Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-03-16, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. mars 1991síða 8

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tiðindablaðið Síða 8 Nr. 53 — 16. mars 1991 Lívið skal livast av nýggjum - hóast sorgarleikurin er torfórur at góðtaka, so er pápin sannførdur um, at hann skal vera í mammu stað. Henda greinin er skrivað fyr! at svara termum mMongu spurningum, sum Jónfinn Egilsnes væntar at fólk fara at seta honum komandi tíðina Stór var frøin 22. februar, Tvíburðarnir vóru ov Orð: Dagny tá Halla Funn og Jónfinn Egilsnes í Vestmanna fin- gu tvíburðar - tveir dreing- ir - men eins óskiljandi var sorgarleikurin, tá unga mamman, bert 23 ára gom- ul, fekk heilabløding undir fødingini, og lívið ikki á nakran menniskjansligan hátt stóð til at bjarga. Eftir situr Jónfinn Egils- nes, 24 ára gamal. TEIR HAVA BERT MEG Hann hevur sett sær fyri, nú dreingirnir bert hava pápan, at hann skal vera um teir - bæði sum mam- ma og pápi. Hósdagin fóru teir trígg- ir av Landssjúkrahúsinum, heimaftur ul Vestmanna, har lívið skal til at livast av nyggjum. Jónfinn Egilsnes veit ikki rættiliga, hvussu framtíðin fer at mynda seg, og hann sígur søgu sína í Sosialinum, eins og fyri at sleppa undan at svara teimum mongu spurning- unum, sum fólk fara at seta honum BAÐ UM AT VERÐA INNLAGDUR A FØDINGARDEILDINI Jonfinn hevur havt sina dagligu gongd å føding- ardeildini á Landssjúkra- hústnum, frå fyrsta degi, tå tey fóru "inn at eiga." Seinasta mánadag bað hann um at verða inn- lagdur á fødideildina, so sjúkrasystrar og læknar á deildini kundu læra hann at ansa dreingunum. - Eg kenni meg fullvísan í at eg megni at ansa dreingunum einsamallur. Sjúkrasystramar hava lært meg alt um vitaminir, mjólkarbland, røkt og vask. Tað er mær ein tryggleiki í gerandisdeg- num. Jónfinn Egilsnes: - Øll á sjúkrahúsinum - og serliga á fødingardeildini hava verid so Ometaliga hjålp- som og hava stuðlað mær so væl, at eg ikki veit, hvussu eg annars hevdi megnað at komið mær víð- ari, frå tí degi tå børnini vóru fødd og Halla ikki var meira. tíðliga føddir, men nú viga teir so mikið nógv, at teir hósdag -in fóru við pápa sínum til Vest- mannar, har pápi og synir skulu búgva hjá ommuni BEST AT VIT ERU SAMAN - Eg veit, at tað ikki rættiliga er staðfest í huga mínum, at eg nú eri einsa- mallur - tað eru bert trígg- jar vikur síðani - men tá eg eri hjá dreingunum kennist tað sum ein partur av Hal- lu er eftir hjá mær. Tí er tað best fyri okkum, at vit eru saman. Jónfinn Egilsnes er maskinmeistari og skuldi eftir ætlan fara við donsk- um báti hjá reiðarínum Knud Christensen um i. apríl. Hann hevði fingið farloyvi at vera heima fyr- stu tíðina, eftir at tví- burðarnir vóru føddir. - Tað fyrsta eg hugsaði, tá veruleikin rann fram fyri meg, at nú børnini bert meg høvdu li lata teir vera mamman GOyr. FORELDRARÆTTIN Ein sostalráðgevi hevur hjálpt mær og veitt mær leiðbeing í øllum málum, og nú havi eg fingið for- eldrarættin yvir dreingun- um. Jónfinn Egilsnes hevur havt nógv at gera. Hann hevur gjørt av at flyta heim til foreldurini í fyrs- tuni. Mamma hansara, sum arbeiðir á Lands- sjúkrahúsinum hevur sagt arbeiðið frá sær eina tid, fyri at hjálpa soninum. - Umframt foreldrini so eru eisini verforeldrini í Vestmanna, umframt at eg havi eina systur, sum er góð í ráðum. Jónfinn Egilsnes: - Eg kenni meg fullvísan í at eg megni at ansa dreingunum einsamallur. Sjåkrasystrarnar hava lært meg alt um vitaminir, mjólkarbland, røkt og vask. Tad er mær ein tryggleiki i gerandisdegnum. Beiggjarnir eru so góðir, og hóast tað er nógv at gera, so er tað eisini ein spurningur um at leggja arbeiðið til rættis Myndir: Kalmar Jónfinn sigur, at tey bæði vóru so fegin, og hil- du tað vera stuttligt at fáa tvíburðar, tí systir Hallu, Sarita, júst fyri sløkum tveimum árum síðani fekk tríburðar, sum tey bæði ungu høvdu verið nógv um, og fylgt við síðani teir vóru bornir í heim. - Mær nýtist ikki at hugsa so nógv um klæði og aðra útgerð til børnini, tí vit kunnu fáa so nógv frá Sar- itu, sum eisini hevur verið mær ein hollur stuðul. Í dag fara vit heim aftur, og heima hjá foreldrunum stendur eitt rúm klárt til okkara. - Eg stúri ikki fyri fram- tíðini, tí eg veit at eg havi so nógv góð fólk kring meg, og at vit ikki eru einsamallir. HUGSAR POSITIVT Í sorgini er Jónfinn Egilsnes eisini positivur. Eg havi gott mót. Beiggjarnir eru so góðir, og hóast tað er nógv at gera, so er tað eisini ein spurningur um at leggja arbeiðið ul rættis. - Gevi eg teimum í senn og skifti teimum, so sova teir eisini í senn. - Eg veit, at alt varð roynt, sum kundi roynast ul tess at bjarga Hallu, men tað kundi ikki vera ØOTvisi. Læknarnir hava sagt mær, at heilablødingin kundi verid komin medan hon var heima, ella t.d. meðan hon koyrdi bil. Tá kundi verið so fait, at eg heldur ikki hevði fingið dreingirnar. - Tað eri eg hóast ali takksamur fyri, eins og eg eri takksamur fyri hjálp og stuðul, sum vit hava fing- ið. Nú eru bert vit tríggi eftir, sigur Jónfinn Egils- nes, men vit eru ikki einsa mallir, tí familjan stuðla okkum.