Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-03-21, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. mars 1991síða 5

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

| | | „Nr. 56 — 21. mars 1991 Høvudsorsøkin til bygnaðarbroytingina: | Vit koma í uppgávuneyð ti danir broyta teirra skipan - sigur rektarin í Hoydølum. Men trupulleikin er ikki stórri enn so, at hann eigur at lata seg loysa Snorri Fjallsbak, rektari í Hoydølum, hevur ikki stórt álit á hugsjónar-framberingunum av landsskúlafyrisitingini. Hann heldur, at tey dýru orðini um tillaging til føroysk viðurskifti og útbúgvingarskipanir aðrastaðni, skulu ikki takast heilt fyri áljóðandi. Í hvussu er kunnu tey ikki standa einsamgll sum grundgeving. Í nógv ár hevur tað verið soleiðis, at danir hava verið við til at gjørt skrivligu uppgávurnar til HF- og stud- entaskúlarnar. Fyrst burturav, tå føroyskir næmingar brúktu somu uppgávur sum danskir, og síðani - eftir sokallaða málstríðið - hava tey donsku serkønu gjørt tann beina at vera ráðgevandi, tá føroyingar sjálvir hava gjørt uppgåvur. Í RASSHAFT AV DØNUM Hetta hevur riggað væl, ti føroyska og danska skúlaskip- anin hevur verið tann sama á hesum gki. Nú eru danir farnir í holt við nýggja skipan, og komandi skúlaár er umskiftid veruleiki á øllum skúlum. - Tí fáa vit ein nýggjan trupulleika: danir ganga burtur frá teimum uppgåvusløgum, teir og vit hava brúkt hig- artil, sigur Snorri Fjallsbak, so hví skulu teir fara at gera tær bara til okkara? - Hetta man givið vera høvudsorsøkin til at lands- skúlafyrisitingin er so altráð eftir at laga okkara skipan til ta donsku, sigur rektarin í Hoydglum, sum heldur, at trupulleikin er ikki stórri enn so, at hann kann loysast. Hann heldur, at danir missa ikki við eitt teirra førleika til at gera uppgåvur, teir hava gjørt í áravís; ti man tað bera til at fáa eina avtalu í lag um eitt framhaldandi sam- starv inntil vit gera uppgåvurnar fult og heilt sjálvi, held- ur hann. BLÁA ÁLITIÐ FORFJÓNAÐ Arbeiðið á landsskúlafyrisitingini við einum nýggjum bygnaði er grundað á 'gula álitið, sum varð umtalað í blaðnum í gjár. “Bláa álitið" um støðuna hjá føroyskum máli í HF- og studentaskúlunum verður ikki tíkið við í fyrsta umfari, upplýsti Hensar Ellingsgaard í blaðnum í gjár: spurningurin um bygnað skal avgreiðast í høvuds- heitum, og “bláa álitið" verður tíkið við, tá nýggi karm- urin skal fyllast. - Hóast Hensar Ellingsgaard viðgongur, at tað ber ikki til at skilja spurningin um innihald frá spurninginum um bygnað, so vil hann kortini avgreiða bygnaðin fyrst uttan at taka "bláa álitið" við í hesa viðgerð, og tað haldi eg vera løgið, sigur Snorri Fjallsbak. Hann heldur at stóðuna hjá føroyskum í skúlanum er altavgerandi fyri, hvussu væl bygnaðurin er egnaður sum karmur fyri frálæruni. - Føroyskt er mentannarberin, og tí eigur føroyska málið at vera ryggurin í øllum lærugreinum, sigur Snorri Fjallsbak. Danskt hoyrir ikki heima á einum føroyskum studentaskúla og HF-skeiði, tí næmingarnir duga málið tá teir koma her. - Almenni parturin, ið snýr seg um samskifti, fjølmidl- ar, tekstagreining o.s.fr. hoyrir náttúrliga heima í lærugreinini føroyskt, sigur rektarin, ið viðgongur, at sjálvandi hevði eitt slíkt umskifti havt trupulleikar við sær, tí danskt er stór lærugrein og nógvir danir undirvísa , Síða 5 á føroysku skúlunum. - At vit eru komin í hesa stóðu er bert okkum sjálvum fyri at takka. Teir danir, sum eru komnir hendan vegin, hava ikki gjørt annað enn sekt eitt starv innanfyri galdandi skipan og vit hava stórt sæð eingi krøv sett til teirra, sigur rektarin. Teir hava kunna verið her í eitt ár uttan at duga føroyskt, og teir hava kunna verið her í 15 ár uttan at vit hava kravt nakað. - Men vit mugu ásanna, at hendan stødan ikki kann halda fram, og vit mugu kunna taka tað neyðuga í eini broyting á hesum gki til eftirtektar uttan at orð sum “danahatur" 0.a. verða tíkin á tungu, sigur Snorri Fjalls- bak. Krøvini, sum vit eiga at seta til útlendsku lærararnar eigur eisini at verða borið uppi av ynskinum um at varðveita bestu útlendsku arbeiðsmegina, vit hava. - Hetta er so sjálvsagt, at tað er margháttligt at tað skal vera so trupult at taka “bláa álitið" til eftirtektar. Ikki útbúgvingarskipanir aðrastaðni, men føroyska málið eig- ur at vera tað vit fyrst og fremst eiga at miða eftir, tá vit leggja skúlaviðurskifti okkara til rættis, sigur Snorri Fjallsbak og tekur til ein setning hjá einum av náttúru- vísindaligu forfedrum hansara: >Gev mær eitt stað at standa á og skal snara klótuni<. - Hetta er hollasti mátin at laga seg til sonevndu internationaliseringina, sum tosað verður um: vit gerast í senn føroyingar og heimsborgarar, og ikki sum ein kundi fingið varhugan av, at vit fyrst skulu verða føroyingar, síðani danir ella hvørjum vit laga okkum eftir og so heimsborgarar. ówh Studentaskúlin í Hoydólum hevur bert lágorku-perur: Sparir 6300 kr. hvønn mánaða Um ársskiftið skifti stud- kilowatt-tímar. Munur: entaskúlin í Hoydølum so gott sum allar perurnar í húsinum út. Tær vanligu perurnar, sum flestu brúka, vórðu skrúvaðar úr fatningunum og í staðin vórðu lágorku-perur settar: ein nýggj fyri tvær gamlar. POSITIV UPPGERÐ Báðu megin ársskiftið varð nýtslan gjørd upp, - átta skúlavikur hverju megin við. Ljósið, veðrið og nýtslan av skúlanum var nakað tað sama hesi bæði tíðarskeið. Urslitið visti, at tær átta vikurnar fyri jól var nýtsl- an í meðal 3699 kilowatt- tímar hvørja viku, meðan hon tær átta vikurnar í nýggja árinum bert 2431 1268 kilowatt-tímar. I peningi hevur nýtslu- munurin við sær, at skúlin sparir nógvan pening. Við tølunum omanfyri, ið eru fyri myrkasta partin av árinum, verður sparingin 6289 krónur fyri ein mán- aða. EISINI = NÓGV DRÚGVARI - Sjálvt um lágorkuper- urnar kosta 150 kr. hvor og hinar bert átta krónur, so hevur tað lítlan týdning: lágorkuperurnar eru so nógv drúgvari, at tú hevði havt skift átta perur av teimum vanligu út, áðrenn tú skiftir eina lág- orkuperu, sigur Snorri Fjallsbak, rektari, ið undr- ast á, at lágorkuperurnar als ikki vórðu nevndar í spari-kampanjuni hjá SEV. ówh Skúlatænarin hevur havt úr at gera um árs- skiftið. Men umskiftið til lágorkuperur fer eisini at hava avleið- ingar fyri hann: hann skal skifta eina peru út hvørja ferð hann hevði skift átta út av teimum gomlu