týsdagur 19. mars 1991síða 2
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Blaðfólk. Randi Jacobsen - Tórfinn Smith -
Dagny Joensen - Ólavur W. Hegnesen
Hilmar Jan Hansen - Justinus Eidesgaard
tíði aaplaðið Abyrgdarblaðstjóri: Krisjan Dahl
Fyritaksstjóri: Krisjan Dahi
ljósmyndari: Kalmar Lindenskov
Útgevari P/f Sosialurin
Uppseting: P/f Sosialurin
Prent: P/f Pressan 1981
Bústaður: Argjavegur 26
Argir
11820
Postadressa: Postsmoga 76
110 Tórshavn
Telefax: 14720
Telefon:
sys
Sigla sin
egna sjogv
TAD tykist nå at vera gingid upp
fyri sambandinum, at vit hava fing-
ið nytt landsstyri. Í øllum førum er
tad hetta oddagreinin i leygardags-
blaðnum vil hava okkum at skilja.
NU ivast vit ikki í, at tey flestu hava
fingið hetta við, men Dimma held-
ur, sum rímuligt kanska er, at ikki
kann sigast nóg ofta frá, hvussu
einastandandi skilagott og arbeiðs-
dugnaligt farna landsstýri kanska
var, sammett við núsitandi lands-
stýri.
DIMMA vágar sær at siga, at her er
einki hent síðan stjórnarskiftið og
at alt annað enn nakað gott kann
væntast av hesum báðum oyðilond-
unum av flokkum, sum hverki so
ella so hava skil fyri pengum — bert
at brúka teir.
OG sjálvsagt kann hon ikki bara
sær fyri at líta aftur um bak fyri at
sambera seinastu landsstýrini við
tey ófara góðu samstarvsårini, tå
javnaðarflokkurin saman við sam-
bands- og sjálvstýrisflokkinum
ráddu fyri borgum. Og Dimma hev-
ur rætt í ti, at hetta vóru fyri Føroyar
menningarår við lít — ár, ið allir líta
aftur á sum sonn eydnuár fyri For-
oyaland. Útbyggingarnar allar vóru
neyðugar og oll skiltu tørvin á teim-
um. Alt gekk bara rætta vegin.
NO
N
AT stígur kom í, tá vit vóru trongdir
burtur av fjarleiðunum, sum vit til ta
tíð høvdu kunnað troytt eftir vild,
var sjálvsagt ein brøkur í rokningini,
men størsti politiski brøkurin ar
tann umlegging av veidiflota okk-
ara, sum sambandið tá legði upp til.
Tí skuldi nakað hald verið í reypi
sambandsmanna um framskygni
og varsemi í fiskivinnumálum, so
áttu teir tá, meðan ráðini vóru og
nýggj skip enn nøkunlunda bilig, at
havt skipað ødrvisi og frægari fyri,
enn at undirdykt Føroyagrunnar við
totalt óhóskandi og í dýrum dóma
yvirfiggjaðum og umbygdum fjar-
fiskiskipum. Eingin nýtist at greiða
sambandinum frá, at tað var hetta
óskil, ið veruliga fekk gongd á
studningsmylluna.
Tann strukturbroyting, sum javn-
aðarflokkurin einsamallur talaði fyri
tá, skuldi sjálvsagt verið framd og
snuddirnir tiknir. Heldur tað, enn at
bíða til nú, tá nærum eingin fiskur
er eftir, alt samalt takkað verið tí
landskassafiskiskapi, sambandið tá
legði upp til.
SJÁLVSAGT skilja vit, at vinnu-
møguleikar máttu útvegast onkurs-
vegna, men sum gjørt var, longdi
tað bert um pínuna. Vit skulu ikki
taka okkum størri rætt enn Dimma
til at vera eftirklókir, men sam-
bandsmenn sum aðrir mugu í hes-
um til fisk vánaligu tíðum geva
teimum rætt, ið tá talaðu fyri útveg-
an av einum meira avvigaðum flota
— einum flota við skynsamari býti
millum trol og línu/húk.
IKKI tí, sambandið átti tá í Jógvan I.
Olsen sanniliga skilamann, ið helt á
rættuliga leingi at tala fyri hesum
sama, men hansara egnu øntu hon-
um ikki aftur.
UM hetta var veruliga orsøkin til
leiðsluskiftið í sambandinum undir
seinastu samgongu, har Jógvan
varð settur at umsita fiskivinnumál,
er okkum ikki greitt, men hóast nú
trolaramaður, mundi Jógvan ikki
hava slept skynsomu og greiðu
hugsanum sínum um frægasta
flotabýti — at ránsveiðan eftir
»undirskotsfiski« mátti skerjast
álvarsliga og at einasta gongda leið
var meirvirking av tí sindrinum, vit
hava.
JAVNAÐARFLOKKURIN minnist
sum sagt gomlu góðu dagarnar og
góða samstarvið millum heima-
stýrisflokkarnar við ávísum sorg-
blídni. — Helst var politikkur tå
heldur ikki so fløkjasligur, sum
sambandið lutvíst hevur gjørt hann
aftaná, at Kristian Djurhuus slepti
endanum. Tá bar til at tala saman —
nú ber einki til.
AT billa ngkrum nakað annað inn,
vildi verið at hildið lesarar sum velj-
arar fyri tað turra spott. Sambandið
hevur hvørki verið til at høgga ella
stinga í, tá tað snúði seg um javn-
aðarflokkin. Flokkurin hevur mót-
vegis javnaðarflokkinum ongantíð
lagt dent á politikkin sum so, men
nýtt alla orku sína tann vegin uppá
persónligt briksl og tað, ið verri er.
At hetta er so prógvar, at samband:
ið heldur vildi í landsstýri saman við
argasta fígginda sínum, tjóðveldis-
flokkinum.
AT hetta var eins stórur brølari fyri
sambandið sum fyri tjóðveldis-
flokkin, vita báðir partar nú. Tjóð-
veldisflokkurin segði seg at gera
tað av treiskni mótvegis javnaðar-
flokkinum, sum ikki til allar tíðir
skuldi loyva sær at trúgva, at hesin
flokkur fyri einhvønn pris vildi vera
»jolla« hjá javnaðarflokkinum.
UM sama »jollukompleks« veruliga
hevur gjørt seg galdandi millum
leiðandi sambandsmenn, vita vit
ikki, men væl kundi hent at sam-
bandið nú sleppur at sigla sín egna
sjógv av álvara.
- | x
== => &
R -
PO
Einki vid
øvund
at gera
Dagblaðið er ikki serliga
fegið um, at Dimmalætting
ikki longur er alment lýs-
ingarblað:
Toganin um almenna
kunngerðablaðið endaði
við, at løgtingid samtykti,
at Dimma skuldi missa sín
status sum alment kunn-
gerðablað, og ístaðin
skuldi landsstýrisfyrisit-
ingin umsita eitt alment
kunngerðablað, ið "skuldi
koma út eftir tórvi" -
leysliga mett einaferð um
mánaðin.
Blaðið er síðani komið
út nakrar ferðir "eftir
tórvi" - ein piningur av
einum lógariti, sum er
komið út tríggjar ferðir í
ár.
Við øðrum orðum: Tað
einasta tey, ið øvundadu
Dimmu sín status sum
alment kunngerðarblað,
*.
hava fingið burturúr, er at
Dimma, sum áður hevdi
útreiðslur av at prenta al-
mennar lógir, nú fær
pening fyri tað.
Hetta mál man Dag-
blaðið hava misskilt úr
enda í annan. At politiskir
flokkar og onnur talaði at
skipanini við at Dimma-
lætting var alment lýsinga-
blað hevði als einki við
øvund at gera.
Dimmalætting var og er
eitt partapolitiskt blað, og
júst tí var tað skeivt, at
hetta blað skuldi hava
serstødu fram um onnur
føroysk blød. At lógir og
kunngerðir vóru at finna
hvørt um annað við
handilslýsingar, lesarabrøv
og politiskar greinir varð
heldur ikki hilsið at vera
skilagott. At Dimmalætt-
ing nú fær pengar fyri tað
arbeiði hon ger, í hesum
føri fyri tað almenna, er
einki annað enn rímiligt.
.
DD +,
EF US
N NT 4
pr
Nú“
Kanska betri
meguleikar
í andsteðu
14. September kærir sína
neyð um ta skeivu gongd í
fiskivinnupolitikki okkara
tey mongu seinastu árini.
Eisini tey árini, Tjóð-
veldisflokkurin ráddi fyri
borgum. Blaðið sigur, at
flokkurin hevði síni greiðu
sjónarmið, men tey vunnu
ikki frama millum hinar
samstarvsflokkarnar. Boð
Tjóðveldisfloksins uppá
fiskivinnupolitikkin eru
hesi:
Tað ber til at fáa fiska-
stovnarnar uppá fótur
aftur, men tey fyrstu árini
fer hetta at kosta okkum
dyrt. Neyðugt verður at
minka um fiskiflotan upp-
aftur meiri - ella fremja
munandi umleggingar.
Endamálið má vera, at vit
fáa ein fiskiflota, sum
hvílir í sær sjálvum, vit
mugu landa góðan fisk og
amleiða dygdarvørur og
ikki minst; vit mugu fáa
okkum teir dugnaligastu
sølumenninar at standa
fyri søluni.
Ella sagt við óðrum orð-
um: Vit mugu fóra besta
fiskin til lands úr besta
umhvørvinum - og til bestu
prísir.
Gera vit tað, so fer nógv
at ligga eftir til fiskimenn,
arbeiðsmenn- og kvinnur
á landi - og tað almenna
skal nærum einki gjalda.
Hetta eru Tjóðveldis-
floksins sjónarmið, og vit
vilja royna at fremja tey í
verki. Í
Tað verður torført at
vera ósamdur við hesun:
sjónarmiðum og torført er
at skilja, hví Tjóðveldis-
flokkurin ikki hevur fingið
aðrar við. Hinvegin er eftir
okkara tykki mangt sum
bendir á, at Tjóðveldis-
flokkurin, sum hann í dag
situr í andstødu, verður
betur førur fyri at fáa síni
sjónarmið igjøgnum.
Lítið
nýtt
Fad er ikki á hvørjari
torsíðu í føroysku blød-
unum, at boðað verður
frå, hvør oddagrein-
skrivarin er. Men tad
ger Dagblaðið i gjár.
Har fåa vit at vita, at
sjálvur Birgir
Danielsen skrivar hesa
grein.
Fyrrverandi fiska-
sølustjórin og
núverandi løgtings-
maður skrivar um
líggjarlógina, og hevur
sjálvandi uppskriftina
uppá, hvussu
samfelagið skal koma
sum frægast burturúr
trupulleikunum, men
synd er at siga, at
nakað nýtt var at frætta
hagani.
Uppskriftir er: Tað
almenna hevur blandað
seg ov nógv upp í tað
privata. Hevur bein-
leiðis kappast við hetta
sama privata.
Almannaverkið er ov
dýrt og fleiri postar
kunnu lættliga verið
strikadir av
fíggjarlógini.
Men hvat sigur hann
so um fiskivinnuna.
Hon kann neyvan geva
meira av sær. - Stutt og
greitt.
At Birgir Danielsen
ikki kann hugsað sær
til, at fiskivinnan íkki
kann geva meira er
einki nýtt. Tað hevði
hon heldur ikki kunnað
við honum sum fyri-
skipara. Men tíbetur
eru aðrir, sum nú
royna, og teimum hava
vit stórt álit á.