fríggjadagur 22. mars 1991síða 6
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
1 SOSÍalUrin MAR
Heimfødingar
og dupultmoralur
- bøtir ikki um møguleikarnar i ferdavinnuni,
sigur nýggi formaðurin i Ferðaráð Føroya
Ferðaráð Føroya hevur
fingið nýggja nevnd, sum
skal samskipa ferðaman-
navinnuna í Føroyum.
Heðin Samuelsen, er
formaður og hinir nevnd-
arlimimir eru vid Uffe
Bærentsen og Egin Sim-
onsen. Nevndin skal virka
sum arbeiðsneynd, ið
frameftir skal hava ábyrgd
fyri ferðamannavinnuni.
SOMU STARVSFÓLK
Dagliga leiðslan eins og
áður, verður á skrivstovu
Ferðaráðsins, har Jákup
Veihe er leiðari.
Skal nevndin virka sum
eftirlitsnevnd ella bein-
leiðis taka lut í arbeiði-
num?
Heðin Samuelsen:
Nevndin hevur tikið stóðu
til henda spurningin og
ætlar,í ávísan mun at taka
lut í arbeiðinum. Tó verð-
ur tað ikki soleiðis, at vit
fara at arbeiða við smá-
lutum. Heldur hinvegin
fara vit t.d. at kanna sølu-
marknaðin á tann hátt, at
vit fara at leggja okkum
eftir ávísum ferðamanna-
bólkum, meir enn higartil
hevur verið roynt.
GRUNDARLAGIÐ ER
ALIT UM FERÐAVINNU
- Vit kundu hugsa
okkum at fingið fleiri
bólkar umbodadir, frá
ráðstevnufólkum um
vanligu ferðabólkarnar.
sonevndu krabbagogg-
urnar og til skúlanæm-
ingar.
Nýggja nevndin í Ferða-
råd Føroya er júst vald fyri
viku síðani, men áðrenn
hetta hevur nevndin hevur
gjørt eitt álit, sum er
grundarlagið undir kom-
andi virksemi.
Hverjar broyttingar verða
gjørdar?
- Vit hava t.d. minkad
um nevndina til bert at
telja triggjar limir, og tað
skuldi havt við sær, at
nevndin varð arbeidsfør-
ari. Harnæst hava vit gjørt
okkum eina stevnuskrá,
sum skal hækka um tæn-
astustødid í Føroyum, eins
og vit fara at víðka um
ávísar tænastur.
- Tað verður gjørt vid
m.a. at veita upplýsing til
ferðamannavinnuna í Før-
oyum, at fáa sett skelti upp
og til at geva ferðafólki at-
gongd til wc, bert fyri at
nevna nøkur dómi.
Slík tiltók hava verið um-
rødd áður?
- Jú, gaman í - men slík
mál skulu fáast at virka,
umframt at vit fáa teldu-
skipan soleiðis, at fólk
skulu hava møguleika at
fara inn á ferðamanna-
stovu uttanlanda, og bein-
leiðis fáa upplýsing um
prísir 0.a. í Føroyum, bi-
leggja sær ferdasedil
0.s.fr.
Skal arbeidsnevndin bein-
leidis fara inn i ferda-
mannavinnuna og skipa
slik tiltøk?
- Nei, vit skulu bert
arbeida vid fyrisitingar-
ligum spurningum, sam-
skipan av upplysingum,
sum eru neyðugir, o.s.fr.…
PRIVAT VINNA
- Tað er tann privata
vinnan sum skal koma við
hugskotum og tað er eisini
privata vinnan, sum skal
reka ferðamannavirki.
Heðin Samuelse
formaður : - Nýs
neyndin í Ferðar
Føroya telur ber
tríggjar limir, og
skuldi gjórt hana
arbeidsføra, umfr
tað at eingin er pc
valdur at virka í
neyndini
Annar partur er á! íáa
Kommunurnar kring !2nd-
ið at taka stóðu til, hvort
tey vilja hava ferdavinnu,
sum hjávinnu.
Harnæst skulu vit skipa
fyri, at veita ferbamanna-
vinnuni møguleikar at út-
búgva seg og menna sog
kring landið.
Longu í summar verður
skipað fyri skeið um
ferðamannavinnu í !vra
vikur.
Her verður undir: i,
hvussu vit bjóða ferða! ik
eitt tilboð at ferðast í Før
oyum. Annar partur sn
seg um at veita ferðaíólki
upplýsingartænastur. Triði
partur verður undirvísing
í, hvussu tú spreiðir vitsn
um Føroyar og hvussu
søluarbeidid verður skip-
að. Fjórði partur snýr seg
um at skilja útlendska
mentan.
- Hetta er skeidvirkscmi,
sum er ætlað fólki, sum
arbeiða í ferðavinnuna
kring landið.
Nýtt er eisini, at Ferðaráð
Føroya fer at geva citt
blað út, sum vendir sær til
fólk í ferðavinnuni, um-
framt til teirra, sum ferðast
í Føroyum.
Eru umstóðurnar sóðar
hjá fólki, sum ætla sær til
Føroya at ferðast
- Eftir teimum kanning-
um, sum vit havd gjørt, er
nóg nógv og góð gisting-
arplåss í Føroyum.
Spurningurin er bert
tann, at privata útleiganin
er so misjøvn. Tad kundi
verid gagnligt, um ein åvis
góðkenning av privatari
útleigan varð sett í verk,
hvat viðvíkur príslegu og
Mr. 57 — 22. mars 1991
fyrisett mál fyri hølis-
viðurskifti.
MIKINES FYRIMYND
- Fyrsta pláss av sínum
slag, sum verður toluliga
greitt í summar eru útferð-
ir ul Mikinesar, sum eisini
er ógvuliga væl umtókt
ferðastað í Føroyum.
Her verður beinanvgein
farið undir at gera ymisk
uiltók, m.a. eitt stað har ein
máltíð fæst, har tú kanst
seta vidføri frá tær, at-
gongd til wc 0.a.
Ein faldari er gjørdur um
Mikines, sum sigur frá
bygdasøguni og eisini er
kort yvir Mikines í fald-
aranum. Hetta er góð
ferðamannaupplýsing,
sum hugsandi kundi verið
nýtt sum fyrimynd áðra
staðni i Føroyum.
Kunningarstovur skulu
eisini stovnast. Kunningar-
stova er i Vågunum og i
Havn, men slíkar skulu
eisini stovnast í Norð-
oyggjum og í Suðuroy.
SAMSTARV UM
EDV-SKIPAN
Mar) n:darføringin skal
hinvegin samskipast við
tær í ullandinum. Tað er
ótíðar::óskandi, tá td.
gistingarhúseigarar og aðir
í ferðavinnuni fara á fram-
sýning, hvør í sínum lagi.
-Eg haldi at Smyril Line,
Hotel Borg og Strand-
ferðslan er góð fyrimynd.
Hesar fyritøkur fara á
ferðaframsýning í felag,
t.d. í London. Tað áttu vit
tt gjørt meira við.
Fit annað hugskot er
eis:ni at fáa samstarv í lag
við ferðamannaráð í gran-
nalondunum og kring um í
Evropa. Tey kunnu eins
og vit - eisini selja ferðir
til Føroya i samstarv við
okkum
Rúsárekkalógin er rúgvus-
miki! partur í álitinum um
ferðuvinnu?
- Eg haldi at vit mugu
koma okkum burturúr tí
dupulimorali, sum valdar á
hesum øki. Ikki bert at vit
skulu skeinkja fyri út-
lendingum á gistingarhús-
um, men at lógin eigur at
vera líka fyri gllum.
Tað hevði virkað minni
heimfæðisligt, um útlend-
ingar ikki hildu okkum
vera slíkir serskøltar.
ikk: ti, tað er eingin van-
lukka um ferðafólk ikki
fåa ein lítan í Føroyum,
men hesi viðurskifti eru 6-
verdug fyri okkum.
- I døgunum 17. - 19.
august í ár, verður ráð-
stcvanan Vest Norden
Travel Mart i Føroyum,
har fólk innan ferðavinnur
í Grønlandi, Íslandi og
Føroyum hittast at tosa um
felagfmál innan ferða-
vinnu.
Dagny