og fremst við-
tøkurnar hjá SEV og sína
egnu sanntering og sam-
vitsku at halda seg til, tá
ið mál verða legd fram til
teir at taka steðu til. Kjak
og orðadráttur á umboðs-
nevndarfundum hjá SEV
kunnu sigast at endur-
spegla, at umbodsnevnd-
arlimirnir umboða nógv
ymisk áhugamál; spjað-
ingin er so stór, at tað er
torfert at koma ásamt um
nakað, sum meguliga
gongur ímóti tí, sum
leiðslan leggur fram til
samtyktar.
Umboðsnevndin skal
eitast at hava hægsta
vald í felagnum. Men av tí
at umboðsnevndarlimir
flest einki hava við dag-
liga raksturin at gera,
mugu teir líta á tær upp-
lýsingar, sum verða lagd-
ar fram á aðalfundi. Tað
eru stór tæl, vit tosa um,
stórar ílegur í mun til
landsbúskapin sum heild,
og tað kann tynkja sam-
vitskufullar umboðs-
nevndarlimir at skula
verða við til at taka steðu
til so stór mál, ikki minst
tí roknskapir og onnur tel
eru so lítið útgreinað, at
tað kann vera torfert at
meta um, hvat ið býr
aftanfyri.
Amboðini, ið umboðs-
nevndin hevur at útinna
sítt »hægsta vald< eru i
royndum at taka steðu til
roknskap og fíggjarætlan
hjá felagnum. Siður er, at
roknskapur og fíggjarætl-
an verða legd fram sum
ein heild, sum tú antin má
góðkenna ella vraka sum
eina heild. Tá ið vit góð-
kenna eina fíggjarætlan,
geva vit stýrinum heimild
til at nýta pening felag-
sins til ílegur, sum har eru
nevndar. Tað átti tí at ver-
ið heilt greitt, til hverji
endamál stórar ílegur á
fíggjarætlanini eru ætlað-
ar til, ið hvussu er tær
ílegur, sum koma undir
lógargreinina, sum sigur
at umboðsnevndin skal
samtykkja mál, sum
binda felagið við at keypa,
selja og veðseta fastar
ognir og taka lán, og mál,
sum til muns vaksa um fe-
lagsins virksemi
Húsakeypið
Men soleiðis er ikki. Í
fleiri ár hevur umboðs-
nevndin góðkent fíggjar-
ætlanir, har ein postur æt
»umsitingarbygningur i
Tórshavn<, og alla tíðina
hava vit vitað, hvenn
bygning vit hava tosað
um.
Stýrið og leiðslan hava
higartil á umboðsnevndar-
fundum vart byggiætlan-
ina á Hálsi. Sum rímiligt
er, máttu vit spyrja,
hvussu tað bar til, at stýr-
ið nú mátti ganga frá øll-
um, sum teir fyrr høvdu
sagt tala fyri at halda fast
um byggiætlanina, sum
væntandi hevði kostað
einar 50 mio. kr. Í letuni
hevur SEV brúk fyri ar-
beiðsplássi til 28 fólk í
fyrisitingini. Leiðslan
upplýsti, at tað ongantíð
hevði verið ætlanin at
Í
hava goymslurúm í hús-
unum á Hálsi, men bara
eitt heli til 9 linjumenn, og
tað kunnu teir fáa í kjall-
aranum á hesum húsun-
um, ið SEV nú keypir, og
har sum er, er pláss fyri 42
starvsfólkum. — Óbein-
leiðis hava stýri og leiðsla
tískil viðgingið, at tann
ætlaða byggingin á Hálsi
var eitt ert og alt ov stórt
projekt. Tað hava fleiri
sagt áður, so tað kundi
stýrið eisini havt við-
gingið fyrr í staðin fyri at
tvíhalda um byggiætlan-
ina líka fram til januar
1991.
Stýrið varð sum vera
man eisini spurt um, hví
tað júst hevði sett sær fyri
at keypa hesi húsini, og
hvussu teir vóru komnir
fram til júst henda prísin.
Vit fingu ikki nektandi
svar. Teir segdu seg hava
hugt at eðrum húsum eis-
ini (nevnd vórðu Albert-
hall, húsini hjá Finnboga
Arge, Derek Brockie 0.0.),
men antin hóskaðu tey
ikki í stedd, ella dygdin
var ov vánalig, >bilskúra-
kvalitetur< varð nevnt.
Hverjar heimildir
hevur stýrið?
Ein annar spurningur,
sum nógv orðaskifti var
um, var um hvar markið
gongur fyri, hvat stýrið
kann taka steðu til uttan
at spyrja umboðsnevnd-
ina. Her vístu vit til gr. 4
stk. 10 i vitøkunum, sum
sigur at umboðsnevndin
skal samtykkja m.a. mál,
sum hava við keyp, selu
og veðseting av festum
ognum at gera, og at taka
lán, men fingu at vita, at
stýrið hevði mett seg
hava heimild til at keypa
uttan at spyrja umboðs-
nevndina.
Vit hava nú fyribils
tvær ymiskar legfreðilig-
ar tulkingar av hesi para-
graff. Skal hon tulkast so-
leiðis sum Dánjal
Magnussen vil vera við,
hevur hon áls ongan týdn-
ing. Alt í alt má sigast, at
soleiðis sum lógir og av-
gerðir verða vendar og
snaraðar av stýrinum, so
hevur umboðsnevndin
ógvuliga trongar megu-
leikar at ganga ímóti tí,
sum leiðsla og stýri hava
sett sær fyri at fáa ígjog-
num. Hetta vísti seg hesa
ferð sum so mangan fyrr.
Álitisviðurskifti
Umboðslimir eru íkki
valdir eftir, um teir hava
nakran serkunnleika til at
reka eitt el-felag, men um-
boða umvegis >fólkaræð-
ið“. Stýrið verður valt
burtur úr umboðsnevnd-
ini, og tí er heldur eingin
trygd fyri, at stýrislimir
hava nakran serkunn-
leika, men teir mugu eftir
ferimuni (eins og umboðs-
nevndin) líta á tær upplýs-
ingar, teir fáa frá stjóran-
um og fyrisitingini ann-
ars. Tí er tað so umráð-
andi, at álit er millum um-
boðsnevnd, stýri og fyri-
siting.
Víst verður tað sagt, at
tað stendur umboðs-
nevndarlimum frítt at
spyrja seg fyri á SEV-
skrivstovuni og biðja um
upplýsingar. Men taka vit
hetta mál um umsitingar-
bygning sum demi, so
hevur tað í veruleikanum
ikki so stóran týdning, um
leiðslan sigur seg vera
fúsa at lata upplýsingar
frá sær eftir áheitan.
Eingin kundi varnast, at
nakað var at spyrja um
viðvíkjandi bygg-
ing/keypi t.d. í tíðarskeið-
num millum seinasta um-
boðsnevndarfund 18. de-
sember 1990 og vikurnar
fram, til tíðindini bórust
um, at SEV-stýrið nú
hevði broytt ætlan við-
víkjandi umsitingarbygn-
ingi.
Nr. 52 — 15. mars 1991
Á umboðsnevndarfund-
inum á grækarismessu
nevndi stjórin, at tað
hevði verið óarbeiðsligt
hjá fyrisitingini, um um-
boðsnevndin skuldi verið
kallað saman hverja ferð
steða skuldi takast til
mál, sum stungu seg upp í
tíðini millum aðalfundir-
nar. Tað vil altíð so vera,
at tað í summum førum
má vera ivi um, hvar
markið liggur, so leingi
myndugleikin er býttur
sundur millum fyrisiting,
stýri og umboðsnevnd.
Men tá umboðsnevndin —
»hægsta vald felagsins<
— enn ikki sleppur at at-
kveða um undirtøka er
fyri einum fundarstjóra,
sum verður skotin upp á
fundinum, so eru vónirnar
smáar fyri at kunna seta
spurningar av meira prin-
sipiellum slag undir orða-
skifti.
Stýrið ásannaði á fund-
inum, at tað ikki hevði
kunnað umboðsnevndina
nóg væl í málinum um um-
sitingarbygning, og lovaði
at taka annað skinn um
bak. Men tað er í sjálvum
sær ikki nóg mikið, at
stýrið gevur umboðs-
nevndini eitt lyfti um, at
upplýsa betur í framtíðini.
Tí framvegis hava vit als
onga trygd fyri, at ikki
tað sama hendir aftur: at
tað sum umboðsnevndin
samtykkir, verður broytt,
og stýrið verjir framvegis
sín rætt til at broyta og
snara tílíkar samtyktir og
til at taka avgerðir, sum
av rettum eiga at verða
lagdar fyri umboðsnevnd-
ina.
Happy marriage?
Alt bendir á, at neyðugt er
ki« og SEV
at endurskoða viðtekur-
nar hjá SEV allar sum tær
eru. Sum tað nú gongur,
er hepisleyst at halda
fram við at fyrigykla sær
eitt »happy marriage<
millum »folkarædi« og
„serkunnleika<, soleiðis
sum fyrimyndin kanska
hevur verið, tá ið viðtek-
urnar hjá SEV í sínari tíð
vórðu orðaðar.
Tá ið samanum kemur,
má hetta vera ein spurn-
ingur, sum limakommun-
urnar taka upp, um tær
vilja lata sær lynda at
hava so lítla ávirkan á,
hvussu lutafelagið SEV
verður stýrt og rikið.
HÚSAGLUGGIN
Gluggin til ta foroysku fa-
miljuna. Sera smidligur og
lættur at handfara. Ramma,
karmur og beslag 100 mm
breitt. Stødd eftir ynski
Tilboð givið óbindandi.
Bíligari og betri.
370 MiQvagur - Tlf. 32411 .
Teletax 33073
fjórðingi.
Navn:
Bústaður:
Bygd/býur:
Eg gerist haldari av Tidinda-
da blaðnum Sosialinum og fái
# blaðið 5 ferðir um vikuna.
Haldaragjaldið er kr. 200,- fyri ársfj.
Haldarar uttanlands gjalda kr. 235.-Jársfj.
Goldið verður ongantíð fyri fleiri blød enn
tey, ið eru eftir at koma í einum árs-
- Sosialurin - sosialurin - sosialurin - sosialurin - Sosialurin - sosialurin - sosialur
dd
>
Box 76
110 Tórshavn
Kannad postverkinum
.=
3
.
(771
8
E
3
.
177]
&
£
5
2
&
r
3
.æ
7)
á
"
3
.T
(7,
8
"
5
æ
7
3