mikudagur 20. mars 1991síða 11
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 55 — 20. mars 1991
KÍF fekk bronsuna
Mangir áskoðarar mundu væntað sær ein sera spennandi dyst á
Skála leygardagin, men teir gjórdust vónbrotnir. Frá byrjan til
enda vóru tað kollfirðingar, sum góvu tónan og vunnu dystin
Tey flestu mundu minnast
fyrra dystin í endaspæl-
inum millum StIF og KIF,
sum eftir stóran spenning í
allar teir 60 minuttirnar
endaði við javnleiki.
Men leygardagin var
annað skilið.
Strandingar fingu fyrstu
trý málini, men so komu
kollfirðingar í gongd, og tá
eitt korter var farið, vóru
kollfirðingar komnir fram-
um.
Økti um munir
Stødugt gekk framá, og
sum fyrri hålvleikur leið,
øktist munurin millum lið-
ini, og í steðginum var KIF
á odda 11-7.
Í seinna hálvleiki tóktust
strandingar hava fingið
fatu í rætta endanum, og
fyrstu fýra minuttirnar
hevði SUF minkað um
munin til 10-11.
Lidini fylgdust so nøk-
unlunda við einum og
tveimum málum á muni
fram til 15-13 til KIF, men
so gjørdu kollfirdingar bart
og skutu sjey mål å rad,
uttan at strandingar rørdu
KIF-meskarnar vid einum
einasta plettskoti, so
stødan gjørdist 22-13.
Og hóast SF royndi sítt
ýtarsta, eydnaðist ikki at
Meðan Jan Hgjgaard
fremstur á myndini
sær út til at vænta
sær bóltin, roynir
bróta múrin niður, og end-
aði dysturin tí 26-17 til
KIF.
Veteranur vid aftur
Tað, sum serliga forvitn-
isligt var vid KIF-liðnum,
var at veteranurin Hanus
Joensen var við á liðnum.
Og hóast lítið hevur verið
at sæð til hann, greiddi
hann uppgávur sína væl í
verju og serliga í fyrra
hálvleiki eisini í álopi.
Ein annar KIF-spælari,
ið hevði ein góðan dyst,
var Jens Martin Knudsen.
A liðnum hjá stranding-
um spældi Arthur Jo-
hansen ein góðan dyst,
men størst trupulleikin hjá
liðnum vóru teir stóru lek-
arnir í verjuni, ið góvu Pól
Dánjali „yvirtíðararbeiði".
Jens Martin Knudsen
skjeyt sjey mál og Vagnur
Johannesen seks og Hanus
Joensen fimm fyri KIF,
meðan Arthur Johansen og
John Petersen skutu ávika-
vist sjey og seks mál fyri
SÍF.
bj.
Sóleyg Mikkelsen:
r =
Niggju
hvenn
At mong mál eru í hond-
bólti, eru ikki tey stóru
fesku tíðindini at skriva
heim um.
Og vanliga eru eisini
fleiri um at skjóta hesi
mongu mál.
Men á kvinnuliðnum hjá
Skála í 1. deild, sum júst
hevur vunnið FM-heitið og
fyrr í ár eisini vann steypa-
kappingina, er breiddin
Síða 11
ál
Skála fær.
Og tey hava ikki verið so
fá í ár.
Hon hevur skotið 184
mál í landskappingini og
35 í steypakappingini, og
gevur tað 219 úlsamans.
Verður spælt eitt sindur
meira við tølini, sæst eis-
ini, at hon í meðal hevur
skotið yvir níggju mál í
hvørjum dyst.
Br AG Å | ikki tann stóra, tå um Eitt sera flou úrslit, sum
Arthur Johansen seg í úr“ DA „| målskjuttar i kappingini er kanska ongantíð áður er
kortini vid skotroynd, AR 5 | at ræða. komið fyri í 1. deildar-
men KIF-veteranurin —— 4 hø, Har er talan um Sóleyg hondbóltinum fyri kvinnur
Hanus Ineson verjur; 2 | Mikkelsen, ið skjytur meg- herálandi. —
Ya UMOT Ja BØ 7 7} inpartin av teimum málum, hj.
WE
FSF-flaggid hevjast hått
Fer nú at verða brúkt um vikuskiftini í sambandi
við landskappingardystir kring landið
Nýggja flaggið, sum FSF
fekk í heyst, fer í summar
at verða heyjað hátt við
fétbéltsvøllirnar kring
landid.
Hóast flaggið millum
annað hevur fylgt landslið-
num í seinstuni, hevur ikki
so nógv verið at sæð til tað
enn, men nú verður gðr-
VÍSI.
„Tað, sum vit ætla við
hesum flagginum, er mill-
um annað, at tað skal brúk-
ast í sambandi við lands-
kappingardystir, har um-
stødur eru til tað," sigur
Jákup Simonsen, FSF. „Og
sjálvsagt til landsdystir og
onnur líknandi tiltøk.”
Feløgini fara at fáa FSF-
fløgg sendandi, so tey í
hvussu er hava møguleikan
at brúka tað, um tað letur
seg gera.
Jákup Simonsen, ið er
liðleiðari landsliðsins, sig-
ur við Sosialin, at seinastu
venjingarferðirnar hjá lið-
num hava verið sum skóta-
legur: „Soleiðis hevur tað
kenst, tá vit um morgunin
hava heysa flaggið."
Á flagginum er búmerki
FSF's. Tað er Børge B.
Hansen, ið hevur lagt tað
soleiðis til rættis, so tað
hóskaði at seta á flagg.
hj.