týsdagur 19. mars 1991síða 5
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr.:54 — 19. mars 1991
Blaðstjórin
á Fjúrtanda
sagt upp
- skal standa fyri
útgávuni av nýggja
blaðnum hjá
Fiskimannafelag
Føroya og Føroya
Arbeidarafelag
Blaðstjórin á 14. Septemb-
er fer nú í annað arbeiði.
Tað er Vilmund Jacob-
sen, blaðstjóri, sum nú fer
at stjórna nýggju útgávuni
av FF-blaðnum, sum
Fiskimannafelagið hevur
givið útí mong ár.
Seinast er komið til at
Føroya Arbeiðsrafelag og
Fiskimannafelgið í felag
fara at geva blaðið út, men
enn er ikki avgjørt, hvussu
tað skal kallast.
Vilmund Jacobsen upp-
lýsir fyri Sosialinum, at
hann segði upp á 14. Sep-
tember seinasta hósdag, og
at hann fer í nýggja blað-
stjórastarvið 14. apríl.
Vilmundur sigur, at
hann í longri tíð hevði
kannað umstødurnar at
fara undir nytt fiskivinnu-
blað, tá hann sá lýsingina í
blødunum, har Fiski-
mannafelagid lysti eftir
blaðfólki.
Hann sendi tí umsókn
inn til hetta starvið, sum
er í trá við tað, sum hann
sjálvur hevði ætlað sær
undir.
Vilmund Jacobsen er 32
ára gamal og ættaður úr
Nólsoy. Hann hevur ar-
beitt sum blaðmaður á
ymsum blødum síðani
1979.
Hann hevur verið blað-
stjóri á 14. September síð-
ani 1986.
Nýggja blaðið hjá Fiski-
mannafelag Føroya og
Føroya Arbeidarafelag
kemur væntandi út fyrstu
ferð 15. maí. Ætlanin er at
blaðið skal koma úr 14.
hvgnn dag við 20-24 síð-
um, og Vilmund Jacobsen
verður einsamallur blað-
maður.
Blaðið fær tilhald í hólum
Fiskimannafelagsins, og
sostatt sleppur Vilmund
Jacobsen aftur í Vágsbotn
at arbeiða í umhvørvinum,
har 14. September áður
helt til.
Dagny
Bussferarar
skulu læra
kurteisi
Føroya Handilsskúli skipar 16. mars fyri einum
heldur óvanligum skeiði.
Ætlanin er at læra bussførarar kurteisi, hóast heiti
á skeiðinum er "Tænasta."
Í eini morgunsending í Útvarpinum, hava tey á
Handilsskúlin hoyrt fólk tosa um kurteisi, og
stovnurin heldur, at alt bendir á at tørvur er á at
bjóða tænastuvinnuni slíkt skeið.
Fyribils hevur Tórshavnar Býráð, tekniska deild
tikid av tilboðnum, og fer at senda bussførarar á
skeið.
Fyri at skeiðvirksemið ikki skal órógva
busskoyringina, verður tað hildið ein leygardag, so
Bussleiðin koyrir sum vant. Eini 14 bussførarar
fara á skeið á handilsskúlnum.
Dagny
at selja
blød
Å stovnandi adalfelagnum
i Sølubidarfelagnum,
samtykti limirnir - vid
lítum ískoyti, uppskot til
broytingar í lógini um
afturlatingartíðir, sum
nevndin hevur gjørt.
NEYNDIN VALD
Umframt hetta vóru lóg-
ir og vidtøkur felagsins
samtyktar og nevndin
vald, sum skal skipa fyri
komandi felagsvirksemi.
Í nevndina sita: Torgerð
Sururoy, formaður Petur-
bjørg Poulsen, næstfor-
maður, Hákon Carlsson,
kassameistari, Hans P.
Ellingsgaard, skrivari og
Ebba Julgart.
Umleið 60 fólk vóru á
fundi í Sølubudarfelag-
num, og nú fer nevndin at
skriva út til allar sølu-
búðir, sum hava opið
aftaná vanliga tíð, t..e. kl.
17.30 vanligar dagar.
Sýlubúðarfelagið visti
aftur uppskoti til lógar-
broyting, sum loyvdi van-
ligum handlum at hava
opið 10 tímar eyka um
vikuna.
GRUNDARLAGIÐ
Kioskeigarir og aðrir
halda, at vanligir handlar
ístaðin teir 10 tímarnar,
áttu at fingið loyvi til at
hava tríggjar tímar longri
opið um vikuna.
- Hetta hevði givið
matvøruhandlum 0.Ø.
møguleika at havt opid
hålvan timar longri um
dagin, ella at lagt upp
latingartíðirnar soleiðis,
sum tað hóskaði best hjá tí
einstaka.
- Vit vilja kortini halda,
at grundarlagið hjá okkum
í sglubúðarfelagnum eigur
at verið úkið við í um-
hugsanini, at vit eisini fáa
møguleikar at halda fram,
tá upplatingartíðirnar ver-
ða broyttar.
- Annað uppskot sum
kom fram á fundinum var,
at kioskirnar áttu at havt
einaumboð at selja viku-
blød, ávísir og postkort,
sum upprunaliga er kiosk-
vøra, men sum vanligur
handlar nú eisini selja.
FASTUR VEGGUR
OG EGIN UTGONGD
Peturbjørg Poulsen: -
Umframt hetta, so vóru
limirnir í Sólubúðarfelag-
num samdir um, at tað
skuldi verða eitt krav, at
fastur veggur og sjálv-
Sølubudar- +
felagið er nú
stovnað og …
nevndin vald,
sum skal
åtaka sær at
arbeiða fyri
áhugamálini
hjá teimum,
sum hava
opið um
kvøldarnar. Á
myndini
Peturbjórg
Poulsen, ,
Activ, er
næstformað-
ur í nýggja
felagnum
stødug úthurð skal vera,
har vanligur handlar selja
kioskvørur. Tað skal ikki
longur verda loyvt bert at
hava ein leysan vegg ella
annað í samband við mat-
vøruhandil og kiosk, so
sum tað í seinastuni hevur
verið roynt, til tess at hava
kioskvørur og matvøru-
handil í einum høli.
ÁHEITAN ÚR
DONSKUM FELAG
Peturbjørg Poulsen sigur
við Sosialin, at Sglubúðar-
felagið hevur fingið sam-
band við felagið hjá kiosk-
eigarunum í Danmark,
sum felagið i Føroyum
kann sammeta seg við.
- Hetta felagið kallast
DCK og umboð í nevndini
hava bjóðað sær at koma
til Føroyar at greiða frå
hvussu felagid i Danmark
hevur skipad seg.
- Eftir ti vit hava skilt, so
hava kioskeigarar í Dan-
mark somu trupulleikar at
dragast við, sum vit hava
herheima.
Vit fara at taka av tilboð-
inum um leiðbeining, um
limirnir vilja tað, sigur
Peturbjørg Poulsen
Dagny