Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-03-16, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. mars 1991síða 4

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 RE sosialurin Håkun Thorkildshøj, skattafulltrúi, um teir listinlærdu: Vit kenna hatta væl - men talið á teimum, sum við beráddum huga royna at sleppa sær undan skatti, er ikki serliga stórt Hákun Thorkildshgj, skattafulltrúi (leiðari á skattadeildini á Gjaldstov- uni), kennir væl 'fyrin' aftur, sum vit umtalaðu í blaðnum í gjár: fýrin, sum danir rópa 'professionel restant'. Hann kennir allar lógargreinar - í skattalóg, partafelagslóg, húsagangs- lóg o.s.fr. - og ger alt fyri at sleppa sum lættast. Í ANNAÐ NAVN Eydnast “gongur tað so gongur tað -spælið hjá hesum slagnum, so fær eitt nú skattavaldið ikki hendur á peningi, tað egur á hjá viðkomandi. Teir kunnu skylda skatt, men skjóta seg innundir, at teir einki eiga; í veruleikanum hava teir flutt allar sínar ognir í annað navn, - hjá sam- búgvandi maka ella øðrum ella sum partafelag. Eru áognararnir so nær í hølunum á teimum, at teir eru um at brenna seg, so kunnu teir finna uppá at koyra partafelagið á húsa- gang og harvið brenna flestu áognararnar av. VIT KENNA TEIR - Jú, vit kenna nakrar av hasum slagnum, sigur Hákun Thorkildshgj, men hann leggur aftrat, at teir eru ikki nógvir í tali. Hvussu nógvar fýrar av hesum slagi, talan er um, er hann sera treyður at siga nakað um. Hann upplýsir, at millum teirra eru einstakir útlendingar, sum eru heimahoyrandi aðra- staðni. Skattafulltrúin sigur, at tað mangan kann vera trupult at sleppa framat teimum. Partvís kunnu ognir teirra sum nevnt standa í øOrum navni, men hóast tær standa í navn- inum hjá viðkomandi, so er oftast veð lýst í teimum frá annara síðu. - Tað kann kortini hava týdning at lýsa veð í skuldini, tí tað minkar um kredittvirðið hjá viðkom- andi, um tað er tinglýst, at hann skyldar skatt, sigur Hákun Thorkildshøj. HUSAGANGUR Skattadeildin hevur ikki gjørt nógv burturúr at koyra skattaskuldarar á húsagang. Oftast kemur skattaáognin so niðarlaga, at hon fæst ikki inn, ikki minst í hesum tíðum, tá prísirnir á arbeiðstólum og føstum ognum eru lækk- andi. - Men vit hava nú sett sjótul á og gera tað, tá eingin annar møguleiki er. Hákun Thorkildshgj sig- ur, at fleiri av hesum professionellu “brenna seg” fyrr ella seinni, sum hann tekur ul. Fáa eftirstøduf6lk pengar um Gjaldstovuna, t.d. fyri eitt arbeiði fyri tað almenn, so hevur skatta- deildin heimild at taka upp í 65%. Mest brenna teir seg, tá alt steðgar upp hjá teimum og teir noyðast at átaka sær A-skattað lønar- arbeiði. Tá noyðast teir at gjalda eftirstøduna, og tað kann taka fleiri ár. TEIR KUNNU VERA FRAMMANFYRI - Gera tit nakað fyri at fara “út eftir pengunum', um eg so má siga? Hákun Thorkildshgj: - Ja, tað gera vit, og roynd- irnar vísa, at meira vit gera, betri skerst. Men spurningurin er, hvussu nógva orku, vit eiga at brúka uppá ein trupulleika, umfatar persónar. Hann upplýsir, at hetta er sera tidarkrevjandi ar- sum beiði, og ofta av Sær. - Teir hava bara seg sjálvar at hugsa um, og kunnu tí ofta vera eitt fet so fáar liggur skattadeildin sjóvarfallið Nr. 53 — 16. mars 1991 frammanfyri okkum, ið eisini skulu hugsa um aðr- ar uppgávur á deildini. TALIÐ MINKAR Hákun Thorkildshgj sig- ur, at nú tíðirnar eru so trongar, kann roknast við, at fólk fara at hugsa meira um skattin yvirhgvir, men hann roknar við at talið av beinleiðis professionellum minkar, tí onkrir teirra fara at renna seg fastar. Hann nevnir eisini, at talið av professionellum útlendingum eisini fer at minaka. ówh Tann listinlærdi við pantifútan: Malena eigur leðursofuna Vinnuforboð fyri skuldarar skuldi ikki verið neyðugt, hóast tað hevði verið brúkt í fleiri fórum Kári Poulsen, pantifúti, er ein teirra, sum gongur á hurðina hjá teimum, ið hava eftirstødu. Hann greidir frå, at tå vit tosa um hetta slagið av eftir- stóðufólki, so yppa teir bara øksl og siga, at teir eiga ikki Oyra. KUNNU SITA VÆL HJA OGNAR LEYSUM - Og tá situr tú inni í stovuni hjá viðkomandi í eini leðursofu fyri 50.000 kr., greiðir hann frá. Spyrt tå so, hvør ið eigur, so er tað makin ella onkur ann- ar, so har er eingin møgu- leiki at panta. Kári Poulsen er samdur við fulltrúðanum í, at talan er um fáar persónar. EINIR 50 - Einar 50, og tá er talið ikki sett ov lágt, heldur hann og leggur aftrat, at upphæddirnar hjá teimum ikki samtalt koma uppá tveysifraðar millióna-upp- hæddir. I SO NOGV AVGJØRT Bædi Håkun Thorkildshøj og Kåri Poulsen halda, at tað hevdi verið í so nógv avgjørt, at sett eina lóg um vinnuforboð í gildi. Teir eru samdir í, at tað er óheppið at tað ber til at sleppa sær undan við at skifta navn og vinnu- forboð kundi forða hesum; men teir halda ikki at trupulleikin er ikki nóg umfatandi til eitt so stórt stig. - Samfelagið er so lítið, halda teir, at trupulleikin avmarkar sjálvan, halda teir. seg HEVDI VERÐIÐ BRUKT Kåri Poulsen heldur, at rættast hevði verið at ktavt nógv meira enn 10.000 krónur sum minstamark fyri partapeningi í parta- feløgum. - Men eg ivist ikki i, at hevði ein lóg verið, sum gjørdi tað møguligt at geva skuldarum vinnu- bann, so hevði hon kunna verið brúkt í fleiri fórum, sigur Hákun Thorkilds- høj. ówh