Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-03-15, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. mars 1991síða 10

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Fríggjadagin kl. 19.00: Lívið um tey 30 Michael og Elliot sita á skrivstovu síni og tosa um ymiskt í sambandi við, at fyritøkan hjá teimum er hildin uppat. Tey práta eisini um hvussu tey hittust á fyrsta sinni, og hverjar hendingar ferdu til at tey byrjaðu fyritøkuna, og hvat gjørdi, at hon mátti halda uppat. Áðrenn tey vita av, sita tey og brigsla hverjum ødrum. Fríggjadagin kl. 22.03: Roger Dann, Brian Aherne og Anne Baxter Am COCK filmur frå 1953 eftir Alfred Hitch- Otto Keller, sum arbeidir hjå kirkjumyndugleikunum i Quebec, kemur ni kirkjuna i prestakjóla og sigur a skrifta fyri fadir Michael. Har sigur hann seg sekan i at hava myrt advokatin Vilette, og fadir Michael fær hann at lova at fara til løgregluna beinan- Men hetta ætlar Otto ikki, og hann veit, at Michael slatrar ikki, ti hann hevur tagnarskyldu. Legreglan veit, at onkur i prestakjóla er sæddur rýma frá morðstaðnum, og eftir- sum faðir Michael í sínari tíð var trúlov- aður við einari kvinnu, sum var hótt av Vilette, fellur illgrunin á hann. Faðir Michael verður ákærdur fyri morðið, men heldur seg aftur at verja seg, orsakað av tagnarskylduni, og Otto heldur seg vera tryggan nú Leikarar: Montgomery Clift, O. E. Hasse, Anne Baxter, Karl Malden, Brian Aherne, Dolly Haas. vegin at melda seg sjålvan Leygardagin kl. 16.10: A-Team Vónarinnar hús Alkoholistarnir í einum ávísum eki hverva so við og við, og lata eingi spor eftir sær. A-Team ger av at kanna, hvat liggur aftanfyri. Hannibal letur seg í gomul klæði og fer út millum alkoholikar- arnar at vita, um hann finnur útav onkr- um. Har hittir hann ein mann, William, sum er erindasveinur hjá einum millión- ingasoni, Robert Colton. Hesin rekur ein handil at hjálpa fólki at gerast ein annar, og hann leitar eftir monnum við tí rætta hárlitinum, eygnalitinum o.a. Leygardagin kl. 22.00: Murdur by Reason of Insanity Amerikanskur filmur frá 1985 bygdur á veruligar hendingar. Adam og Ewa Ber- wid eru eitt polskt par, sum flutti til Amerika, har tey droyma um eina ljósa framtíð. Men tað gongst ikki, sum tey ætlaðu — arbeiðið hjá Adam gongst illa, meðan Ewa klárar seg væl, og hetta hev- ur Adam ilt við at góðtaka. Hon roynir at hjálpa honum, men hann verður bert harðligur, og at enda verða tey skild, og tá ið Adam í rættinum hóttir við at drepa Ewu, verður hann innlagdur til sálarliga viðgerð. Meðan Ewa roynir at liva víðari, roynir Adam at verða útskrivaður sum skjótast, so hann kann hevna seg. . Leikarar: Candice Bergen, Jurgen Prochnow, Hector Elizondo, Eli Wallach. Sunnudagin kl. 18.30: The Golden Girls Mr. Terrific hevur bjóðað Rose út. Hann arbeiðir við barnasjónvarpi, og hon bjóð- ar honum saman við vinfólki sínum eis- ini. Allar genturnar fjeppast uppi í hon- um, m.a. Dorothy, sum leitar eftir einum arbeiði fyri summarið. Honum vantar hjálp í arbeiði sínum, og Dorothy fær ar- beiðið. Hon klárar seg so væl, at hon sleppur at halda fram, meðan mr. Terrific verður uppsagdur. Sunnudagin kl. 19.00: The Money Pit Tom Hansk og Shelley Long Amerikanskur filmur frá 1986. Anna og Walter eru góð. Anna, sum er violinistur, hevur verið gift við dirigentinum Max og býr framvegis í íbúð hansara, men Walt- er flytur skjótt inn til hennara. Men tá ið Max kemur heim, eftir at hava verið uttanlands, noyðast Anna og Walter skjótt at leita sær eftir onkrum eðrum at búgva í. Ein vinmaður hjá Max vísir teimum á eini >dreymahús< og tey flyta fegin. Men skjótt síggja tey, at húsini eru lítið verd, veggir, tak og gólv detta niður, og handverkarar noyðast í gongd, og hetta er teimum kostnaðarmikið. Av tí sama fáa tey trupulleikar innanhýsis, og tað dámar Max væl. Sunnudagin kl. 21.45: Remington Steele Dr. Lindstrom er erkymlaður, tí onkur hevur stolið morfin á sjúkrahúsinum hjá honum, og tá ið ein av kvinnuligu lækn- unum knappliga hvervur, setir hann seg í samband við Remington Steele og biður teir kanna málið. Laura og Remington fara til verka á sjúkrahúsinum — hann sum sjúklingur og hon sum lækni. Mánadagin kl. 19.00: Stingray Stingray verður raktur á miðjari nátt av løgregluovastanum Nelson Riskin, sum biður um hjálp. Riskin er ákærdur fyri morð á konu sína. Riskin sigur, at hann er ósekur og var saman við starvsfelaga sínum Bonnet, tá ið morðið varð framt, men hesin noktar. Stingray trýr Riskin og fer til verka Nr. 52 — 15. mars 1991 Emilio Estevez og Richard Foronjy Mándagin kl. 20.03: Repo Man Am. filmur frá 1984 — sciencefiction og skemt. Segan er um Otto, sum er punk- ari, hann arbeiðir við at krevja inn fyri ógoldnar bilar. Ein peningamongd er lovað tí, sum finnur ein Cheva, sum koyr- ir í Los Angeles. Ferarin er granskari og koyrir við eini atombumbu í viðferisrúm- inum — ella er tað ein vera onkra aðra- staðni frá? Týsdagin kl. 19.03: Buck And the Preacher Sidney Poitier Am. western frå 1972. Buck var einaferð kavallerisergentur i nordurstatsherinum, men eftir kríggið innanhysis gavst hann. Nu fylgir hann leyslatnum trælum, sum royna at sleppa vestureftir. Buck og kona hansara, Ruth, arbeiða nógv fyri at hjálpa teimum, men fáa nógvar trupul- leikar av tí. Millum trælirnar er ein fyrr- verandi prestur, sum elskar pengar hægri enn Gud.. Týsdagin kl. 22.03: Mike Hammer Gamli vinmaðurin hjá Mike, Charley Danvers, er órættvíst ákærdur fyri at hava framt eitt bankarán, og Mike lovar at hjálpa honum. Hann finnur skjótt okk- urt spor, sum hann finnur ein av banka- ránarunum eftir. Men hóast hóttanir vil hesin einki siga um hinar — allir høvdu skort fyri andlitið, hverja ferð teir hitt- ust. Meðan Mike er har, verður maðurin myrdur, og Mike tekur eitt kort og ei flog-ferðaseðii úr lummanum honum hjá Mikudagin kl. 19.00: | Por í hjørtum Jonathan bjóðar Jennifer eitt vikuskifti í Santa Luesa. Men tey eru ikki meira enn komin, tá hittir hon Mike Huntingdon, mannin hjá einum næmingi hjá henni, Emily Jensen. Mike sigur, at Emily er deyð. Hon tók lívið av sær fyri fáum vik- um síðani. Hann skilir ikki, at ein so lívs- glað skuldi gera tað. Jennifer skilir púra einki. Hon fer at gera nærri kanningar, kanna hvat Emily fekst við seinastu tíð- ina, og áðrenn hon veit av, eru hon, | Jonathan og Mike í lívsvanda... Mikudagin kl. 22.55: King's Rhapsody Enskur filmur frá 1955 við Errol Flynn í hevuðsleiklutinum. Filmurin er bygdur á musical hjá Ivor Novello. Richard av Laurentia kongur, vendir aftur til heim- land sítt, eftir at hava livað í útlegd. Av politiskum grundum noyðist hann at giftast við prinsessuni Christiane, men kærleiki er ikki uppi í. Tí letur kongurin frillu sína búgva í einum húsum beint við síðuna av, og so livir hann sítt dupultlív Hósdagin kl. 16.30: The Witches and Grinnygog Paul Curtis Ensk sendirød í 6 pørtum bygd á bók hjá Dorothy Edwards. Ein kirkja, St. Cuth- berts, verður niðurtikin og har eru nógvir steinar. Millum teir er eitt lítið steintrell, sum einaferð varð dyrkað sum ein gudur. 1. partur Lítla steintrellið dettur av einum lastbili, og førarin verður kløkkur. Eingin sær nakad løgid i hesum, uttan Colin og Nan og vinfólk teirra Jimmy, Ellie og Dave, sum øll halda, at okkurt gåtuført er við hasum trellinum. Hósdagin kl. 22.03: Mike Hammer Ungi Billy Wayne er deyður av skotsár- um. Mike verður ólukkuligur at frætta tað, tí hann hevur leingi roynt at hjálpt Billy. Billy letur eina mynd eftir seg, og tá ið Mike sær hana, veit hann hvar hann skal finna drápsmannin. Hósdagin kl. 23.00: WKRP In Cincinnati Tíðindastjórin á WKRP, Les Nessman, fær at vita, at hann skal halda seg burtur frá umklæðingarrúminum í ítróttarekin- um, tí onkur av spælarunum hevur sagt, at hann er homoseksuellur. Les verður ógvuliga keddur — letur vindeygað upp og ger seg til reiðar at loypa...