Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-03-20, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. mars 1991síða 3

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 55 — 20. mars 1991 Mundi drukna Ein suduroyingur, sum å middegi sunnudagin ætlaði sær at gera kvetti, mundi í staðin gjørtenda Maðurin fór umborð á Kyrjastein, sum seinasta árið hevur ligið við bryggju í Vági. Har breyt hann inn og fekk sær nautisk tól. Men verri gekst, tá hann skuldi fara í land aftur við tjóvagóðsi- num. Hann datt niður- millum skipið og bryggjuna. Ein maður á bryggjuni vamaðist óhappi og rópti eftir hjálp, og ein maður leyp so á bláman eftir manninum, sum varð bjargaður í evstu løtu. Tað var kortini kki neyðugt at koyra mann- in á sjúkrahús. Maðurin var drukkin. Ákæra verður nú reist móti manninum fyri innbrot og stuldur. Taka úr handlum Tað er so javnan, at ungdómar fara inn í handlar og kioskir at fylla sær lummarnar. Fyri tað mesta loysa handlarnir sjálvir málið vid at taka vørurnar aftur og koyra tey ungu út. Men vidhvørt verður biðið um hjálp. Vakthavandi á politi- stødini í Havn sigur, at teir av og á hava verið úti og tosað við ung, sum hava tikið úr hanldum og kioskum. Tey taka fyri oftast sigarettir og góðgæti, men onkuntíð aðrar vørur eisini. Herfyri var tað so stórur trupulleiki í ein- um handli, at politiið varð boðsent, og so kom eisini barnaverndin at tosa tey ungu til rættis. Tey eru niður í 12 ára aldur. Stjala Í seinastuni hava innbrot fleiri ferðir verið á ben- sinstóðum í Suður- oynni. Eina ferð hetta vikuskiftið og tvær ferð- ir vikuskiftið framman- undan. Tað verður gjørt á tann hátt, at handtakið á ben- sinpumpunum verður brotið av, og tá pumpan ikki er sløkt, er laga manni at fylla sær á bil- in. Løgreglan veit ikki, hvør framt hevur stuld- urin. Ei heldur, hvussu stórar nøgdir eru tiknar. randi Tey bæði sovjetisku skipini, sum koma inn á Tvøroyri í dag, skulu liggja við bryggjuna við flakavirkið Russararnir koma í dag Í dag klokkan 14 koma fyrstu tvey sovjetisku skip- ini inn at royna Tvøroyri sum umskipanarhavn Handlar, fyritøkur og onnur á Tvgroyri seta sítt álit, at tað fer at kasta eitt sindur av sær, at Tvgroyri skal vera umskipanarhavn fyri sov- jetisk skip. Avtalan var, at fyrstu skipini skuldu koma í gjár, men gjár komu boðini, at skipini vórðu seinkað, og tey koma ikki inn fyrr enn í dag kl. 14.00. Fleiri kommunur hava søkt, men tað hevur ikki eydnast ødrum enn Tvør- oyrar kommunu at fáa slík- an sáttmála um umskipan. Hvussu sovjetisku reið- aríini gjalda fyri at skipini kunnu koma inn, er ikki heilt greitt. Men tað er nevnt í sáttmálanum, at tey kunnu gjalda við fiski. Tað er iva- leyst tað tryggasta, tí pengar hava reiðaríini ikki ov nógv av. Fiskur kemur eisini meira enn væl við at fáa hjá flakavirkinum. Månakvøldid hevði bý- ráðið fund við handlar, fyri- tøkur og onnur, sum hava áhuga fyri máinum. Øll vóru samd um, at tey skulu taka væl ímóti fremmandu fólkunum. Tað skuldu ann- ars eisini givið handlum og ødrum eitt sindur av peng- um, at so stór skip koma inn at liggja í fleiri dagar og hava 70-100 fólk umborð. Tað kann eisini væl henda, at okkurt smávegis arbeiði verður at gera td. hjá onkrum maskinsmiði, sjálvt um skipini ikki skulu umvælast. Ætlanin er, at skipini skulu liggja inni ul leyg- ardagin. Annað skipið er útgerðarskip, ið skal um- skipa útgerð ul hitt, ið er fiskiskip. Utgerdarskipid tekur so fisk frá fiskiskip- inum vid sær. Hesi skipini skulu leggja at bryggju å Tvøroyri vid flakavirkid. I sáttmálanum er eisini neyndur tann møguleiki, at skipini umskipa á fjørdin- um. Tað verður Vaktar á Bjargingartænastan, sum í hvørjum einstókum føri gevur skipum loyvi at koma inn. Såttmålin åleggur skip- unum at lika allar treytir viðvíkjandi ikki at dálka 0.a. randi Fleiri hava áhuga Enn hevur bara Tvøroyrar kommuna fingið sáttmála um at hava umskipanarhavn Fleiri kommunur í Føroyum hava skrivað yvir til Sovjet og boðið havn sína fram sum umskipanarhavn. Eingin kommuna er tó komin málinum so nær, at hon hevur havt beinleiðis samráðingar við sovjetiskar myndugleikar. Men fleiri hava havt samband yvir, m.a. Havnar kommuna og kommunurnar, sum um- boda Kongshavnar havn. Og tær hava fingið ta fatan, at reidariini kundu hugsad sær eisini at kunna um- skipað nordanfjørds, um tað so verður í Havnini ella á Skálafjórðinum, sum ikki liggja so langt frá hvørjum ødrum. Tað er m.a. orsakað av samstarvinum við Skipa- smiðjuna Føroyar, at reið- aríini hava áhuga fyri at kunna umskipa á Skála- fjørdinum ella nærindis. randi hvussu skulu vera eldur er í Í Sosialinum í gjár kom Brandur Poulsen, vara- brandmeistari í Havn fram við, at sløkkilidid var í seinna lagi úti, tá eldur var í leygarnáttina. Tað gingu 12-13 frá tí, at boðini vórðu ringd inn ul alarmsentralin, til fyrsti sløkkilidsbilurin fór út av húsinum. Tað er ov long tíð. Tveimum minuttum má løgreglan taka ábyrgd- ina av, tí hon ikki gav Brandstødini bodini beinanvegin. Sidan brúku sløkkili010 10 minuttir at búgva seg út. Tað er ikki vanligt, at liðið brúkar so nógva tíð. Men meinnirnir kunnu ikki lastast fyri tað, ti í Føroyum eru ongarreglur fyri, hvussu skjótt teir skulu bera at, sum Brandur Poulsen greiddi frå í Sislainum í Petur á Lava Olsen á Brunaumsjón Landsins sigur, ataðrastaðni verð- ur ásett í kunngerð, hvussu skjótt sløkkilid- Vit lovaðu í gjár at fáa eina viðmerking frá løg- regluni í Havn til atfinn- ingarnar hjá Brandi Poulsenum, at løgreglan ikki gevur slgkkiliðnum boð í somu stund, boðað verður frá eldi. Brandur Poulsen heldur ikki, at tað er uppgávan hjá løg- regluni at meta um, um neyðugt er at senda Umsjónin ovbyrjað - Uppgávan er mín, men eg havi hundrað aðrar upp- gávur, sum troka meira á, sigur Petur á Lava Olsen, á Brunaumsjón Landsins. Hann viðgongur, at tað átti at verið reglugerð fyri, skjótt , á staðnum, tå Bíðar til Í morgin slókkilið ini skulu vera úti. Tað vanligaer, fimm minttir, um menninir skulu kall- ast til, og ein minuttur, um teir eru å stødini. Tad åttu at verid slikar kunn- gerdir i Føroyum, ym- iskar eftir stødd á kommunum, men Brunaumsjón Landsins er ikki komin til at gera hesar kunngerðir, tí stovnurin hevur so nógvar aðrar meira átrokandi — uppgåvur, sigur Petur å Lava Ol- sen, sum er einsamallur å stovninum. Sjålvt um eingin kunngerð er, so miða allar stødir við tilkalli- vakt eftir at kunna senda liðið avstað eftir fimm minuttum. Tað ber eisini ul í Føroyum. Petur á Lava Olsen nevnir sum dømi, at i november månad høvdu tey venj- ingar bæði á Tvøroyri og í Vági. Har var liðið úti ávikavist eftir fimm og sjey minuttum. randi slgkkiliðið út. Tað eydnaðist ikki i gjár at fáa hesa við- merking. Suni Vinther, stødleidari, er maðurin, sum skal svara. Hann var ikki at hitta, fyrr enn blaðið var farið til prent- ingar. Vit royna aftur í morgin. randi