Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-03-20, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. mars 1991síða 5

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Mr. 55 — 20. mars 1991 HF- og studentaskúlarnir: Gult fyrst, síðani blátt Tað er rættast at avgreiða spurningin um bygnaðin, áðrenn farið verður undir at áseta innihaldið, sigur Hensar Ellingsgaard av landsskúlafyri- sitingini, ið arbeiðir við eini trý ára skipan, ið er grundað á eitt stóðisár og eftirsíðan eitt rættiliga frítt lærugreinaval Í fjør kom sonevnda “gula álitið", sum m.a. vidgjørdi bygnaðin í HF- og stud- entaskúlunum. Í álitinum verður bert at eina trýára- skipan, og nevndin kemur við tveimum ymiskum til- mælum viðvíkjandi bygn- aði. TVEIR MØGULEIKAR Annar møguleikin er ein skipan við linjuvali, so- leiðis sum skipanin er í dag. T.v.s., at næmingarnir velja seg inn á eina linju (støddfrødiliga, målsliga 0.s.fr.); í mun til skipanina í dag verður skotið upp, at endaliga valid av linju verður gjørt beinanvegin, og at linjuskipanin eisini skal vera væl lidiligari enn í dag. Hin møguleikin er, at bygnaðurin er grundaður á eitt stødisår, sum er tað sama fyri allar næmingar; eftir hetta árið hava næmingarnir so høvi til at velja lærugreinir og seta tær saman, so tær hóska best til tørvin og åhugan hjå einstaka næminginum. IVASTØDA Hensar Ellingsgaard, landsskúlastjóri, sigur, at nú tvey uppskot eru sett fram, so verður talan um eina ivastødu, ið kann seinka politisku avgerð- irnar, sum skulu til fyri at broytingar kunnu fremjast. Í stuttum ber til at siga, at yrkisfelagið hjá HF- og studentaskúlalærarum hellir til fyrra uppskotið og landsskúlafyrisitingin til seinna. Hensar Ellings- gaard tekur undir við sjónarmiðunum í gula álitinum', at tað er óhepp- ið, at lærugreinavalið ikki er lidiligari, og at broyt- ingar í bygnaðinum kundu býtt um hetta. Arbeitt verður við hesum, og fyri framman standa eisini samrødur við Maritu Petersen, landsstýrismann í skúlamálum. TILLAGING HEIMA OG ÚTI - Tað eru tey, sum halda, at skúlin er góður sum hann er, og at okkum ikki nýtist at broyta nakað Stórvegis, vísir landsskúla- stjórin á. Men, heldur hann fram, tað er ikki ein spurningur um, hvat hevur virkað væl higartil, men heldur ein spurningur um at laga útbúgvingarnar til broytingarnar í samfel- agnum og gera tað á ein slíkan hátt, at vit eisini laga okkum til krgvini, ið verða sett í londunum rundan um okkum. VIÐBREKIÐ MAL “Bláa álitið" er annað álit, sum kom i fjør. Tað viðgerð støduna hjá før- oyskum í HF- og stud- entaskúlunum. Í hvgssum vendingum, sum ikki eru at misskilja, mælir nevnd- in til, at føroyskt fær høvudssess - bæði sum sjålvstødug lærugrein og yvirhøvir á skúlunum - og at lærugreinin danskt verdur strikad; aftrat føroyskum skulu næmingarnir hava lærugreinina 'nordurl- endskar bókmentir". Í skúlaheiminum er tað eingin loyna, at hesar ber- søgnu niðurstøður hava elvt til meir og minni gníggingar, og orðið *danskarahatur' hevur gingið aftur fleiri ferðir. Meðan gula álitið' um bygnaðin er sent til lands- skúlaráðið og har er vorðið góðkent sum stóðið undir einum almennum orðaskifti, so er bláa álitið“ bert sent ráðnum til kunningar. TORIR FYRISITINGIN IKKI? Vit spurdu Hensar Ell- ingsgaard um orsgkin var, at málið var so viðbrekið, at landsskúlafyrisitingin ikki hættir sær í holt við hendan viðbrekna spurn- ing; at fyrisitingin eisini vil tosa um bygnaðin fyrst, kundi kanska bent á, at man roynir at útseta spurningin um føroyskt/ danskt sum longst. Hensar Ellingsgaard ásannar, at talan er um ein sera viðbreknan spurning; at álitið er so bart út, tá tað skal orða síni sjónarmið hevur sjálvandi eisini við sær, at fólk eru uppaftur spentari eftir at vita hvat hendir á økinum. BYGNAÐ FYRST Orsøkin til, at "bláa álitið" ikki hevur verið meira vidgjørt er, at tað snýr seg um innihald og ikki bygnað. Hensar Ellings- gaard heldur, at hóast bygnaður og innihald ikki kunnu skiljast púrasta hvørt frá ðrum, so må spurningurin um bygnað viðgerðast fyri seg og avgreiðast, áðrenn farið verður undir at áseta innihaldið. Vit mugu undan tvídráttinum føroyskt mótvegis donskum. Vit mugu finna eina fakliga forsvarliga ÞÁ sleppa loysn, sum tekur stødi í føroyskum viðurskiftum, sigur landsskúlastjórin, 18 eisini vísir á ein annan trupulleika. STÓR KRØV TIL TILFAR - Hóast vit gera eitt stórt arbeiði fyri at fáa føroyskt undirvísingartilfar til vega, so stendur á og nógv vantar í. "Bláa álitið" setur sera stór krgv á hesum øki, so skulu tilmælini haðani setast í verk, so verður tað næstan ein ómenniskjanslig uppgáva at útvega føroyskt tilfar, Sigur Hensar Ellingsgaard, ið vísir á, at í løtuni er ein flokkur á SMYRIL LINE J. Broncksgøta 38 - Box 370 - FR-110 Tórshavn - Tlf.: studentaskúalnum i Hoy- dølum - D-flokkurin kall- aður - ið roynir “bláu' til- mælini. Tå frågreidingin er komin haðani um teirra royndir, so vita vit mun- andi meira um hendan spurning, sigur Hensar Ellingsgaard at enda. ówh