Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-03-20, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. mars 1991síða 10

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 Fleyr fýra vinnarar ÍTRÓTTUR Leygardagin skipaði flogbóltsfelagið Dráttur fyri einari flogbóltskapping í Ítróttarhgllini á Giljanesi og fimleikarhøllini í Sørvågi. Upprunaliga skuldi bara verða kappast á Gilja- nesi, men tá heili 64 lið komu við, máttu nøkur teirra spæla sínar dystir í Sørvågi. Vinnandi liðini vóru annars hesi: Meistaradeildin menn: Meistaradeildin kvinnur: 1. Led 19 59 ÞJ = deild menn: . deild kvinnur: . deild menn: . deild kvinnur . deild menn . deild kvinnur Fleyr a Fleyr Fleyr 2 TB Fleyr 2 Dråttur SÍ 1 Dráttur b Nr. 55 — 20. mars 1991 Arthur Ellingsgaard um finaluna í Eysturoyarkappingini: Eiðismenn sviktu ikki „Tað vóru teir úr NSI, sum tóku finaluna í egnar hendur," sígur dómarin, sum skuldi dóma finaludystin millum NSI og GI Sum nevnt í bladnum í gjár spældu NSI og GI leygarkvøldid finaluna í Eysturoyarkappingini å Svangaskarði. Dysturin varð dómdur av dómara úr Runavík, og var hetta nakað, serliga gøtu- menn vóru misnggdir um. Eitt nú førdu teir fram, at fyrsta málið hjá NSÍ, sum varð skotið uppá brots- spark, als ikki átti atg verið komið, tí einki varð gjørt, 10 legði grund fyri at dóma brotsspark móti GÍ. Fór norður í góðari tíð Runavíkingar umbóru seg við ti, at teir høvdu roynt at fingið fatur á utt- anveltaðum dómara, tá tað varð greitt, at eiðismenn ikki kundu koma. I Itréttar-Sosialinum i gjár stendur: „Bæði liðini vóru ikki sørt vónbrotin av, at eiðismenn, sum eru vertir fyri kappingina í ár, hvørki møttu upp við dóm- ara ella nøkrum, ið kundi handa steypið aftaná." Til hetta hevur Arthur Ellingsgaard av Eiði nakr- ar viðmerkingar: „Tað var eg, sum skuldi dóma handan finaludystin, sum eftir upprunaligu ætl- anini skuldi vera spældur kl. 17 leygardagin," sigur hann. „Sjálvur var eg á dómaraskeiði í Havn, og hagani fór eg kl, 15 fyri at vera í góðari tíð at dóma dystin." Vildu ikki spæla sunnudagin Arthur var ikki meira enn komin norður til Eidis, tá hann verður uppringdur. Dysturin skuldi nú setast út til kl. 19, tí onkur NSI- spælari spældi avgerandi hondbóltsdyst á Skála, og onkrir vóru í Vestmanna og spældu. Eiðirmenn royndu tí fyrst at fáa dystin fluttan til sunnudagin, men hesum vildu hvorki runavikingar og gøtumenn taka við, men vildu hava dystin spældan seinni leygar- kvoldið. „Av tí at ítróttarveitsla skuldi vera á Eiði um kvøldid, bar ikki til hjá mær ella ngkrum gðrum higani at dóma dystin, samstundis sum veitslan var," greiðir Arthur frá. „So tað máttu runavíkingar taka sær av, tá teir kortini vóru grundin til, at dystur- in mátti flytast og alt tað heila broytast." Runavíkingar frekir Hann heldur tað vera nógv fyri, at tað skulu vera runavíkingar, ið gremja seg umdómara, tí hann sigur, at teir dóma einki sjålvir. »Ti haldi eg runavikingar vera sera frekar, at teir koma sær at siga nakað um hesa finaluna, og hvussu hon varð avgreidd,” sigur hann. „Tað vóru teir sjálvir, ið vildu hava final- una flutta, og eg má siga, at tað er bara spell, at teir yvirhøvur sluppu so lætt við at flyta finaluna, at teir bara sjálvir skuldu taka sær av tí heila." Arthur tekur so mikið stóran til sum at siga, at bæði NSI og GI skuldu verið víst burtur frá finaluni, og tey næstbestu liðini sett ístaðin at spæla, tá liðini ikki kundu spæla hana, sum fastsett var frammanundan: „Tá EB ér vertur og skipar fyri Eysturoyar- kappingini, hava hinir einki við fyrireikingarnar at gera, og skulu bara gera eftir teimum boðum teir fáa." hj. heim. Eiðismenn sviktu Bæði liðini vóru ikki sért vónbroun av, at eiðismenn, SUM eru vertir fyri kappingina í ár, hvørki meltu upp um, ið kundi handa teypið aftaná. 5 A hesum máttu runavíkingar f síðstu løtu taka sær av, og. gjørdist úrsliuð eisini hareftir. Ítróttar-Sosialurin í gjár 26 dómarar á skeiði Um vikuskiftid skipaði dómaradeild FSF's fyri skeiði fyri útbúnar dómarar og eygleiðarar í ÍSF-húsinum í Havn At dømingin hevur stóran týdning, um nakað gott skal spyrjast burturúr fót- bóltskappingini, man eing- in ivast Í Fótbóltssamband Føroya er heldur ikki i iva, men roynir tvørtur ímóti at geva dómarum so góðar útbúgv- ingarmøguleikar sum gjør- ligt. Tí skipaði dómaradeild FSF's fyri einum dómara- og eygleiðaraskeiði í ÍSF- húsinum í Havn um viku- skiftið. FIFA-eygleiðari við Skeiðið var fyri dómarar, ið frammanundan hava prógv sum dómarar, og vóru ikki færri enn 26 við á skeiðnum. Dómaradeildin hevði fingið ein mann frá DBU hendanvegin at leggja lag á og hava skeiðið. Tað var Kaj Sørensen, sum millum annað situr í dómara- neyndini hjá DBU. Kaj Sørensen hevur nógvar og drúgvar royndir í fakinum sum eitt nú dóm- araeygleiðari fyri bæði UEFA og FIFA, umframt at hann eisini er dómara- eygleiðari fyri DBU u ferð, Kaj Føroyum í sambandi við dómara- skeið, men annars er rætti- liga vanligt, at FSF hevur fólk frá DBU í Føroyum at undirvísa. Sum skilst vóru dómar- arnir sera vælnøgdir við skeiðið, ið sum nakað nýtt eisini brúkti sjónbond í frálæruni, sum vísti ymisk dómi um hendingar á vøll- inum, sum so stóða skuldi takast til, hvussu tey áttu at verða dømd. Lítil undirtøka Vikuskiftið framman- undan vóru tveir danir og hildu grundskeið, men har var undirtøkan ikki so góð: „Einir 34 høvdu boðað frá luttøku, men tå saman- um kom vóru bert tíggju við á skeiðnum, harav níggju fingu prógv sum dómarar," sigur Jákup Si- monsen, FSF. „Tað er keðiligt, at so fáir koma, tá roknað verður við rímiliga góðari undirtøku.” Hetta var fyr Sørensen var hj. Um vikuskiftið vóru 26 fótbóltsdómarar og dómara- eygleiðarar á skeiði í ÍSF-húsinum, har danin Kaj Sørensen legði lag á. Hann hevur verið eygleiðari hjá bæði UEFA, FIFA og DBU. Mynd: Hilmar Jan