Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-03-21, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. mars 1991síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 Síðani vrakarastovnurin varð avtikin, er eingin smáfiskur komin upp á land. Hetta vilja menn vera við, sum hava sína gongd á bryggjuni, har bátar avreiða. Grundin sigst vera, at t.d. kongafiskur undir 700 gr. og upsi undir 55 cm. ikki fáa studning. - Er allur fiskur veruliga stórri enn minstamark, ella verður farið lætt um met- ingina í stødd og vekt? Ein eldri maður, sum hevur skil fyri hesum, sig- ur við Sosialin, at áður var smáfiskurin upp ul 20% av veiðuni. Hann fær ikki studning, men seinastu ár- ini er hesin partur av veiduni, minkaður niður í umleið 2%. Um so er, at ov lætt verð- ur farið um, so kostar tað landskassanum og hervið skattaborgarunum hópin Virk va klagað um, fiskurin er ov litil, men tí at einki eftirlit er við SKINUI im kemur upp á d, og tí virkini ofta átarnar 10 avreiða, er inki komið burturúr 50 LÆTT AT UPP- SKRIVA STØDDINA Hertil kemur, at lítil fisk- ur hevur verið seinastu ár- ini, samstundis sum teir nýggju bátarnir hava havt trongar umstødur at bera seg Trupulleikin er kanska eisini, at studningur ikki verdur latin til alla veid- una, og at tað kann vera so lætt bert at skriva støddina upp, tá avreiðingarseðilin verður skrivaður. A Fiskivinnustovnuni verður sagt, at teir eisini hava hoyrt um ov smáan fisk, men á páppírinum, er støddin í lagi Annar heldur, at stud- ningsskipanin leggur upp til at fólk skulu snýta, og at tað er burturvið, bert at geva studning til stóran fisk. Um hesar reglur eru gjør- dar fyri at geva fiska- stovninum frið, so er lítið vunnið, um småfiskurin verður fiskaður kortini, og so bert verður uppgivin sum studningsfiskur. Marjun Hanusardóttir, stjóri á Heilsufrødiligu Starvsstovuni sigur, at vrakarastovnurin var vorð- in ótíðarhóskandi. Aður vóru vrakarar og góðskumetarar settir av landinum, men teir ar- beiddu og fingu løn á virk- inum. Nú seta virkini sjál- vi góðskumetarar, sum flokka fiskin o.s.fr.. ARBEIÐA SAMBÆRT MATVØRULOGINI Ein leivd av Vrakara- stovninum eru åtta vraki- eftirlitsmenn kring landið, sum nú arbeiða saman við Ókeynis atgongd til landskassan - Ivasamt um råvøruskipanin verður yvirhildin og um smáfiskur óregluliga fær studning. Tað sæst ikki á avreiðingarseðlinum, um fiska- stóddirnar verða uppskrivaðar Heilsufrødiligu Starvs- stovuni. Hesir hava eftirlit vid virkjum og skipum, sam- bært matvørulGgini, eitt nú hava teir eftirlit við ar- beiðinum har fiskur verður goymdur, fluttur og til- virkaður. Hvor hevur eftirlit við fiskastøddunum? - Tað hevur Vaktar & Bjargingartænastan, sum fer umborð á skipini at kanna veiðuna. Tað hava vit einki við at gera. Marjun Hanusardóttir: - Vit hava eisini tosa um at eftirlitsfólkið hjá okkum kundu gjørt slíkt arbeiði, men vit hava eingi boð fingið úr Tinganesi. Vit hava spurt Fiski- vinnustovuna, t.d. hvussu nógvur upsi er komin upp á land seinastu árini, sum er minni enn loyvdu 55 cm. og sum hervið íkki fær studning. TØLINI Á AVREIÐ- INGARSEÐLINUM Sambært upplýsingunum hjá stovninum vóru tølini viðvíkjandi upsa I, t.v.s. fiskur undir 55 cm: Í 1988 3%, 1989 4,1%, 1990 3,7% og fyri januar/feb- ruatr í ár 1%. Vaktar & Bjargingartæn- astan kannar lastina um- borð á fiskiskipum. Tað verður gjørt á tann hátt, at manningin á Olavi Halga fara umborð á skipini á fiskileið, og kanna, hvussu nógvur smáfiskur er fisk- aður. Teir eru eisini um- borð, tá trolposin kemur inn. Loyvt er at hava 30% av smáfiski sum ikki fær studning. Er smáfiskurin undir 45 cm, skal kann blakast út aftur. Jóhan Ziskason, leiðari á Vaktar & Bjargingartæn- astuni: - Vit kanna einar 300 - 400 båtar årliga, men vit kunnu ikki siga någreiniliga, hvussu nógv av veiðuni er smáfiskur. Tað kann vera 5% í ein- um føri, í ødrum meira, alt eftir árstíðini. - Um vit kunnu prógva, at smáfiskurin er ov nógv- ur, kunnu vit steingja økid, men tað er sjáldan. Hvussu veiðan verður mátað í stødd, tå hon kem- ur á flakavirkini, vita vit ikki, tí vit hava bert eftir- litið umborð á skipunum, sigur Jóhan Ziskason. UMHUGSA AT BROYTA SKIPANINA - Um tað kann prógvast, at studningsskipanin á henda hátt verður mis- brúkt, verður umhugsað at gera broytingar hesum viðvíkjandi, sigur Tummas Arabo, landsstýrismaður í ídnaðarmálum. Tumma Arabo: - Eftir- litsmennirnir og Heilsu- frødiligu Starvsstovuni hava júst gjørt kanning av fiskastøddunum, men hon er ikki lidug enn. - Annars hava vit skrivad åt til øll flakavkrki og gjørt vart vid at samsvar skal vera millum fiska- stødd og útgjalding av studningi. Vit hava einki prógv fyri, at skipanin er misbrúkt. Í løtuni verður kannað, um smáfiskur ólógliga fær studning. Einki eftirlit er við fiskastøddunum, sum koma upp á land, men Vaktar & Bjargingartænastan kannar veiðuna á sjógvi. Loyvt er at hava upp til 30% av smáfiski í lastini, men tá avreiðingarseðilin verður skrivaður, er veiðan av smáfiski bert fá % av veiðuni. (Myndin er tilvildarlig) - Í løtuni eru ætlanir um at broyta råvøruskipanina soleiðis, at studningur verður latin til fiska- vøruna, tå hon er lidugt arbeitt å virkinum, ella at studningur verður latin til allan fisk, uttan mun til stødd, sigur Tummas Arabo. Dagny Nr. 56 — 21. mars 1997 colfa d = Eiði Dario Fo er aktuellur í Føroyum i løtuni. Á Eiði hevur ein sjón- leikarbólkur sett skemtileikin "Marcol- fa" upp, og í Havn verður framsýning 2. páskadag í Norður- landahúsinum- eisini við Dario Fo leiki. Skemtileikurin Mar- colfa er um eina ar- beiðskonu hjá einum skuldabundnum grei- va á einum slotti, ið er fallið i órgkt. Arbeiðskonan eitur henni dámar so sera væl at spæla í happadrátt- inum Ein penan dag eru útlit til at Marcolfa hevur vunnið í happa- dráttinum, tí seðla- nummar hennara er prentað í blaðnum. Tað er nú ikki heilt rætt, tí tað er drongur Marcolfu, sum hevur givið henni blaðið, og tað vísir seg at blaðið er eitt ára gamalt. Tá posunaðurin sein- ni kemur at vitja, vísir tað seg, at sama seð- lanummar sum sein- asta ár, hevur vunnið í happadráttinum. Sjey leikarar eru á palli á Eiði. Tað er Anna Sofía Egilstrød, sum hevur sett upp og skipað pallin, og leikarnir hava í felag smíðja, seyma búnar 0.s.fr. I fjør var sjónleikur á Eiði fyri fyrstu ferð í 15 ár. Tá spældu tey sjónleikin "Magnus." Sjónleikarnir hildu tað verða so hugaligt, at teir aftur í ár hava sett leik á pall. Malan Egilstrød hev- ur leiklutin sum Mar- colfa og Regin Dam er greivin, men annars Dario Fo líkt, so hava allir leikarar nærum eins stórar leiklutir. Hinir lerikarnir eru: Olaf í Garði, Sólrun Kruuse, Kristin Dam og Karin Hansen. Sjónleikurin "Marcolfa" verður framførdur í kvøld 21. mars og friggjakvøld- 10 22 mars kl. 20. Spælt verdur aftur å Eidi 2. påskadag og frameftir. Dagny ———n—e—2Ú Marcolfa og