fríggjadagur 22. mars 1991síða 5
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 57
— 22. mars 1991
Skakandi ferðslutól fyri Føroyar
Feroyska ferðslan
dyr í mannalivum
Fimm føroyingar ov nógv doyggja á hvørjum ári av
ferðsluvanlukkum, vísir ein samanbering við nýggj-
astu tólini úr grannalondum okkara
At ferðsla kann vera eins
vandamikil og hon kann
vera hent, man ikki vera
ókent her á landi.
Føroyska bilparkin er
stór, og nógv av teimum,
ið hava koyrikort, hava
eisini bil.
Uppá seg munnu Føroy-
ar vera eitt av teimum
londunum, ið hava flest
bilar, samanborið við talið
á íbúgvum.
Dýrasta ferðslan
í Norðurlondum
Í hvussu er hava Føroyar
dyrastu ferðsluna í Nord-
urlondum, roknað í manna-
livum.
Hesi seinastu årini — frå
1984 til 1989 — hevur
ferdslan i medal kravt 9,8
mannalív um árið. Hetta
tal svingar frá at vera 3,1
meira ella minni enn tey
98.
Av hesum doyggja árliga
í medal seks føroyingar, ið
eru yngri enn 25 ár!
Hetta tal liggur annars
millum umleið fimm og
sjey.
Og skuldi parturin av
ungum passad saman vid
talið á íbúgvum undir 25
ár, skuldu hesi bert verið
42 prosent av teimum,
ferðslan kravdi lívið av.
Sonurin yvirkoyrdur
Tað er Frits Thorbek í
Havn, ið hevur gjørt nakrar
samanberingar millum før-
oysku ferðslutglini, og so
tølini úr grannalondum
okkara Íslandi, Noregi og
Svøriki.
>Tað, sum fekk meg at
hugsa ålvarsliga um hetta,
var ein hending fyri hålv-
umødrum ári síðani,<
greiðir hann frá. >Sonur
mín varð á súkklu yvir-
koyrdur av einum lastbili,
og fekk hann skaða í
hondina og høvdid.«
Frits sigur, at hóast talan
ikki var um so álvarsligar
snuddir, so skakaði hendan
hending alla familjuna, og
í langa tíð ávirkaði hetta
tey í stóran mun.
>Sonurin er ikki fyrrenn
nú fyri einari viku síðani
komin so frægt fysi seg, at
0 -
Island
Noregi
Svøriki
Føroyar
Hendan talvan vísir okkum, hvussu nógv fleiri føroyingar enn fólk i granna-
londum okkara lata lív í ferðsluni í mun til íbúgvaratalið. Utrokningin er
gjørd fyri hvørjar 10.000 íbúgvar, sambært medaltølum í tíðarskeiðinum
1984-89. Her eru vit tvífalt so illa fyri sum grannar okkara
Ísland
Noregi
Svøriki
Føroyar
Hendan talvan vísir okkum, hvussu nógv fleiri føroyingar enn fólk i granna-
londum okkara lata lív í ferðsluni í mun til talið á bilum. Utrokningin er
gjørd fyri hverjar 10.000 bilar, sambært medaltølum í tíðarskeiðinum 1984-
89. Eftir hesum tølunum krevur føroyska ferðslan i meðal hálvaaðru ferð so
nógv mannaliv, sum ferðslan i grannalondunum
hann torir at koyra við
súkkluni aftur,< sigur Frits.
Samanborið tølini
Nú nakað av tíð er frá-
liðin, hevur Frits Thorbek
set seg niður fyri at saman-
bera tølini í norðurlendsku
ferðsluni.
At hetta eru tøl, ið skaka,
ivast valla nakar í. At hesi
tól eisini eru flestu føroy-
ingum sera viðkomandi, er
heldur einki at ivast i.
Hverja ferð eitt ålvarsligt
ferðslóhapp hendir, fær alt
landið bæði væl og virði-
liga at vita um hetta í
fjølmidlunum í orðum og
myndum.
Og aftrat hesum eru tey
flestu skyld við onkran, ið
hevur verið við í slíkum
vanlukkum.
Tríggjar ferðir so
nógv mannalív fara
»Eg havi valt at saman-
bera við íslendingar, norð-
menn og sviar, tí veganetið
har minnir nógv um okk-
ara, við brøttum brekkum
og mangan hálum vegum,<
sigur Frits Thorbek. >Og
hesi tølini tala so sanniliga
eisini sína talu.<
Verða tølini úr Føroyum
samanborin við tølini úr
hinum londunum eftir í-
búgvara talinum, doyggja
tvær ferðir so nógvir fólk í
ferðsluni í Føroyum sum í
hinum londunum.
Verður hetta so roknað
um við tali á bilum, er
stødan uppaftur nógvar
ferðir verri i Føroyum, tí tå
vísir tað seg, at føroyska
ferðslan krevur hálvaaðru
ferð so nógv mannalív sum
ferðslan í hinum trimum
londunum.
Nærri roknað doyggja
tríggjar ferðir so nógvir
Lutakast um
ferðsluofrini
Ein av hvórjum 450 fóroyingum
fær hvørt ár skaða í ferðsluni
Árini 1984-89 hendu í
meðal um árið 109
ferðsluvan-lukkur, sum
høvdu persónsskaða
við sær.
Hetta tal svingar eitt
sindur — úr 93 og upp í
121 vanlukkur.
Sama tíðarskeið vóru
í meðal 9 deyðsvan-
lukkur í ferðsluni — eitt
tal, sum svingar við 3,7
hvønn vegin.
Alt ov høg tøl, ið á
hesi síðuni eisini verða
sett í samband við tøl
úr trimum gðrum Norð-
urlondum.
Frits Thorbek, ið hev-
ur gjørt ymsar åhuga-
verdar samanberingar
og útrokningar útfrá
taltilfari úr Arsbók fyri
Føroyar 1990 og La
Prévention Routiére In-
ternationale 1988-89 og
føroyingar sum Ld. islend-
ingar um árið i ferdsluvan-
lukkum.
Atti at verið helvtin
>Dugdu vit hinvegin eins
væl at koyra og ansa okk-
um í ferðsluni her, sum í
grannalondunum, skuldu
nógv færri mannlív farið á
hvørjum árið,< sigur Frits.
Hann hevur nevniliga
eisini roknað tølini um, so
tey vísa, at føroyingar ikki
áttu at mist fleiri enn mill-
um 4,4 og 4,8 mannalív
árliga — roknað eftir fólka-
talinum.
Og roknað eftir, hvussu
nógvir bilar eru í Føroy-
1989-90, hevur eisini
sett hesi tøl í stórri per-
spekuv:
Eitt deyðslutakast
>Um hesi tel verða
samanborin við fólka-
talið í Føroyum, svarar
tað til, at ein av hvørj-
um 450 føroyingum ár-
liga fær skaða av
ferðsluvanlukku,< sigur
hann. »So hetta er sum
eitt lutakast, har bert
ein ulvildarliga hverja
ferð verður tíkin úr
fjøldini.<
Frits Thorbek vísir
eisini á, at somu tøl
siga okkum, at ein av
hvørjum 5.000 føroy-
ingum letur liv i ferðsl-
uni á sama hátt.
hj.
um, áttu ikki meira enn
millum 3,5 og 3,9 føroy-
ingar at doyð í ferðsluni
árliga.
>Ég veit væl, at talan
bert er um tøl, men kortini
máttu hesi talandi tølini
fingið okkum at hugsa eitt
sindur meira um, hvat tað
veruliga er, sum hendir á
hvørjum einasta åri,« sigur
Frits Thorbek. >Útfrá hes-
um áttu vit at havt stórri
virðing fyri lívinum, og
givið tí ein møguleika við
at hugsa okkum eitt sindur
meira um og vera meira
ansin, tá vit seta okkum
aftanfyri róðrið í bilinum.<
hj.