týsdagur 19. mars 1991síða 3
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 54 — 19. mars 1991
Fara nú at |
umbyggja
Skipasmidjan Føroyar hevur
gjørt nyggjan
såttmåla vid
skipamyndugleikarnar i Sovjet
og skal nú eisini umbyggja
sovjetisk fiskifør
Onkrir glottar eru, sjålvtum
arbeiðið á Skipasmiðjuni
Føroyar er minkað nógv.
16. til 25. februar vóru
umboð fyri skipasmiðjuna í
Moskva og gjørdu nýggjan
sáttmála. Umframt at um-
væla sovjetisk skip, sum
skipasmiðjan hevur gjørt í
fleiri ár, skulu sovjetisk
fiskifør nú eisini umbyggj-
ast í Føroyum.
Hvussu nógv sovjetisk
skip koma til Føroya er ikki
greitt, men sáttmáli er
gjørdur um ta fyrstu um-
byggingina, og hetta skipið
kemur ul Føroya í april
mánaði, sigur Bjarni Joen-
sen, stjóri á Skipasmiðjuni
Føroyar. Skipið skal m.a.
hava frystarí í sambandi við,
at tad skal leggja um til aðra
veiðu.
Sáttmáli verður gjørdur
fyri hverja umbygging, ið
gerast skal.
Skipasmiðjan hevur ann-
ars gjørt einum sovjetiskum
skipi róðurdysu. Teir vóru
sera væl nøgdir við hesa
dysu, og tað skulu gerast
dysur til fleiri skip, sigur
Bjarni Joensen.
I fjór vórðu 15 sovjetisk
skip umvæld å Skåla. Tey
verda væntandi fleiri i år.
FAA NU PENGAR
Tå samrådingarnevndin hjå
skipasmiðjuni var í
Moskva, fingu teir eisini
greiðu á gjaldsskipanini.
Tað hevur gingið sera trup-
ult at fáa pengar frá teimum.
Avtalan var 30 dagar kre-
ditt, men tað gekk ofta
longri tíð. Reiðaríini fluttu
pengarnar, men uttanríkis-
bankin legði seg á teir, tí
KFUK
Várgleði metir í dag kl.
16.00.
Kvøldseta við hugskotum
verdur i kvøld kl. 20.00.
Havið arbeiði við.
3
p
rd y
í
Sovjet hevur gjaldoyratrup-
ulleikar.
Nú skuldi tann spurning-
urin verið greiddur, tí ein
nýggj og smidligari gjalds-
skipan er gjørd. Samstundis
hevur skipasmiðjan fingið í
boði at fáa pant í fiska-
vørum, sum útfluttar verða
til Europa. Hetta gevur fleiri
møguleikar, tí reiðaríini eru
sinnað at koma við fleiri
skipum tl Føroya, sigur
Bjarni Joensen.
Við á vitjanini í Moskva
var eisini umboð fyri Fiska-
søluna. Tað kom fram, at
reiðaríini eru eisini áhugað
fyri at selja Fiskasgluni
fiskavørur.
Væntandi verða fleiri
skip umbygd, og tað kemur
væl við hjá skipasmiðjuni, tí
umbyggingin gevur meira
enn bara at umvæla.
Bjarni Joensen dylur ikki,
at sovjetisku skipini hava
nógv at siga fyri skipa-
smiðjuna, sum er fyri gktum
samhandli við Sovjet.
randi
Arbeiðið við at umvæla sovjetisk skip hevur í árvís verið gott íkast hjá
skipasmiðjuni á Skála. Tað er stórt framstig fyri skipasmiðjuna, at hon eisini skal
umbyggja sovjetisk fiskifør, ti umbyggingin kastar meira av sær
Aftur sum av
torvheiðum
Í royndini at fáa okkurt at gera hava umboð fyri
Skipasmiðjuna Føroyar og Tórshavnar Skipa-
smiðju verið í Íslandi og bjóðað upp á eitt um-
vælingarnarbeiði, men til fánýtis
Føroysku skipasmiðjurnar
hava tað ikki gott í lótuni. Få
nýggj skip verða bygd, og
umvælingarnar muna ikki
nóg nógv.
Tí tóku Skipasmiðjan
Føroyar og Tórshavnar
Skipasmiðja eisini av, tå
- Íslendingar ringdu og bóðu
skipasmiðjumar báðar um
at bjóða upp á eitt umvæl-
ingararbeiði. Í famu viku
vóru umboð fyri báðar
smiðjumar í Íslandi , har
skipið, ið umvælast skal,
varð skoðað, og boðið varð
síðan upp á arbeiði.
Føroysku skipasmiðjur-
nar høvdu ongan møguleika
at klára seg í kappingini við
fýra islendskar skipasmiðj-
ur, sum eisini bjóðaðu.
- Íslendingar kunnu gera
arbeiðið bæði skjótari og
bíligari, sigur Poul Mohr,
stjóri á Tórshavnar Skipa-
smiðju.
Tað er ikki vanligt, at før-
oyskar skipasmiðjur
farauttanlands at bjóða upp
á slík arbeiði. Men nú ar-
beiðið hjá báðum er minkað
so nógv, var hetta ein roynd
at fáa meira at gera. Tað var
ikki nakað stórarbeiði, um
milliónina.
Føroysku tilboðini lógu
um 1,2-1,3 mió. krónur,
men íslendingar kundu gera
arbeiðið fyri 8-900 túsunn.
Tað var íslendski báturin
Guðbjartur, ið umvælast
skuldi. Hann varð herfyri
ásigldur av Olympic Cham-
pion og fekk tá skaðan.
randi
síða3
Báðir
innlagdir
Tveir mans, sum høvdu
verið í Havn í dansi,
komu ikki til hús aftur
leygarmorgunin, sum
teir ætlaðu sær. Teir
vóru væl á veg inn á
Skålafjørdin, men tá
samanum kom, fingu
teir kortini song í Havn.
Klokkan umleið hálv-
gum fimm leygarmorg-
unin, tá teir komu koyr-
andi norðaneftir út eftir
Skålafjørdinum. A
Skipanesi eydnadist
ikki bilføraranum at
fylgja vegnum, og bil-
urin rendi inn í ein garð.
Menninir fingu bådir
skaða. Annar breyt fót-
liðin, og hin brákaði ein
ryggjargeiðsla og fekk
onkran snudd aftrat.
Blóðroynd varð tíkin
og ákæra verður reist
fyri rúsdrekkakoyring.
Innbrot á
Kambsdali
Sunnumorgunin fekk
løgreglan í Eysturoynni
bod um, at innbrot var
framt um náttina í eini
radio- og billutasølu á
Kambsdali. Onkur
hevur verið har og brotið
ein sýnisglugga og síðan
fingið sær nakrar lutir
Nakað av
roykskaða
Sunnukvøldid varð
sløkkilidiO boðsent, tí
eldur var í í Nordagøtu.
Tað var í einum set-
húsum, og eldurin var í
vaskimaskinuni. Eldur-
in breiddi seg tibetur
ikki, men húsini fingu
nakað av roykskaða, sig-
ur løgreglan í Eystur-
oynni.
Toku try
koyrikort
Tríggir suðuroyingar
mistu um vikuskiftid
koyrikortið. Tveir vórðu
tiknir fyri at koyra fullir,
og hin triði koyrdi yvir
110 km um tíman, har
mest loyvda ferð er 80
km um tíman.
Eldur í ruski
Sunnukveldið varð
sløkkilidid i Havn boð-
sent, tí boðað varð frá
eldi í blokki 8 á Eirar-
garði.
Eldurin var ikki so
álvarsligur, sum hildið.
Tað var bara í einum
rúmi við ruski, og skjótt
gekk at sløkkja.