hósdagur 21. mars 1991síða 4
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
ar væl sum er
EN sosialurin
Snorri Fjalsbak, rektari í Hoydølum:
Skipanin virk-
- og tí er eingin orsøk fyri gera stórarbeiði
burturúr at broyta allan bygnaðin sum hann er.
Tey lýti, ið eru í skipanini, kunnu broytast uttan
hóvasták og innan fyri tann bygnað, sum er í dag
Snorri Fjallsbak, rektari á
studentaskúlanum í Hoy-
dølum, er alt annað enn
landsskúla-
Hensart Ell-
ngsgaard, tá talan er um,
hvussu HF- og studenta-
skulu skipast í
samdur við
stjóranum
KUGITNIr
TILLAGING
Sambært Hensari Ellings-
gaard arbeiðir landsskúla-
fyrisitingin við eini skip-
an, ið tekur linjuskipanina
av og setir í staðin eitt
felags stødisår og tvey år
omaná, har næmingarnir
kunnu velja lærugreinir og
seta tær saman eftir
egnum tykki.
Landsskúlastjórin held-
ur, at tað er umráðandi at
vit laga okkum til tað,
sum hendir aðrastaðni (í
londunum rundan um
okkum verdur lagt um til
skipanir vid stødisåri;
blm); vit skulu bert gera
tað á ein hátt, sum eisini
er í samsvari við
samfelagsbroytingar í
Føroyum. Frá fyrisitingin
hevur verið víst á, at vit í
dag hava eina skipan, ið er
grundað á eina danska lóg,
sum ikki er til longur.
FØROYSKA
SKIPANIN EINDØMI
- Nú hevur verið nógv
tosað um, at vit alla tíðina
hava tikið eftir dónum, og
nú broytingar skulu
gerast, hvat gera vit so?
Jú, taka eftir teirri nýggju
donsku skipanini, sigur
tann undrandi rektarin.
Hann heldur, at skip-
anin, sum vit hava, hevur
verið í so mong ár, at
sjálvt um hon er donsk av
hon vorðin
meira og meira laga til
tørvin hjá føroyska sam-
uppruna, so er
veru
hava vit nú eina skipan,
sum bara er í Føroyum,
vísir Snorri Fjallsbak á.
Skipanin hevur nøkur
lýti, men tey eru ikki
stórri enn so, at tað ber til
at gera åbøtur, uttan at
fara at broyta bygnaðin
heilt.
LYTI LITIÐ UPPA SEG
Snorri Fjallsbak: - Stud-
entarnir á matematisku
deild hava bert eitt ár
enskt; tað er ov lítið, og tí
eigur at takast frá fronsk-
um til frama fyri enskt øll
trý árini. Málsligir stud-
entar kunnu ikki velja
evnafrødi, sum krevst fyri
at sleppa inn á t.d. sjúkra-
systraskúlan; royndirnar
úr Danmark, har
målslingar hava høvi til at
velja evnafrødi, visa, at
eingir næmingar nýta
hetta høvi. Eisini hevur
verið víst á, studentar ikki
hava høvi til at velja
teldulæru, sålarfrødi og
fiskivinnu, og sum er
heldur ikki vinnubúskap;
men tað ger einki:
A.
KFUK
Í kveld kl. 20.00 verður
almennur fundur v/ Juliu
Fonsdal Johannesen, ráð-
geva, og Eivind Vilhelm,
fyrrv. bispi.
Evni: Uppgávan í mein-
igheitini
KFUK, Vågur
Friggjakvøldid kl. 19.30
verdur fundur i meinigheits-
húsinum.
| Bókhald
Roknskap
Grannskoðan
Figgjar-
Im
BEHGRA
Bókhalds- og roknskaparvirki
Á Teigi 8
FR-100 Tórshavn
Tlf. 19470 Telefax 19830
studentaskúlin skal vera
alment búgvandi, og eing-
in í vinnulívinum spyr
eftir studentum, sum duga
hesar sergreinir, og skal
tað endiliga vera, so ber til
at hava eina skipan, har
ein av hesum lærugrein-
unum kann veljast.
ALMENT BÚGVANDI
- Studentarnir skulu læra
at lesa, skriva og rokna og
at taka kritiska stóðu til
tað, ið verður lagt fyri teir,
meðan serútbúgvingarnar
eiga at koma í framhaldi
av teirri alment búgvandi
læruni, sum studentaskúl-
in eigur at geva.
Snorri Fjallsbak leggur
dent á, at oll tey lýti, ið
eru nevnd, kunnu bøtast
um, uttan at farið verður
undir eitt óneyðugt ar-
beiði við at broyta allan
bygnaðin. Trongdin hjá
rektaranum at brúka ein-
falt myndamál vísir seg í
samanfatanini:
- Vit skulu taka sum vit
hava eitt lego-hús og
spyrja: hvat kann gerast
betri? Landsskúlafyrisit-
ingin ger beint tað gvugta:
brýtur húsið sundur og
setur seg so við allari
kubbarúgvuni og skal fáa
okkurt spildurnýtt burt-
urúr.
ANDSØGN
Snorri Fjallsbak heldur tað
vera marghåttligt, at
landsskúlafyrisitingin
ynskir at geva næmingum
stórri frælsi at velja læru-
greinir, og so samstundis
grundar sítt uppskot á eitt
stødisår. Ein orsøk fyri at
gera eitt stødisår er, at so
fáa næmingarnir eitt skot-
bráð til at velja réttu læru-
greinirnar, meðan teir í
dag kunnu verða fyri at
velja skeiva linju frá byrj-
an.
- Eg kenni bert eitt
dómi um næming, ið hev-
ur valt skeiva linju, er
viðmerkingin hjá
Hoydals-rektaranum til
hesa grundgeving fyri at
taka linjuskipanina av.
Skipanina við víðum
ræsum fyri vali av læru-
greinum dámar honum
lítið, tí tá dettur skipanin
við samansjóðaðum
flokkum burtur.
FRÍTT VAL MÁAR
UNDAN STAÐIÐ
SOSIALU HEILDINI
- Modul-skipanin (frítt
lærugreinaval) gloymir
sosialu heildina, sum ein
flokkur er: næmingarnir
stimbra hvgnn annan bæði
fakliga og sosialt, meðan
modul-skipanin verður
merkt av næmingum, sum
hittast og skiljast alt eftir
hvørja lærugrein, talan er
um, sigur Snorri Fjallsbak.
- Hetta eru eisini roynd-
irnar hjá íslendskum stud-
entum, sum vóru og vitj-
aðu okkum herfyri, leggur
rektarin aftrat.
Tað hevur verið ført
fram, m.a. av Hensari Ell-
ingsgaard í blaðnum í
gjár, at laga vit ikki
okkåra útbúgvingarskipan
eftir tí, sum er aðrastaðni,
so fer tað at skapa
trupulleikar fyri tey, ið
skulu halda fram við síni
útbúgving aðrastaðni.
HVOR SPYR
NÆMINGARNAR?
- Hesum er einki hald í:
sjálvandi sleppa føroyskir
næmingar inn aðrastaðni,
Nr. 56 — 21. mars 1991
|
|
|
um so er, at teirra for-
kunnleikar eru nóg góðir,
og tað eru teir við teirri
skipan vit hava, sigur
Snorri Fjallsbak. Men nú
alt skal broytast er tað
sjálvsagt eingin, ið hevur
lagt í at spyrja brúkar-
arnar, Le. næmingarnar,
hvat teir halda um skúla-
skipanina, vit hava.
ówh
Føroyskt mål
og stóða tess
i
hf- og studentaskålanum
mæ
Skråseting og tilråding, ið nevnd, sett av
landsskúlastjóranum, hevur gjørt
Í neyndini sótu Ann Ellefsen
Pól Jespersen
Jonhard Mikkelsen
Jógvan Mørkøre
Annfinnur Skaale
(4
Føroya Skúlabókagrunnur
L
"Blåa álitið" er skrivað av fólki, ið veruliga hava
meiningar um skúlaskipanina, og álitið kemur við
tilmælum, ið so sjálvsagt átti at verið tikin til eft-
irtektar. Í staðin er álitið heilt forfjónað í viðgerðini,
sigur Snorri Fjallsbak, rektari