Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-03-13, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. mars 2003síða 2

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 50 - 13. mars 2003 Nr. 50 - 13. mars 2003 3 UTTAN ÚR HEIMI Kríggj kostar arbeiðspláss Ein frágreiðing, sum tey størstu amerikansku flogfel- øgini hava skrivað, sigur, at eitt kríggj millum USA og Irak kann fara at hava við sær, at umleið 70.000 starvs- fólk hjá feløgunum missa arbeiðið. Í frágreiðingini mæla feløgini stjórnini í Washington til at veita feløgunum eitt ella annað slag av endurgjaldi, verður kríggj. Nevnt verður, at eitt hugskot kundi verið at lækkað skattin hjá feløgunum, eins og tað almenna kundi tikið stig, so raksturin kundi verið bíligari. Amerikansku flogfeløgini hava havt stórar fíggjarligar trupulleikar síðani atsóknirnar tann 11. september í 2001. Dýrt at leita eftir vrekpettum Amerikanska rúmdarumsitingin NASA hevur higartil nýtt eina milliard krónur til arbeiðið at leita eftir lutum av rúmdarferjuni Columbiu, sum sprongdist uppi yvir Texas tann 1. februar. NASA kunngjørdi í gjár, at higartil hevur arbeiðið at savna vrakpettini kostað góðar 137 milliónir dollarar, og at útreiðslurnar veksa hvønn dag. Tað hevur víst seg, at vrakpetti av Columbiu duttu niður í einum ógvuliga stórum øki, men meginparturin er kortini funnin aftur í Texas og Louisiana. Síðani miðskeiðis í februar hava meiri enn 3.000 fólk leitað eftir vrakpettum. Harumframt hevur NASA nýtt 32 tyrlur, níggju flogfør, sjey bátar og nógvar kavarar í leitingini. Higartil hava leitingarfólkini funnið meiri enn 22.100 vrakpetti av Columbiu. Ríkmaður skotin Løgreglan í Bulgaria hevur staðið á varðhaldi, síðani landsins ríkasti maður varð skotin uttan fyri ein skriv- stovubygning í miðbýnum í høvuðsstaðnum Sofia seinasta fríggjadag. Iliya Pavlov var stjóri í størstu ídnaðarfyritøkuni í Bulgaria. Tann 43 ára gamli fyrrverandi ítróttarmaður- in gjørdist ovurríkur av ymsum handilsvirksemi í teirri stóru broytingartíðini í Bulgaria í 1989, men bæði myndugleikar og onnur hava leingi havt illgruna um, at alt var ikki farið reiðiliga fram. Dagin eftir at Pavlov varð skotin, varð ein moldoviskur handilsmaður skotin tætt uttan fyri Sofia, og bulgarska løgreglan heldur, at samband kann vera ímillum tey bæði morðini. Tað er eisini hugsandi, at morðið á Pavlov hevur eina politiska síðu. Dagin fyri morðið var Pavlov í rættinum, har hann vitnaði ímóti tveimum monnum úr Ukraina, sum eru ákærdir fyri at hava beint fyri fyrrverandi bulgarska forsætisráðharranum Andreij Lukanov. Í rættinum segði Pavlov seg vita, at tríggir menn í Bulgaria høvdu biðið teir báðar ukrainsku menninar myrða Lukanov. Polska tíðarritið Vprost skrivaði í fjør, at Iliya Pavlov var ríkasti maður í Eysturevropa. Sambært tíðarritinum átti hann ognir fyri umleið hálva aðru milliard dollarar. Avrætting nr. 300 Í gjár skuldu myndugleikarnir í amerikanska statinum Texas taka støðu til, at tann 44 gamli Delma Banks skuldi avrættast. Verður hann tikin av døgum, er hetta avrætting nummar 300, síðani deyðarevsingin varð sett aftur í gildi í 1982. Delma Banks er dømdur til deyða fyri at hava skotið ein 16 ára gamlan drong í bygdini Nash har eysturi í Texas tann 14. apríl í 1980. Stuðulsfólk hansara vilja vera við, at rættarmálið ímóti honum var ikki rættvíst, og at rættarmálið er eitt tekin um fleiri veikleikar í rættarskipanini í Texas. Millum annað er komið fram, at bara hvít vóru í nevningatinginum, sum dømdi hann sekan. Sjálvur er Delma Banks littur. Tey, sum arbeiða á skrivstovuni hjá tíð- indastovuni Reuters í kinesiska høvuðs- staðnum Beijing, fingu ein óvanligan gest fyrradagin. BUMBUHÓTTAN Árni Joensen Ein maður, sum segði seg vera vápnaðan við einari bumbu, tók seg mikudagin inn á skrivstovuna hjá tíð- indastovuni Reuters í Beij- ing. Har tók hann fimm fólk gíslar. Maðurin kravdi, at tíð- indafólkini skuldu spyrja seg um korrupsjón í kines- isku umsitingini. Hann var í dimmum jakka og sól- brillum. Frammanfyri hevði hann eina tasku. Úr taskuni gingu nakrir leidn- ingar, og í aðrari hondini hevði hann eitt tól við einum reyðum knøtti, sum hann hótti við at trýsta á. - Eg geri hetta fyri rætt- vísisins søk, segði Fang Qinghui. Fýra tíðindafólk og ein kinesiskur myndamaður vóru á skristovuni, tá mað- urin kom hagar. Tveir tímar seinni sluppu tey út. Ein myndamaður lat sítt upp- tøkutól mala, meðan mað- urin tosaði um sínar trupul- leikar. - Leiðararnir eiga at virða, verja og elska arbeið- ararnar. Eg vil, at allur heimurin skal fáa at vita, hvussu svart Kina er, og hvussu korrupt landið er, segði Fang Qinghui, meðan tólið tók upp. Seinastu dagarnar hevur kinesiski kommunista- flokkurin hildið landsfund, har júst korrupsjón var eitt av teimum stóru evnunum. Hótti tíðindafólk við bumbu - Tit skulu spyrja meg, og eg skal greiða tykkum frá, hvussu korruptir okkara myndugleikar eru, segði Fang Qinghui, meðan hann hóttandi legði fingurin á tann reyða knøttin. Tað heldur ovastin fyri teimum bretsku herdeildunum við Persaflógvan. IRAK-KREPPAN Árni Joensen: Saddam Hussein hevur sett sær fyri, at hermenn hans- ara skulu verja hvørt gøtu- horn og hvørja gøtu í høv- uðsstaðnum Bagdad, leypa amerikanarar og bretar á Irak. Tað sigur Brian Bur- ridge, marskálkur, sum er ovasti fyri teimum bretsku hermonnunum, sum eru í økinum við Persaflógvan. - Hann hevur sett ær fyri, at Bagdad skal gerast ein nýggjur Stalingrad. Tað er eingin ivi um um tað, sigur Brian Burridge við blaðið The Times. Hetta er hans- ara fyrsta blaðsamrøða, síð- ani hann tók við sum ovasti hjá bretsku hermonnunum við Persaflógvan. Undir seinna heimsbar- daga gjørdist Stalingrad ímyndin av sovjetskum áhaldni. Bardagarnir um býin vardu í tríggjar mán- aðir, og tá avtornaði, høvdu meiri enn ein millión sov- jetskir og meiri enn 200.000 týskir hermenn latið lív. Sambært bretska herov- astanum hava fregnartæn- asturnar fingið fatur á upp- lýsingum, sum benda á, at irakar hava skipað tveir verjugarðar um allan Bag- dad. Umleið 40.000 her- menn úr serligu tjóðarhirð- ini hjá Saddam Hussein hava fingið sær støð her. Harafturat hava irakar skip- að ein verjugarð inni í sjálv- um Bagdad, og sambært bretska herovastanum hava einir 20.000 servandir her- menn hjá tjóðarhirðini støð við hendan verjugarðin. - Ætlan teirra er at fáa bardagarnar inn í býin og gøturnar, sigur Brian Bur- ridge, sum kortini sigur seg ivast í, at bardagin um Bag- dad verður mann ímóti manni. Bagdad kann enda sum ein nýggjur Stalingrad Ein vøkstur upp á 29%, eitt avlop upp á 3,1 mió kr og egin- pening upp á 114 mió krónur. Hetta er tølini hjá Trygd, ið leiðsla felagsins heldur vera nøktandi TRYGGING Eirikur Lindenskov – Sjálvt um hørð kapping aftur í ár hevur verið á tryggingarmarknaðinum, so hevur Trygd aftur í 2002 havt vøkstur í tryggingun- um, siga Christian C. Niel- sen, stjóri og Jørn Astrup Hansen, nevndarformaður. Tryggingarfelagið Trygd hevði aðalfund týsdagin, har roknskapurin fyri 2003 varð samtyktur. Ein rokn- skapur, sum vísir eina brutto tryggingarinntøku upp á 41,4 milliónir krónur. henda inntøka er vaksin úr 32,1 mió kr í 2001 upp í 41,4 mió kr í 2002. – Hetta er in vøkstur upp á 29%, sum má metast at verða nøktandi, siga teir. Hóast hørðu kappingina á tryggingarmarknaðinum í 2002, hevði Trygd nøktandi úrslit av flestu tryggingar- greinum sínum í 2002. Fleiri stórir skaðar tyngdu tó sjóvátrygging felagsins, og samlaða tryggingartekn- iska úrslitið gjørdist sostatt eitt hall upp á 700.000 krónur. Úrslitið av íløguvirksemi felagsins gjørdist eitt avlop upp á 4,5 mió kr, og úrslitið av vanliga rakstrinum áðr- enn skatt fyri 2002 er so- statt eitt avlop upp á 3,8 mió kr. Skattur av ársúrslitinum er 744.000 krónur, og úr- slitið hjá Trygd eftir skatt fyri 2002 gjørdist sostatt eitt avlop upp á 3,1 mió krónur. Eginpeningurin hjá Trygd var við árslok 2002 114 mió krónur. Trygt framá hjá Trygd Christian C. Nielsen, stjóri í Trygd, uttan fyri høli felags- ins í gamla Sjóvinnubanka- bygninginum í Gongini í Havn Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 3 2