Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-03-16, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. mars 1991síða 9

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 53 — 16. mars 1991 Amariel Norðoy, listamaður: Steinprent er sjálvstóðugt listaverk, sum verður prentað í ávísum eintókum. Tá hetta er gjórt, verður myndin á steinum slípað av aftur, og tú kanst byrja av nýggjum Tað snýr seg kanska ikki um fermetrar, um tú skalt fáa gott arbeiðsúrslit, tað sæst á listaverkstaðinum hjá Amriel Norðoy, listamanni. Har eru ikki nógvir fermetrar, tvey vindeygu - sera gott ljós í dag, sigur Amariel. Veggirnir eru av- taglaðir við myndum, skitsum, postkortum, foto- myndum og bøkum um list í bókahillini frá nærum øllum heiminum. ANGAR AV TILFARI Eitt staffeli, máling og penslar í hópatali. Tað er ógvuliga hugnaligt og an- gar av tilfarinum, sum listaverk verða gjørd úr. - Onkuntíð dámar mær at smíða - eini hús ella gera umvælingar. Eg eri útlærdur skiptimburmadur, og tað geri eg fegin, bert eg sleppi at arbeiða við listini eisini. Tað er annars lista- arbeiðið sum fær fyrsta- plássið hjá Amriel Norð- oy. Hann arbeiðir í løtuni við at gera skitsur til stein- perntmyndir, sum hann eftir páskir skal til Dan- markar at gera á grafiska verkstaðinum hjá Hostrup Petersen á Johansen. Amariel Norðoy hevur seinastu árini gjørt nógv við hesa listagrein, sum ikki ber til at gera burturav í Føroyum. Annars hevur Amariel havt fastan tátt seinastu 11 árini, at hava framsýning á kenda Sct. Gertrud Gallerí í Keypmannahavn. UMBOÐAÐUR Á NÓGVUM SÝNINGUM Til slíkar framsýningar hevur hann tí eisini gjørt eina grafikplakat, og map- pu við grafikmyndum, sum verða gjørdar í åvis- um tali, til sølu. Framsýningin hjá Ama- riel Norðoy í Sct. Gertrud verður 4. maí í ár. Amariel Norðoy hevur eisini verið við á fram- sýningum í gllum Norður- skal vera iði - eins og ítróttarmaðurin skal venja, áðrenn hann kann fáa gott úrslit londum, í USA og Týskalandi, har oljumál- ningar og steinprent lilo- grafiir hava verið sýnd. Amariel Norðoy er 46 ára gamal og hevur arbeitt sum listamaður burturav í 30 ár. Hann fór á Listashá- kúlan í Keypmannahavn í 1976, og har tók hann grafik, sum sergrein. Øll árini, hann hevur arbeitt sum listamaður, hevur hann umframt oljumál- ningar eisini arbeitt við grafikmyndum og stein- prentmyndum. Hvat er steinprent? - Tað er listagrein úr týskum uppruna, sum stav- ar frá 1796. Uppfinnarin Alois Senefelder royndi á evnafrødiligan hátt at fáa ein serligan skiferstein, sum bert finst í einum lítlum øki í Týskalandi, og fáum stóðum í Fraklandi, at gera eitt nýtiligt prent av eini tekning. Amariel Norðoy: - Mær dámar betur at arbeiða í steini, og tann manna- gongdin, sum varð nýtt á ud Senefelder, er nett tann sama sum verður nýtt á grafiska verkstadinum Hostrup Petersen & Johan- sen, har eg arbeiði við mínum steinprenimyndum. PRENTA VIÐ STEINI - Steinurin, sum prentað verður við, er nátúrsteinur út kålki og kiselleiri samanbundin við kolsýru. Hann ann vera ógvuliga lítil til stóddar, men van- liga verður ein steinur sum er 50x70 cm. nýttur. Hann vigar 100 kg. Tekniflatan verður slíp- að við sandi av ymsari grovheit, alt eftir hvørjum eginleika og eyðkenni listamaðurin ynskir, stein- urin skal hava. Handverkarin kann við einum serligum viksteini slípa eina tekniflatu heilt slætta, soleiðis at hon hó- skar væl til pennatekning- ar, har millumtónar fáast við skravering. Um tú vilt hava eina óslætta tekniflatu, verður steinurin slipadur í unnu- I verður { og tá verður La sandi, litotush og litokrit nýtt Tann teknaði steinurin verður síðani gjørdur til reiðar til ta fyrstu royndar- prentingina. - Grundreglan í prent- ingini er, at fitievni skýgg- jar vatn, og tað er ógvuliga nógv fiti í litotushi og lito- kriti, soleiðis at tey stødini har listamadurin hevur teknað, eru fitiberandi (oljulitberandi) og restin er vatnberandi. Áðrenn prentingin fer fram, verður steinurin við- gjørdur við m.a. gummi- arabicum og saltpetursýru, sum ger, at hann kann taka vatn til sín. Síðani fær steinurin eina viðgerð við terpentini og asfalti, sum ger, at steinurin, tey stød- ini har, ið teknað er, kann taka oljulit til sín. Tá hetta er gjørt, kann listamaðurin fara undir at gera royndarprent. Er hann ikki nøgdur við úrslitið, ber til at gera broytingar, ul listamaðurin er nøgdur við årsliud er myndina. Orð: Dagny Mynd: Kalmar FULLFÍGGJAÐ Í SJÁLVUM SÆR steinin ul reiðar og efur- fylgjandi royndarprenting má endurtakast. Hvussu er tað at skapa list úr steinprenu í mun Ul oljumálning - Munurin er tann, at tá tú skapar myndlist úr steinprenti, skal myndin standa fullfíggjað í sær sjálvum, frá byrjanini. - Viðvíkjandi einum oljumálningi, so er tað flatan og ljós/liur, sum tú arbeiðir við, og tá ber ul at broyta upprunaligu hugsa- nini við verkinum, ella heilt einfalt - at mála eina nýggja mynd. - Tað er ikki bert tå andin er yvir mær, at eg máli. Tað kann eisini verða tógvið stríð fyri at finna fram vegin. Tú steð- gar upp og veit ikki, hvar leiðin gongur, men noyðist so at seta teg í gongd aftur. - Tað er eins og ítrótt- arfólk, tey noyðast eisini at venja nógv, áðrenn tey kunnu sýna eitt gott úrslit. Soleiðis er tað eisini at vera listamaður, sigur Amriel Norðoy at enda.