Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-03-16, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. mars 1991síða 3

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 53 — 16. mars 1991 Í farnu viku var Marita Petersen, landsstýriskvinna í skúlamálum, í sjónvarp- inum og greiddi frá eini ætlan um at fáa settan á stovn studentaskúla í Klaksvík. Hugskotið aftanfyri hetta uppskot er, at klaksvíking- ar so skulu kunna ganga í skúla, har teir búgva. Sum er, ferðast teir næmingar úr Klaksvík, ið ganga á studentaskúlanum við Gøtugjogv, við Tern- uni um Leirviksfjørd hvønn morgun og so heim- aftur seinnapartin, tá skúl- in er liðugur. Sámal í Skorini, ið er rektari við studentaskúlan við Getugjógv, er als ikki samdur við teir tankar, Marita Petersen hevur gjørt sær um ein studenta- skúla aftrat. „Vanliga grundarlagið fyri hvgrjari eind av stu- dentaskúlum, er at 30.000 íbúgvar eru í økinum,” sigur Sámal í Skorini. „Hetta hóskar væl saman við verandi uppbyti, tí teir næmingar, sum í dag hoyra til studentaskúlan í Hoydølum, koma úr einum øki vid 30.210 íbúgvum, meðan restin, ið hoyrir til skúlan her, kemur úr einum samlaðum gki við 17.275 íbúgvum." Verður so eisini hugt at tólunum á íbúgvum í Norðoyggjum samanborið við talið á næmingum hag- ani, sum ganga á studenta- skúla við Gøtugjogv, sæst, at Norðoyggjar ikki eru undirumboðaðar. Ein ella tveir um árið „Í fólkatali eru Norð- oyggjar 29 prosent og í næmingum 24 prosent, so talan er ikki um nakran markantan mun, ið kann rættvísgera, at ein skúli kemur aftrat, tí ov fáir næmingar koma úr Norð- oyggjum av tí at teior noyðast at ferðast ímillum við ternuni hvønn dag,” sigur Sámal. „Gera vit pro- senttølini um til tal á næm- ingum, verður talan um ein ella tveir um árið." Tað hevur ofta verið ført fram, at alt tað unga fólkið hvørvir úr Norðoyggjum, tí tað skal burtur at ganga í skúla. Men samstundis er tað júst tað sama, ið hvønn morgun hendir kring Skålafjørdin og aðrastaðni í teimum økjunum, ið hoyra til skúlan við Gøtu- gjógv. Hagani fer eisini alt fólkið aðrastaðni at ganga í skúla. Og eins og norðoyingar, skulu eisini tey tíðliga av húsum um morgunin, ið koma úr Norðstreymoy og Norðeysturoy. Síða 3 Sámal í Skorini um uppskotið um studentaskúla í Klaksvík: Ikki gott at slíta skulan sundur „Tað er einki serligt, ið peikar á, at færri klaksvíkingar fara á studentaskúla, tí teir noyðast at sigla um Leirviksfjør0,” sigur Sámal í Skorini. „Nóg mikið er við teimum tveimum studenta- skúlunum, vit hava her í landinum frammanundan.” „Nú er nóg mikið tosað og kannað í sambandi við stu- dentaskúlan, og eg haldi ikki, at okkum tørvar at hoyra fleiri grundgevingar verða framlagdar, tí nú má vælsaktans alt verða sagt, ið sigast skal ,* heldur rektarin við studentaskúlan við Getugjógy, Sámal í Skorini. Bert fáar avlýsingar »Harnæst hava í mesta lagi fimm avlýsingar verið um árið við Ternuni, síðani studentaskúlin kom við Gøtugjågv,” sigur rektarin. „Í meðal er talan um tríggjar skúladagar, norð- oyingarnir missa um árið av hesum." Sámal í Skorini leggur stóran dent á, at tað fyri hansara viðkomandi er líkamikið, um skúlin ligg- ur í Klaksvík, á Kambsdali ella vid Gótugjógv: „Tað, sum umræður, er at vit ikki slíta skúlan sundur, tí tað kann ongan- tíð koma at loysa seg. Skúlin má liggja á einum stað," sigur hann. „Tí vil eg siga tað soleiðis: Skal nakað av skúlanum til Klaksvíkar, so skal alt!” Hann sigur, at tey hin- vegin væl kunnu liva við, at ætlaða skúlabyggingin á Kambsdali verður toygd Mynd: Hilmar Jan yvir fleiri ár, bara hon ikki verður steðgað og byggi- ætlanin slept. „Nú er nóg mikið tosað!" „Nú er nóg mikið tosað og kannað í sambandi við hendan skúla, og eg haldi ikki, at okkum tørvar at hoyra fleiri grundgevingar verða framlagdar, tí nå má vælsaktans alt tað verða sagt, ið sigast skal í hesum máli," sigur rektarin. „Vit hava í fleiri ár sæð so nógvar nidurstødur, álit, kanningarúrslit og hvort av sínum verið lagt fram, at nú munnu gll hava hoyrt meiningarnar hjá øllum.” Ti heldur hann tað ikki vera klókt nú at koma fram við enn einari nýggjari ætl- an, sum bert seinkar einari heildarloysn. Tvær milliónir brúktar Í hesum sambandi vísir Sámal í Skorini eisini á, at bæði skitsuprosjekt, for- prosjekt og heildarprosjekt eru gjørd liðug í sambandi við skúlabyggingina á Kambsdali, og tvær milli- ónir krónur eru longu brúktar til hetta: „Tað, sum okkum tørvar her á landi, eru breiðar semjur millum politikarar, so breiðir og sterkir meirilutar kunnu semjast um, at nú skulu vit gera soleiðis og soleiðis," held- ur hann. „Nú er stødan so, at stórar ætlanir verða broyttar grundleggjandi fjórða hvert ár, ella so ofta val eru, og nýtt fólk kemur framat valdinum." Við ødrum orðum mælir hann til ætlanir, sum flestu flokkarnir kunnu semjast um, so tær kunnu verða gjøgnumførdar og hildnar. Ein heilan skúla til 60 næmingar Sum er, eru 59 av teim- um tilsamans 179 næming- unum vid studentaskúlan við Gótugjógv úr Norð- oyggjum. Hesir 59 eru í trimum ár- gangum, sum so aftur eru innan fimm greinar, tey velja sær. „Tí má tað siga seg sjálvt, at grundarlagið fyri at seta ein studentaskúla aftrat á stovn við kanska 60-70 næmingunum í Norðoyggjum, er sera lít- ið," sigur Sámal í Skorini. „Og at 40 næmingar ganga á HF-skeiðnum í Klaksvík, ger heldur ikki grundarlag- ið fyri hesum skúla stórt betri." hj. Næmingtøl á linjum og greinum tann 1. jan. 1991 179 næm. (59) fe te |= fø Mat. 43 (1241) Marita ikki at hitta Sosialurin royndi í gjár at fáa fatur á Maritu Peter- sen, landsstýriskvinnu í skúlamálum, sum er kom- in fram við uppskoti um at seta á stovn ein studenta- skúla aftrat, sum skal vera í Klaksvík. Men tíverri eydnaðist ikki at fáa fatur á henni í Fyrrapartin var lands- stýrisfundur, og seinna- partin var hon burturstødd í sambandi við jarðarferð. Sosialurin fer tó at royna at fáa eina viðmerking frá henni til týsdagsblaðið, so hon bæði kann sleppa at greiða nærri frá uppskot- inum, og eisini gera við- merkingar til tað, Sámal í Skorini, rektari við stu- dentaskúlan við Gøtu- gjógv, sigur við Sosialin í dag hesum máli viðvíkj- andi. hj. FEET -| Q Vendeibo Marmuláta 1 kg => 88 (-) 58 æg så KH: 3 28 > Fo Talvan omanfyri vísir býtið millum næmingar við Gotugjógv, sw sum eru uttanfyri Norðoyggjar og teir, ið eru úr Norðoyggjum. Tølini í klombrum eru næmingarnar úr Norðoyggjum. „Eftir hesum tølunum dugi eg illa at síggja nakað grundarlag fyri at seta á stovn ein studentaskúla aftrat, tí á onkrari linju verður bert ein næmingur," sigur Sámal í Skorini, rektari við studemtaskúlan við Getugjógv. „Sum er høvdu í meðal verið 5 næmingar i hvørjum av teimum 12 flokkunum." Í Ág TE OG Så Så R.