Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-03-16, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. mars 1991síða 2

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tinden - Ábyrgdarblaðstjóri: Krisjan Dahl Blaðfólk. Randi Jacobsen - Térfinn Smith Útgevari: — P/f Sosialurin Dagny Joensen - Ólavur W. Høgnesen Hilmar Jan Hansen - Justinus Eidesgaard Fyritaksstjóri sys Krisjan Dahl Ljósmyndari. Kalmar Lindenskov Uppseting. P/f Sosiaturin Prent P/t Pressan 1981 Bústaður: Argjavegur 26 Telefon Postadressa: Postsmoga 76 119 Tórshavn 14720 Argir 11820 Telefax: Sjóvinnubankin byrjar saneringina VIT frættu í tíðindunum hós- kveldið, at Sjóvinnubankin hevði gjørt av at koyra fiska- virkini bæði í Sandoy á húsa- gang. SKULDIN í virkjunum báðum segðist at vera uml. 85 milj. tilsamans — væl hægri enn hugsingur kann vera um at niðurgjalda, næstan uttan mun til hvussu nógvan fisk virkini fáa. Ætlanin er at fáa samlaðu skuldina niður á ein- ar 35 milj. krónur, also strika tær 50 miljónirnar, harav bankin 26 milj. og tað al- menna 24 milj. SO vítt so gott, serliga at virk- semið ikki verður lagt stilt, men hildið fram av felag, ið vónandi fæst stovnsett skjótt. SPARINGAR av meira ratio- nellum rakstri og samstarvi eru mettar til einar 3 milj. krónur árliga. Hetta skal iva- leyst muna, um talan »bert« Q 1 N - | ME Spsigale DD” Q LS g > ES S verður um at forrenta og av- draga tær 35 milj. krónurnar. AT ein av leiðunum, sum gangast må, er stórri sam- starv millum virkini og at øll ikki gera tað, er einki at ivast í. Men skal hetta gerast til muns í framtíðini, eru vit eis- ini noyddir at fjøltåtta vgruúr- val okkara munandi — og kanska als ikki avreiða til, men meirvirka hålvlidna vøru og ávís fiskasløg á onkrum virkjum. OKKUM er ikki greitt, hvussu nógv bankin og landið við hesi ætlan missa í hvørjum virki sær, heldur ikki um tol bankans mótvegis báðum virkjunum nú var toygt líka langt. MEN eru gjaldsskyldur ikki hildnar, so er tað í skipan okkara bankanna og annara rættur at krevja húsagang — næstan uttan mun til eftir- støduupphæddir. Og er met- ing teirra, id figgja, at hetta er einasta loysn fyri at tala um framhaldandi virksemi, må tað sleppa at standa sina roynd. nú MA DE AG z in við hesum tiltaki, óviljað ella ikki, má sigast at hava loypt hvøkk á virkisleiðslur kring landið og kanska eisini ruskað eitt sindur upp millum teirra, sum nú ongantíð ov skjótt og saman við peninga- stovnunum mugu gera sær bestu møguligu hugsanir um, hvussu vinnumynstrið á stovnunum kring landið átti at verið einaferð í framtíðini. HETTA er lættari sagt enn gjørt. Råvøran er næstan ikki til longur og ískoytisfiskurin, ið verða skuldi álitið, er enn 6- vissur. Men hóast »styring« í ANNAÐ er, at Sjóvinnubank- Politiski stuðulin og blødini hesum tíðum er mest at kalla ókvæmisorð, slepst ikki und- an henni. Vit kunnu ikki for- svara, at arbeiðslagið við kanska ovursentraliseringum verður broytt so ógvusliga, at bæði skúla- og bústaðarviður- skifti liggja í skeljasori um nøkur få ar. HETTA verður neyvan trupul- leikin i Sandoy, men kann gerast tað aðrastaðni, um frægasta møguliga ætlan ikki verður løgd fyri teimum strukturbroytingum, ið íkki slepst undan innan høvuds- vinnu okkara. Alifóður og Havsbrún Vit hava skilt, eisini á Dagblaðnum, at tey 20 túsund tonsini, vit fyribils hava fingið loyvi til at veiða eystanfyri, helst øll verða landað uttanlands. Orsekin er hægri prísurin, eitt nú í Danmark. Tey, ið skil hava fyri al- ing, siga øll, at lodnan er best hugsandi fóður til endamálið. Ti má sigast, at hesin >lodnuútflutning- ur« er stórt spell fyri fer- oysku alivinnuna — ser- stakliga um vit kanska skulu keypa somu londu aftur uttaneftir sum dýrt fóður. Birgir Danielsen sigur í Dagblaðnum, at ein studningsmunur upp á eini 10 oyru til landingar í Feroyum, sammett við tið donsku verksmiðjur- tar lata, hevði gjørt mun- in. Studningurin er helst ætlaður at koma úr sama kassa sum allir aðrir studningar. Í okkara so sera liberalu tíðum talar kortini onki fyri sterri studningi nakran veg. Alarar allir keypa sjálv- sagt bíligasta og besta fóðurið — føroyskt ella út- lendskt og hægri toll á út- lendskt góðtaka alarar ikki. Men spurningurin er kanska, um ikki tað hevði verið rætt av alivinnuni sjálvari at stungið hevdini saman við Havsbrún og kanska funnið onkra av- talu um ávíst kontraktað felagskeyp — vónandi fyri ein prís, báðir partar kundu hjálpst við. Albyl-politikkurin Ein Símun hevur í sein- astu Oyggjatíðindum les- arabræv við yvirskriftini „almenn sparing«, og tað er ikki smávegis av upp- skotum um stórar spar- ingar hann hevur at vísa á. Hann sigur m.a.: Stór rationalisering er byrjað á Postverkinum. Telefonverkið og aðrir al- mennir stovnar standa nú fyri tørni. Allur tann al- menni sektorurin skal nú gjøgnum eina skjóta gjøgnumgongd og ratio- nalisering frå botni av. Har eru minst 250 milj. at spara årliga. Oli Jacobsen, lagsformadur, sitt: Vidv. fiskivinnuni, har pamparapolitikkur Ola Ja- fiskife- fær eisini cobsens (her manglar okk- urt) vadskitarnir fåa akku- råt líka nógu burturúr sum teir, ið fiska nakað. Pamparapolitikkur — Ola Jacobsens má fáa ein bráðan enda. . og so víðari, men endar, hóast nógva brigslið, við eini niðursteðu, sum flest ell næstan kunnu taka undir við. At vinnan má loysast úr sínum tyngjandi almenna hafti sum snarast, albyl- politikkurin hevur ongan- tíð skapað varandi loysn- tr. Vinnan skal avgjørt skjótta sær sjálvari sum mest. Men vit kunnu ikki einvíst taka undir við, at stuðulin heftir vinnuna, men at ov nógv hava nýtt hann sum kodda, er eingin ivi um. Evnið hevur verið við- gjørt bæði væl og virðiliga av leikum sum lærdum í seinast- uni. Fyrstur at taka táttin upp í hesum umfarinum var »Fimmarin« í Útvarpi Feroya. Keglið í bløðum og aðrastaðni hevur síðan verið nógv og hartil hart. Ikki tí, Sosialurin sum blað við tilknýti til størsta flokk á tingi hevur sanniliga latið sær nógv kjafta- slit lynda í so máta — uttan at nakar tó hev- ur kunnað sagt okkum nakað nærri um, hvussu nógv ella lítið vit hava fingið av hes- um pengum. Onkuntíð hevur eisini verið frammi, at Þútlending- ar« figgja rakstur okk- ara — at vit bart ut vóru leigusveinar fyri útlendsk áhugamál. Hesi sjúkligu talu hava vit sjálvsagt ikki hirt aftursvar, vitandi hvaðan tað kom, men eftir seinastu evundar- herðindini um al- menna politiska upp- lýsingarstuðulin, sum ávíst blað aftur hesu- ferð visti at siga, at Sosialurin fekk bróðurpartin av, varð í blaði okkara glepsað aftur um ymiskar fat- anir av, hvat ið eisini kundi »teinkjast« at vera alment. Í hesum viðfangi varð >Alma< kanska óheppisliga nevnd. Tí skulu vit yvirfyri Al- mannastovuni og endurútbúgvingini or- sakað, at hesir stovn- ar komu upp í kjakið.