Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-03-19, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. mars 1991síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 Sjálvuppgáva 1990 num ighan 15. mars 1991 Sjálvuppgávurnar: GOTT HAL Munandi fleiri sjálvuppgávur og ognaruppgerðir komnar inn rættstundis enn árini frammanundan Á Líkningarráðnum vóru tey væl nøgd við *hálið' um vikuskiftið. Seinasta frelst at lata sjálvuppgávu og ognaruppgerð inn, var triggjadagin á miðnátt. - Tað er trupult at meta um, men tori at siga, at væl meira er komið inn hendan seinasta dagin enn undanfarin ár, sigur Sam Hansen á Líkningarráðn- um. Stakkurin av sjálvupp- gávum og ognaruppgerð- um, ið eru komin inn í Sjálvuppgáva og Ognaruppgerð verða at senda likningarråd (bókhaldskyldug sambært kunngerð) rm 1 | 24,40) 0 | Á vikuni, er eisini óvanliga stórur. Sam Hansen upplýsir, at likiningarskjøl, sum vóru ráðnum í hendi í gjár, verða roknaði sum rætt- stundis innkomin. Sam Hansen heldur, at orsøkin man vera tann, at Eitt óvanliga stórt tal av sjálvuppgávum og ognaruppgerðum eru komin inn í vikuni undan seinastu freist Líkningarráðið í 1988 og 1989 gjørdi eitt stórt upp- lýsingararbeiði fyri at fáa fólk at lata kravdu papp- írini inn. UPPLÝSING HEVUR MUNAÐ - Verða likningarskjølini ikki send inn rættstundis, seinkar tað líkningarar- beiðnum rættiliga nógv, leggur Sam Hansen aftrat og upplýsir, at megin- parturin skal vera av- greiddur í juni, og í okt- ober skal alt vera avgreitt. Sam Hansen heldur, at ein orsøk kann vera aftrat. - At fleiri lata inn rættstundis hevur kanska eisini nakað við fíggjar- støðuna yvirhøvir at gera: fólk ansa eftir at lata inn rættstundis fyri ikki at fáa hægri skatt bara av dólskni, leggur hann aftr- at. ówh Nr. 54 — 19. mars 1991 Sam Hansen á Líkningarráðnum: Tað gongur fyrstu ferð Men aðru ferð, fólk koma ov seint við sjálvuppgávuni, sleppa tey ikki undan sekt Er sjálvuppgávan ella ognaruppgerðin ikki kom- in inn rættstundis, soskal ráðið hækka inntøkuna við minst einum fjórðingi í mun til inntgkuna árið frammanundan. Tá sjálv- uppgávan kemur inn, verður líkningin rætta eftir veruligu tølunum Men sektini - ið verður skrásett sum skattahækk- ing - fyri at lata ov seint slepst ikki undan, - í fyrsta umfari í hvussu er. Hon er minst 100 krónur og í mesta lagið 5000 krónur. Tað ber til at søkja landsstýrið - Le. landsstýr- ismannin í skattamálum - um at fáa hesa hækking eftirgivna. Landsstýrið hevur litið Líkningarráðnum upp í hendur at viðgera hesar umsóknir. Sam Hansen á Líkn- ingarráðnum upplýsir, at ráðið hevur lagt eina greiða linju: - Er tað fyrstu ferð, umsgkjarin hevur sent ov seint inn, so eftirgeva vit sektina, sigur hann. Men aðru ferð býður ikki bøtur. - Hevur umsøkjarin áður latið ov seint inn, so er svarið greitt 'nei', um hann søkir um at fáa sektina eftirgivna, sigur Sam Hansen. ówh Høvudsynski veljaranna: Reidiliga helvtin av veljarunum heldur, at hetta eigur at vera tað hóvuðsmálkið i búskaparpolitikkinum, vísir ein kanning Hvat var avgerandi fyri veljaran, tá hann setti krossin á løgtingsvalinum fyri fýra mánaðum síðani. Orvað fleiri politiskir tætt- ir hava verið í huganum, - serliga hjá teimum, sum hava tvast GREIÐ MYND Spyrt tú veljararnar, hvørji Duskapar-politisk mål, sitandi landsstýrið eigur at seta fremst, so er myndin greið. Hetta vísir kann- ingin, sum samfelagslær- arar og -næmingar á HF- og studentaskúlunum gjørdu beint eftir valið saman við Samfelagsvís- indi á Fróðskaparsetr- inum. ARBEIÐI! Reiðiliga helvtin 372 30 Jeg #0 ella av 1272 spurdum svaraðu, at “arbeiðið til allar hendur" eigur at verða sett fremst sum bú- skaparpolitiskt mál. Tey, sum hildu, at "javnvåg á fíggjarlógini" og "burturbeining av utt- anlandsskuld" átti at verða sett fremst umboðaðu åvikavist 17,9% (Le. 228 fólk) og 14,8% (Le. 188 fólk) av teimum spurdu. JAVNARI BÝTI 106 ella 8,3% av teimum spurdu svaraðu, at 'javnari býti av samfelagsvirð- unum“ átti at verða sett fremst í búskaparpoli- tikkinum, meðan 86 ella 6,8%av teimum spurdu hildu, at onnur búskapar- politisk mål enn tey nevndu, áttu at standa Ovast. ówh Kross við arbeiði til allar hendur. Tað hev- ur ein meiriluti av velj- arunum gjørt, tå talan er um buskaparpolit- isk mål Klaksvíkar Sjónleikarfelag: Arbeiði til allar hendur Ungir leikarar fara á pallin Skulu sýna barna- og ungdómsleikin Rómaúlvurin Klaksvíkar Sjónleikarfel- ag fer fríggjadagin á pall við einum barna- og ung- dómsleiki. Hann hevur heitið Rómaúlvurin, og tað er Elin Súsanna Jacobsen, ið hevur týtt. Tað eru tær báðar Jac- obina Poulsen og Anna Sivertsen, ið hava lagt leikarunum lag á. Hetta er fyrstu ferð síð- ani Mio mín Mio varð spældur fyri seks árum síðani, at barna- og ung- dómleikur verður sýndur í Klaksvík; tá vóru eisini tilkomnir leikarar við. Leikararnir í Rómaúlv- inum eru millum 13 og 19 ár til aldurs. Leikurin varar umleið ein tíma. Frumframsýn- ingin fríggjadagin verður klokkan 20 í húsunum hjá Klaksvíkar Sjónleikafelag. ówh Jacobina Poulsen hevur mangan verið at sæð á palli. Hesa ferð hevur hon lagt lag á saman við Onnu Sivertsen