leygardagur 16. mars 1991síða 6
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 53 -— 16. mars 1991
= 8
'Trolbátur
sokkin
4 Norðingur úr Klaksvík rendi
ejáramorgunin á land og sakk
Feroyar ein
fyrimyndin
Nøkur av svensku
starvsfølkunum i pri-
meru heilsutænastuni i
Stokholm vóru fyrra-
partin í gjár og vitjaðu
kommunulæknan
Anniku Olsen og
skrivara hennara í
vidtaluhølunum hjá
læknanum á
Berjabrekku
Starvsfólk í primeru heilsutænastuni í Stokholm eru i Fóroyum og
kunna seg um heilsurøktina her. Svóríki hevur nakað at læra, tí tær
stóru heilsumiðstóðirnar, sum tey hava har, eru ikki rætta loysnin,
halda tey
Læknar plaga at fara til
Svørikis, tá teir skulu
útbúgva seg meira, ti í
læknavisndini er Svøriki
langt, langt frammanfyri
okkum.
Men tad ber eisini til at
koma ul Føroya at síggja
nakað, ið er betri enn í
Svøriki.
Hósdagin komu 50 fólk úr
Stokholm til Føroya. Tey
starvast øll i primeru heilsu-
tænastuni, t.v.s m.a. komm-
unulæknar, jarðamgður,
sjúkrasystrar, læknaskriv-
arar og fólk frá umsitingini.
Í gjár býttu tey seg sundur
og fóru m.a. til kommunu-
læknarnar í Havn. Í dag
gongur leiðin í Eystur-
oynna, har tey m.a. skulu
vitja heilsumidstødina í
Runavík. Tann nýggjasta
heilsumidstødin í land-
inum.
Fyri 15-20 árum síðan
hildu sviar, at stórar heilsu-
midstødir, stórar sum
sjúkrahús, var tað einasta
rætta. Heilsumidstødir
komu allastaðni, stórar sum
størstu sjúkrahúsini. Landið
varð býtt upp í øki. Men
samstundis fór tað tætta
sambandið millum sjúkl-
ingar og kommunulækna,
jarðamóður o.s.v.
Tað bleiv upp á tann
mátan, at tá fólk ætlaðu sær
til lækna, metti ein sjúkra-
systir, um neyðugt var hjá
sjúklinginum at tosa við
læknan, og hon metti eisini,
um viðtalan hevði skund.
Barnalæknin, sum gjørdi
barnakanningar, kendi ikki
familjuna.
Altbleiv meira fremmant.
Seinastu 10 árini hava
fleiri sett spurnartekin við
tær stóru heilsumidstød-
imar. Um tær virka nóg væl,
og um tærikki eru ov dýrar.
ROYNDARSKIPAN
Tað var úrslit av hesum
orðaskifti, at avgjørt var at
gera eina royndarskipan í
einum parti av Stokholm.
Hetta var í 1987.
Avgjørt var at royna við
minni eindum. Ein lækni,
ein sjúkrasystur, ein hálv-
tíðar skrivari og ein sjúkra-
hjálpari arbeiða saman.
Fólk kunnu ringja bein-
leiðis til læknan í viðtaluni.
Fyrrapartin er skrivarin og
ein sjúkrahjálpari hjá lækn-
anum, sum seinnapartin
hevur læknavakt, fer heim
til fólk ella røkir viðtaluna
sjálvur.
Barnakanningar = verða
gjørdar av heilsusjúkrasyst-
ir og av læknanum, sum
kennir familjuna.
Svensku heilsustarvs-
fólkini siga, at avgreiðslan
gongur nógv skjótari undir
royndarstkipanini enn á
teimum stóru heilsumið-
støðunum. Læknahúsið, ið
tað verður rópt, er opið
millum kl.8 og 17 gerandis-
dagar, og fólk sleppa til
beinanvegin. Tey, sum
krevja at fáa skjóta viðgerð,
fáa viðgerðina á næsta
sjúkrahúsi.
Øll skipanin miðar eftir at
arbeiða í lokalum eindum.
Skipanin hevur havt við
sær, at bidirødimar eru
horvnar.
Tey eru komin eftir, at talið
av vitjanum hjá lækna er
hækkað við 35%. Men
skipanin er bíligari. Tey
hava spart 6,6 mió. krónur
um árið, og talið av starvs-
fólki er lækkað úr 26 niður í
18. Umsitingin er so nógv
bíligari, skrivar Gøran Sjø-
nell, økis-umsitingarleidari
av heilsutænastuni, í eini rit-
gerð um skipanina. Rit-
gerðin er endurgivin í
danska blaðnum Ugeskrift
for læger. Gøran Sjønell er
við í ferðalagnum, sum er í
Føroyum.
Svensku starvsfólkini,
sum vitja í Føroyum, siga, at
tey hava verid vida hvar um
alt Europa um sett seg inn i,
hvussu heilsutænastan er
skipað. Tað eru ikki bara
stjórar og yvirlæknar , sum
ferðast út. Starvsfólkini fara
øll upp á skift uttanalnds á
slíkar kunningarferðir.
Mest hugtikin hava tey
verið av donsku tænastuni -
og nú føroysku, sum er
donsku skipanini lík.
Skipanin her er dámlig,
og hon er eisini nógv bíl-
igari enn tann svenska, siga
tey.
randi
stutt eftir
Båturin lak illa, so teir
fýra menninir bóru skjótt at
og fór i gummibåtin.
Teir vóru ikki meira enn
hálvan tíma í gummibåt-
inum, tá trolbáturin Varðin,
sum troladi beint við, kom
til hjálpar og tók menninar
upp. Tíbetur var hann eyst-
an og landnyrðingur í ættini,
so gummibåturin rak frå
Nordingi, 10 fyltist vid
sjógv.
Varðin lá hjá vrakinum til
klokkan fýra. Tá fleyt Norð-
vianningin á voroingi
i er úr Klaksvik,
Klaksvíkar. Varð
li eisini og Norðingur
vestanfyri Mykines.
Sjófrágreiðing verður
ikki fyrr enn einaferð í
næstu viku, tí sýslumaðurin
í Klaksvík var burturstaddur
í gjár.
Norðingur var 50 tons.
P/F Gramas við Richard
Sørensen átti bátin, sum fyrr
æt Heygadrangur. Norð-
ingur varð bygdur í Esbjerg
í 1974.
randi
Almennur fundur í KFUM:
Kirkjan
og fólkið
Fundurin verður månakvøldid
kl. 20.30 í KFUM í Havn
Hvussu eru viðurskiftini
millum kirkju og samfelag?
Er neyðugt hjá kirkjuni við
boðskapi sínum at laga seg
eftir menningini í samfel-
agnum ella megnar kirkjan
við virksemi sínum at tala til
menniskju í dag í øllum
spurningum?
Hesir og aðrir spurningar
verða vidgjørdir á almenn-
um fundi í KFUM í Havn
månakvøldid, har evnið er
"Kirkjan í einum broyttum
samfelag".
Hetta er annar fundurin av
trimum, har temaið er
"kirkjan og fólkið". Bjarni
Bæk, prestur, leggur fyri, og
høvi verður hjá fundarfólk-
inum at seta spurningar.
Fundurin byrjar kl. 20.30.
Plátu- og
Sproytuverkstaður
Ger bil fyri fólk
úr bygd og í bý
Pf. BILRØKT
v/ Símin í Dali
Akranesgøta 11 - Tlf. 15556
OKKARA GÓÐSKA - TIN TRYGD
w.
SMAKKAR DYRARI
% ENN TAÐ ER...
or i winther s…