leygardagur 16. mars 1991síða 7
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 53 — 16. mars 1991 Síða 7
Sólarris og
Borgin
Steingrim Nielsen, stjóri
Tey høvdu ongan kjans
--Vit kunnu spara pening við at leggja virkini saman
Steingrim Nielsen, stjóri í
Sjóvinnubankanum er ikki
í iva um, at avgerðin um
framtíðina hjá teimum
báðum flakavirkjunum í
Sandoynni er rgtt.
--Virkini høvdu ongan
livandi kjans at bera seg
fíggjarliga. Við at koyra
virkini á heysin, kunnu
vit byrja aftur á einum
stødi, har virkini kunnu
klára seg, sigur Steingrim
Nielsen.
--Við at leggja virkini
saman kunnu vit eisini
spara
umsitingarútreiðslur. Her
verður bert ein leiðsla,
sigur hann.
At tit koyra Sólarris á
heysin, hevur tað nakað
við, at virkið hevur bjóðað
sera høgan pris fyri fiskin
i seinastuni?
—Nei, tað hevur onki vid
tað at gera, sigur hann
avgjørdur.
-Tá virkini liggja saman,
kunnu vit umgangast, at
somu iløgur verða gjørdar
á báðum virkjunum til
sama endamál, sigur
Steingrím Nielsen.
jústinus
Verða virkini løgd saman, fer
at bera til at spara tríggjar
milliónir árliga í rakstrinum
Sjóvinnubankin hevur í
vikuni tíkið avgerð um, at
bæði flakavirkini á Sand-
oynni — Sólarris í Skopun
og Borgin á Sandi — skulu
verða koyrd á húsagang.
Tankin aftanfyri hesa av-
gerð er, at skuldin í virkj-
unum skal minkast úr 85
niður í 35 milliónir.
Við tvingsilssølu av báð-
um virkjunum missa bæði
Sjóvinnubankin og lands-
kassin.
Sjóvinnubankin hevur á
báðum virkjunum fíggjað
einar 26 milliónir krónur,
og landskassin veðheldur
fyri umleið 24 milliónum.
Men hóast virkini verða
koyrd á húsagang, er ætlan
Sjóvinnubankans sambært
Dag og Viku, at tey fram-
haldandi skulu verða hildin
gangandi, so fólkið ikki
missir arbeiði og fíggjar-
liga stødan virkjanna ikki
versnar.
Ætlan bankans er so at
keypa tey bæði virkini og
síðan leggja tey saman.
Eitt felag, ið bankin fyr-
stu tíðina skal eiga, fer at
reka bæði virkini.
Sambært tíðindunum í
sjónvarpinum hóskveldið
kunnu triggjar milliónir
sparast árliga við at leggja
virkini saman.
Heimasandsmenn skelkaðir
Sólaris koyrt
Borgina á
heysin
Borgin hevur einki landskassaveðhald og
rindaði Sjóvinnubankanum 5 mió kr. í rentum
og avdrøgum i fjør
Skeiviløgur i Skopun raka
heimansandsmenn hart.
Nú skulu flakavirkini fyrst
koyrast á heysin og síðan
leggjast saman. Nevndin
fyri flakavirkið Borgina
heima á Sandi er samd um
eitt í løtuni, og tað er ikki
at úttala seg fyri pressuni
um avgerð Sjóvinnu-
bankans, at leggja flaka-
virkini í Skopun og Heima
á Sandi saman.
Tað einasta nevndar-
formaðurin vil siga er, at
nevndin týsdagin var á
fundi við Sjóvinnubankan
og har legði leiðslan í
Sióvinnubankanum kortini
á borðið. Flakavirkini
skuldu koyrast á heysin og
at virkini í framtíðini
skulu leggjast saman.
--Borgin er eitt vælrikið
flakavirkið. Tað er rætt, at
vit ikki kláraðu heilt at
halda fíggjarligu skyld-
urnar í fjør, okkum
væntaði 700.000 krónur.
Vit tóku móti 4300
tonsum og við verandi
prísum hevði tað verið eitt
spæl at fingið Borgina at
gingið í dag, sigur
Tummas Løkjå, sum
annar onga aðra
viðmerking hevur.
BEISKLEIKI
Men aðrar álítandi
keldur, sum hava tætt
tilknýti til flakavirkið,
men ikki vilja hava navnið
fram í bløðunum, fjala
ikki yvir beiskleikan.
--Tað er ongin ivi, vit
mugu líða fyri skeiv-
ílógum í Skopun. Flaka-
virkið Borgin skyldar 30
milliónir krónur. Vit hava
øll árini klárað at goldið
renturnar og vit hava
seinastu tíðina eisini klára
ein part av avdrøgunum,
sigur keldan við Sosialin.
--Tað sum er óhugnaligt
hjá okkum er, at vit missa
avgerðarættin, vit ána ikki
hvør fer at eiga virkini í
framtíðini. Og vit fáa ikki
møguleikan at keypa
Borgina og reka hana.
Hetta hevur Sjóvinnu-
bankin noktað okkum við
Her verður skorið flak í Skopun. Heimansandsmenn halda, at skeiviløgurnar í
Skopun eru við til at koyra Borgina á heysin. Mynd: Hilmar Jan
seinastu avgerðini, sigur
keldan.
--Borgin hevur mótvegis
Sólarris onki landskassa-
veðhald. Virkið er væl-
rikið og hevur eina góða
leiðslu, tí er tað spell, at
vit skulu svíða fyri
figgjarligum brølarum hjá
skopunningum, sigur
keldan vid Sosialin.
jåstinus