Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-03-20, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. mars 1991síða 2

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Postadressa: Postsmoga 76 110 Tórshavn 14720 Blaðfólk: Randi Jacobsen - Térfinn Smith - Dagny Joensen - Ólavur W. Høgnesen - Útgevari P/f Sosialurin Uppseting: P/f Sosialurin Prent: P/f Pressan 1981 Ábyrgdarblaðstjóri: Krisjan Dahl Fyritaksstjóri: Krisjan Dahi Bústaður: Argjavegur 26 Argir 11820 Teiefax: Telefon: Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov pengar SIGNAR Hansen hugleidir i seinasta Fjúrtanda um stuðul- in, vit fáa frá dønum og greið- ir frá, at hesin stuðul í veru- leikanum er av tí ónda. ORSØK hansara hesuferð til viðgerðina av stuðlinum er eftir ollum at døma tað, Ås- bjørn Joensen og Finnbogi Ísakson høvdu at siga um henda stuðul á Lítlatingi í sjónvarpinum herfyri. As- bjørn skal hava sagt, at í 88 var hesin studul eini 42% av skattainntøkum okkara, og at so illa varð arbeitt sidan, at studulin i 91 helst fór at vera uml. 45% av samladu skatta- inntøkum okkara. VIT skulu heldur ikki gera við- merkingar til hesi tel. Skulu bert gera øllum pørtum greitt, at javnaðarflokkurin ikki yvir- tekur bert fyri at yvirtaka, men at javnaðarflokkurin so AT sanniliga stendur við framdu yvirtøkurnar. Hetta er so at siga alt tað, ið yvirtikið er. SJÁLVSAGT skulu vit yvir- taka målsøki, ið best eru um- sitin av okkum sjálvum og sjálvsagt skulu vit taka á- byrgd av, at onkur yvirtøka kanska hevur kostað okkum okkurt. Heldur hetta, enn at lata seg fjarstýra fyri minni. TAÐ kemur eisini ivaleyst ein dagur, tá støda skal takast til, um vit fult og heilt fáa boðið at yvirtaka alt. At vit tá ikki, hvorki sum sambands- ella loysingarmenn, kunnu skáka okkum undan ábyrgd av egn- um viðurskiftum er sjálvsagt. JAVNAÐARFLOKKURIN hevur tó ongantíð framprovo- kerad yvirtøkur, bert framt tær, ið neyðugar vóru um- framt tær, ið staturin vildi hava okkum at fremja — yvir- tøkur, sum í Danmark vóru lætnar stórkommunum og amtum, men sum vit enn ræddust. skúlin kostar okkum meira enn áður, ber ikki til at dylja, men rætt hevur Signar í, at okkara skúli í dag er so Hilmar Jan Hansen - Justinus Eidesgaard nógvar ferðir betri og fjøl- broyttari enn fyri bert fáum árum síðan. Hetta mest takk- að verið yvirtøkuni. Vit halda heldur ikki á nakran hátt hánt um danska stuðulin, sum hevði verið ringur at verið fyriuttan, sum nú er statt. Heldur ikki leggur flokkur okkara nøkur ynski fram um, at stuðulin skal fastlæsast, so hann í veruleikanum minkar framyvir. MEN at hetta partvís longu er hent, talar eingin um, tí helst er tað so, at vit í nongum før- um eru eftirbátar í útbygging á ymsum økjum, sum vit vegna blokkin kanska sjálvir mugu fíggja stórri part av. FRAM um aðrar flokkar held- ur javnaðarflokkurin tó, at samskifti okkara við brødra- tjóðina Danmørk, sum flest- øll føroysk heim hava okkurt samand við, átti at kunnað snúð seg um annað enn pengar og stuðul. Vit vóna í øllum fórum, at bæði sam- bandsmenn sum loysingar- menn duga at virðismeta stóra mentunarliga týdningin av hesum samskifti okkara við eina av heimsins mest há- mentu tjóðum. VIT loyva okkum eisini at standa við, at samstarv okk- ara við Danmørkina als ikki átti at verið treytað av peng- um — at vit, um so skuldi bor- ið á, eina fyrst skuldu tá havt Danmørkina í huganum, um danir høvdu tørvad ein dugna frå okkum. EINGIN orsøk er heldur at dylja, at her eisini verður hugsað um skilagott sam- starv við danir um tað, ið vit »kanska« seta okkum fyri at fáa burtur úr undirgrundini, sum nú verður yvirtikin í sátt og semju. JÚ, sanniliga skulu vit ráða okkum sjálvum — ongantíð betur um vit megna tað uttan danska > »studulin«. Men sjålvt við ongum stuðli kann samskifti okkara við Dan- mørkina bert verða okkum at gagni. A LESI. S74 | DS PE Saklig ella ósaklig upplýsing Dimmalætting viðgerð í oddagrein í gjár spurning- in um pengarnar til pol- itiska upplýsing: Hvordan pengene an- vendes, afgør de for- skellige partier vel selv. Og om eller hvor meget af beløbet bliver brugt som støtte til de forskellige aviser, er os ukendt. Blot kan vi en passant lige bemærke, at Dimmalætt- ing hverken har modtaget eller tager imod sádan støtte. Kan bevillingen til pol- itisk oplysningsarbejde hjælpe til at gøre de fær- øske avislæseres udvalg lidt mere broget, skal vi som stående udenfor int- eressegruppen af tilskuds- modtagere ikki blande os, selv om nogle af avis- indlæggene har slået til NY lyd for at stryge posten helt af finanslagtings- loven. Læserne kan så selv få lov til at skelne mellem oplysning og politisk pro- paganda. Tå skipanin vid pengum til politiska upplysing kom i gildi leikadi Sambands- flokkurin óður í um hesar pengar. Orsøkin var, at sjálvur var hann vælbjarg- aður. At ein flokkur/blað stendur seg fíggjarliga er alla æru vert, og varð tí lógin broytt soleiðis, at ístaðin fyri at senda hverjum flokki sín kekk - eisini til teirra sum ikki høvdu pengarnar fyri neyðini - skuldu flokkarnir søkja landskassan um hesar pengar. Men tá hevði Sambandsflokkurin so sanniliga eisini brúk fyri teimum. Hann var millum teir fyrstu at søkja, sum hann eisini hevði sín fulla rætt til. 8. SY Tå Dimmalætting ivast i, um pengarnir verða brúktir til veruliga politiska upp- lýsing ella "propaganda" hevði verið hóskiligt, um blaðið vendi spurningin til sín egna flokk. Hagani hevur lítið verið at sæð av politiskari upplýsing. Heldur, sum onkur ting- maður hevur tikið til,- at sambandsmenn eta og drekka studningin upp. Sokalladur Matheus-- studningur. Vid størsta takksemi Å fyrstu sidu i Dimma- lætting leygardagin eru stórtíðindi at frætta. Johs. Berg, sum fyri stuttari tid síðani fór á húsagang, hevur nú keypt 76 bilar fyri tríggjar miljónir krón- ur: Tann, sum keypt hevur teir 76 nýggju persón- bilarnar úr trotabúnum hjá Pf. Berg Motors er Jo- hannes Berg, stjóri í Havn. Hann sigur, at hann einsamallur hevur keypt bilarnar, men at fleiri danskir umboðsmenn hava sagt seg vilja keypa bilar frá honum. Men hesum hevur Jo- hannes Berg ikki vilja gingið vid til, tí hann heldur, at hann við at keypa bilarnar, skal geva Føroya fólki høvi til bíliga at útvega sær ein bil, tí tað er eingin annar uttan føroyingar, ið skulu hava ágóðan av eini slíkari fyrimunssølu. Tað fløvar sanniliga, at tað enn er onkur, sum hugsar um onnur, uttan sjálvur at fáa fyrimun. Gævi at allir føroyingar fóru á húsagang á ein tilikan hátt, at teir harefter høvdu triggjar miljónir eftir at keypa 76 bilar fyri. Alment ella privat? Studentaskúlanæmingar við Gøtugjogv gjørdu beint eftir seinasta løg- tungsval eina kanning um hvat fólk halda um ymisk viðurskifti. Fólk vóru millum annað spurd um tey hildu, at sjónvarpið og útvarpið framhaldandi skuldu rekast sum almennir stovnar undir landinum. Og har var als eingin ivi. Umleið 70 prosent av teimum spurdu vildu varðveita núverandi skipanina. Umleið 10 prosent hildu, at stovnarnir skuldu rekast á privatum grundarlagi. Hetta sigur okkum so mikið, at fólk eru stórt sæð nøgd við bygnaðin av hesum stovnum. Somuleiðis, at bert ein heilt lítil partur tekur undir við teimum pol- lø itisku sjónarmiðum, at privatisera hesar stovn- ar. Tad eru serliga røddir i Fólkaflokkinum, sum hava gingið á odda í hesum privatiseringstosi uttan tó at fáa stórvegis undirtøku. At privatisera tykist mangan at vera ganda- ordid, men å hesum øki kundi privatisering havt sera ålvarsligar fylgjur við sær. Verða útvarp og sjón- varp privatiserað kundi ein lættliga hugsað sær, hesir stovnar fyrst og fremst vóru nýttir til at fjálga um ávísar áhuga- bólkar ella peninga- áhugamál, heldur enn sum nú tíðindaflutning og upplýsing. Og tað er hetta fólk flest eru greið yvir.