týsdagur 19. mars 1991síða 7
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 54 — 19. mars 1991
Í eini skúlastovu á
Sjúkrasystraskúla Før-
oya, sita fýra ungar
kvinnur. Skúlastovan
minnir um aðrar skúla-
stovur, borðini standa í
kvadratiskum røðum,
Talvan hongur á vegg-
inum og tvær beina-
grindir standa hvørju-
megin hesa, Onnur
skoytir hóttandi, hin er
høvurleys.
Hinummegin borðið
sita fýra sjúkrasystra-
næmingar og greiða frá,
hvat tær hava tikist við
seinastu níggju mánað-
arnar. Tær hava kannað
hvussu ung millum 13 og
19 ár eru kunnaði um
AIDS i Føroyum og á
hvønn hått ein effektiv
kunnan kann gerast.
-Projektid hevur verið
ein partur av okkara
útbúgving og vit valdu
evnid AIDS, tí vit høvdu
ein illgruna um, at tey
ungu ikki tóku hesa hóttan
sera álvarsliga. Og hendan
illgruna fingu vit prógvað,
siga tær.
160 UNG
--Vit hava vitjað fleiri
skúlar í Havnini, eisini
studentaskúlan og fleiri
skúlar á bygd. Vit hava
tilsamans tosað við umleið
160 ung og úrslitið er tað
sama, tey ungu halda ikki
at vandin fyri at fáa AIDS
í Føroyum ikki er stórur.
Hetta er nakað sum
hendur uttanfyri okkum.
Tað er óhugnaligt at
hoyra, tá vit vita, at
føroyingar ferðast sera
nógv til útlandið, siga tær.
Var nakar munur at
tosað við tey ungu av bygd
í mun til tey í Havn. Var
annar parturin meira
fríborin enn hin?
--Nei, tað var tað sama
allastaðni. Tað vísti seg, at
tey yngstu vóru minst
sinnaði at tosað um
trupuleikan. Eldri tey
blivu, meira náttúrligt
tosaðu tey.
EYMT MÁL
Men at tosað um kyns-
lívið, tað er ikki so lætt
hjá ungum. Fleiri av
teimum vit tosaðu við,
høvdu kanska ongantíð
verið í song við ngkrum
og tey tóku ikki vandan
sum teirra trupuleika.
Hvussu vórðu tey
kunnaði um AIDS vand-
an?
--Tey høvdu ikki tingi0
serliga nógv at vita. Tey
vistu at vandin fanst, men
tey mettu ikki at undir-
vísingin hevði verið góð. Í
onkrum skúlum høvdu tey
bert havt tveir tímar um
evnið. Tey mettu seg ikki
at hava fingið serliga
góðan kunnleika úr skúl-
anum, men meira uttanfyri
skúlan.
Hvat við fyribyrging?
UPPA VEGIN
--Tað tyktist sum tey
ungu óttaðust meira fyri at
gentan skuldi gerast við
barn enn fyri vandanum
fyri HIV-smittuni og at
enda AIDS sjúkuni.
Spurningurin um P-bollan
hugtók nógv meir enn
hítin.
--Og tað er heldur ikki
so lætt hjá ungum at fáa
hendur á hítum. Í stórum
bygdum í Føroyum er
ongin møguleiki fyri at
keypa hítir. Har er ongin
møguleiki at keypa hitir
yvirhøvur.
Tað gongur upp hjá
vaksnum, tí er tað ikki
lætt hjá ungum at fara í
ein handil og keypa hítir.
Tað er "flovisligt"
—Vit hava frætt, at nakað
fer at henda á hesum
økinum í framtíðini. Í
Havnini skulu automatir
við hítum setast upp. Men
tað er ein spurningur um
tær fáa frið.
Niðri kann tú fáa hítir
ókeypis á ávísum disko-
tekum, siga tær.
SPOT SPOT
Gjøgnum kanningar-
arbeidid millum næm-
ingarnar sóu sjúkrasystra-
næmingarnir, at sjón-
varpið er besti fjølmidilin
til at ávirka tey ungu og at
fáa boðskapin igjøgnum.
—Vit hava tí gjørt sjey
smásendingar til sjón-
varpið. Hvgr sending
verður send ígjógnum eina
viku, so at næstu sjey
vikurnar verða allir
føroyingar mintir um
AIDS-vandan. Tað hevur
verið dýrt at gera hesar
sendingar. Men vit hava
fingið sera góðan stuðul.
So góðan, at vit hava sent
pening aftur til onkran.
Høvudssponsorar hava
verið, Jólamerkjagrunn-
urin Føroya Lívstrygging
og Sjúkrasystrafelag Før-
oya.
—Vit hava eisini verid i
Onki AIDSi Føroyum
Hetta tykjast tey ungu millum 13 og 19 år at halda. AIDS er
nakað sum hendir uttanfyri Føroyar og sum ikki heilt
viðkemur okkum, siga fýra sjúkrasystranæmingar, sum hava
kannað hvussu tey ungu verða kunnað um AIDS í Føroyum
0
samband vid teir stéru
átrúnaðarligu bólkarnar í
Føroyum, og tað er
ótrúðligt hvussu góðan
stuðul vit hava fingið frá
teimum í okkara arbeiði,
siga tær.
—H6ast átrúnaðarbólkar-
nir, kirkjan, brødrasam-
koman, pinsasamkoman
0.S.v eru samd um, at tað
er best við einum at liva
saman við alt lívið. So
hava tey ásannað, at
soleiðis er ikki veruleikin.
Ung í dag eru í song við
fleiri áðrenn tey giftast,
ikki øll, men fleiri. Og ti
taka átrúnaðarbólkarnir
HIV-smittuna í fullum
álvara og halda, at tað er
alneyðugt við upplýsing.
Vit kunnu nevna frálíka
faldaran sum heima-
missiónin hevur gjørt, bert
sum eitt dómi, siga tær.
AIDS ER IKKI HIV
Tað tykist sum tað er
stór misskiljing millum
ung hvat er sjúkan AIDS
og hvat liggur í at verða
HIV-positivur. Tá ein
verður smittaður, gerst ein
HIV positivur. Hann kann
verða smittaður í mong ár,
áðrenn hann gerst sjúkur
av AIDS. Vit vita dømir
um HIV positivan i
Danmark, sum hevur
verið positivur í 17 ár,
Sjúkrasy
|
x
í æ
uttan at hava fingið
sjúkuna. Men oftast gerst
ein HIV -positivur sjúkur
aftaná nøkur år. Tó vita
vit ikki enn um øll HIV-
postiv gerast sjúk.
--Men er ein HIV
positivur, so kann ein
smitta onnur uttan sjálvur
at vera sjúkur. Og tað er
her knúturin er grivin.
HIV-smittan er í
Føroyum, eins væl og hon
er í Danmark og í
londunum við ekvatur,
ella linjuna. Og tí er
alneyðugt at verja seg við
hít, um ein hevur
tilvildarlig kynslig sam-
bond, eisini í Føroyum, og
ikki bert tá ein er úti og
ferðast. Hetta kann ikki
sigast nóg ofta, siga tær.
IKKI VANDA-
BÓLKAR
I samband við arbeiðið
hjá sjúkrasystranæming-
unum hava tær eisini verið
í Danmark og kannað
hvussu danir upplýsa um
HIV-smittuna.
-Høvdu vit gjørt okkara
sjónvarpstubbar á sama
hátt sum teir, sum vístir
verða í Danmark, so
høvdu vit stoytt fólk. Eftir
føroyskum måtistokki
hevði talan verið um reint
porno. Vit hava ti roynt at
bent å hvar vandin liggur,
=
i æ
øen
- ss
Myndin synir Idun
Nielsen, Hergerð
Johannesen, Anni
Røsvig og Gudrun
Nielsen. Mynd:
Kalmar
heldur enn at avmynda
tvey sum eru í song
saman. Viðurskiftini hjá
okkum eru smá og
aldursbólkurin vit royna at
náa liggur frá 13-19 ár.
Her hava foreldrini enn
ávirkan á tey ungu. Gera
vit sjónvarpstubbarnar ov
sterkar, so er vandi fyri, at
teir ikki nåa til øll. Og tað
er avgjørt ikki meiningin,
siga tær.
--Niðri eru tey komin
langt við, at læra at liva
við, at HIV-smittan er ein
vandi og hvussu ein kann
verja seg móti hesum
vandanum. Danska Sund-
hedsstyrelsen hevur við-
gingið, at tað var ein
brølari, tá av fyrstan tíð
varð sagt, at AIDS sjúkan
hevði serligar vanda-
bólkar. Soleiðis er ikki
veruleikin. Tað er rætt, at
smittan í fyrstuni serliga
fannst millum samkyndar
menn, (homoseksuellar)
og Sproytunarkomanar.
Men millum samkynd er
smittan fallandi, tí hesin
bólkur hevur tikið vandan
til eftinektar, og verjir seg
Sida 7
vid hit og tryggum
kynslívið, helst við einum
felaga. siga tær.
Nú veksa HIV
tilburðirnir innan tey
heteroseksuellu, kynsliv
millum mann og kvinnu.
Hetta kemst av, at tey
hetroseksuellu fólkini ikki
taka vandan nóg álvars-
liga. Og tað er júst her
tann stórsu vandin er í
dag, siga tær.
HALDA FRAM
Sjúkrasystranæmingarmni
r eru lidnir við teir sjey
sjónvarpsstubbarnar, men
tær ætla at halda fram við
hesum arbeiði.
--Okkara uppgáva er ikki
bert at røkta sjúklingar,
men eisini at fyribyrgja
sjúku. Tí gera vit hetta.
Vit hava ætlanir um at
gera meira við evnið, men
hvussu eru vit ikki greiðar
yvir enn, siga tær.
SMITTAN
Tú verður bert smittaður
av HIV gjøgnum
sevju úr móðurskeið og
gjøgnum blóð. Ti er lívið
framvegis vert at liva. Tú
verður ikki smittaður av at
drekka av sama glasið,
sum eim HIV-positivur
Tú verður ikki smitt-
aður av at geva einum
HIV-positivum ein tungu-
muss. Kanningar vísa, at
tú skalt havan 10 litrar av
spýtti í teg fyri at fáa nóg
mikið av virus í teg fyri at
fáa smittuna. Tú verður
heldur ikki smittaður av at
svimja saman við HIV-
posiuvum, siga tær.
Hvussu eru Føroyar fyri
at taka ímóti fólki, sum
hava AIDS, ella eru HIV-
positiv. Sjúkrahúsverkið
er rættuliga væl fyri. Men
hvussu hevði vanligi
føroyingurin tikið móti
einum, sum var HIV-
positivur. Tað er ein onnur
søga. Ivaleyst hevði hesin
verið burturvístur, eins og
tey spidalsku í gomlum
døgum.
Eitt er vist, halda
sjúkrasystranæmingarnir.
AIDS verður vanligari í
Føroyum í framtíðini. Ti
eigur føroyska samfelagið
at venja seg til hetta . Og
hetta hendur við kunnan,
kunnan og aftur kunnan
og at enda fyribyrging.
--HIV-smittan kann raka
gll í Føroyum. Ti er tað av
stórum týdningi, at vit
vera góð við tey, sum eru
smittaði og verða tað í
framtíðini. Tey eiga íkki
at forfjónast, men at fáa
somu vidferd sum øll
onnur í samfelagnum, siga
tær.
sáð,
jústinus