hósdagur 13. mars 2003síða 3
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 50 - 13. mars 2003
Nr. 50 - 13. mars 2003
5
Norskir toskaalarar
eru ímóti, at prís-
reglurnar í Ráfiska-
lógini eisini skulu
fevna um aldan tosk
NOREG
Vilmund Jacobsen
Seinastu tíðina hevur nógv
verið frammi í Noregi um
aldan tosk og um, hvussu
gongst við hesi aling, søl-
uni og øðrum viðurskiftum
í hesum sambandi.
Metprísur
Fyri jól fekk norska fyri-
tøkan, Villa Cod Farm,
heilar 43 norskar krónur í
miðal fyri 12 tons av aldum
toski. Fiskurin, sum varð
sendur á marknaðin, var av-
høvdaður, sløgdur, ísaður
og pakkaður í kassar.
Útflutningsfeløgini, Pan
Marine og Terra Seafood,
seldu fiskin fyri framleið-
aran. Fiskurin fór til keyp-
arar í Fraklandi, har hann
skuldi etast á nýggjárinum.
Í Noregi verður sagt, at
orsøkin til høga prísin, var,
at torført var at fáa fatur á
villum toski, samstundis
sum lítið var til av tøkufør-
um alitoski.
Toskur, sum vigar meira
enn 3 kilo, er tann dýrasti á
marknaðinum, og lítið er til
av hesum fiski í norsku ali-
ringunum.
- Vit rokna ikki við so
høgum prísum aftur, men
einar 30 krónur í miðal fyri
kilo, vænta vit at fáa, sigur
Johan E. Andreassen, Villa
Cod Farm.
Hvussu nógv lá eftir hjá
alibrúkinum við hesi søl-
uni, veit Johan ikki at siga.
- Hetta hava vit ikki rokn-
að uppá, sigur hann við
norsk bløð.
Toskur og laksur
Villa Cod Farm keypti
toskayngulin frá støðini,
sum norska Havgransking-
arráðið hevur, fyri 13 krón-
ur stykkið.
Í dag hevur felagið
35.000 toskar í aliringum á
sjónum. Fiskurin verður
væntandi tøkuførur um eitt
ár ella so.
- Kemur prísurin á ynguli
á sama støði, sum prísurin á
laksasmolti, megna vit at
framleiða toskin líka so bí-
liga sum laksin, sigur
Johan.
Í Noregi hevur verið
frammi at leggja søluna av
aldum toski undir prísregl-
urnar, sum eru galdandi í
Ráfiskalógini, men hesum
er norski toskaalarin harð-
liga ímóti.
Uppskotið fallið
- Tað er bara ein lítil partur
av alda toskinum, sum fer
út á feskfiskamarknaðin. Tí
fer hesin fiskurin ikki at
skaða marknaðin fyri villan
tosk, sigur hann.
Norska stórtingið hevur
atkvøtt um eitt uppskot,
sum hevur til endamáls at
leggja søluna av alitoski
undir prísreglurnar í Rá-
fiskalógini, men uppskotið
er fyribils fallið í tinginum.
Fekk 43 krónur fyri kg. av aldum toski
Føroyingar ala eisini tosk. Í
einum seinni blaði fer
Sosialurin at kanna, hvussu
gongur við hesum
Í samband við fiski-
vinnustevnuna, sum
verður í Runavík um
mánaðarskiftið,
apríl/mai, hevur
nýggi fiskimálaráð-
harrin, Jákup Vester-
gaard, bjóðað fleiri
týðandi monnum til
Føroya
INNBJÓÐING
Vilmund Jacobsen
Innbjóðingin er send, men
enn eru eingi svar komin
uttan úr heimi.
Tað ljóðar næstan, sum
ein apríl-søga, men sonn er
hon; tað er vist.
Nýggi fiskimálaráðharr-
in, Jákup Vestergaard, hev-
ur bjóðað fleiri týðandi
monnum til Føroya í sam-
band við stóru fiskivinnu-
stevnuna, sum verður í
Runavík í døgunum, 29.
apríl til 1. mai.
Jákup hevur nevniliga
sent innbjóðing til fiski-
málaráðharrarnar í Íslandi,
Grønlandi, Noregi, Kan-
ada, Ruslandi og Chili.
Haraftrat er fiskivinnu-
kommiserurin
hjá
ES,
Frans Fischler, boðin higar
til lands.
Sum skilst, er endaliga
skráin fyri fundin, sum ætl-
andi verður umborð á
nýggju Norrønu, 28. apríl,
ikki løgd enn.
Eingi svar
Í Fiskimálastýrinum siga
tey, at innbjóðingin nýliga
er send, men enn duga tey
ikki at siga, hvør fer at taka
av henni.
Tá ið fiskivinnustevnan
verður, fer nýggja Norrøna
at liggja í Saltangará sum
hotel-skip. So, karmarnir
um hendan fundin, kunnu
neyvan verða betur.
Hugsandi er, at Jákup
Vestergaard ætlar, at fund-
urin millum hesar høgu
harrar í fyrsta lagi skal
snúgva seg um viðurskifti
av felags áhuga.
Og hesi viðurskifti kunnu
fevna víða, tó í fyrsta lagi
um fiskivinnumál.
Fiskimálaráðharrin bjóðar høgum harrum
til Føroya
Jákup Vestergaard hevur
bjóðað fiskimálaráðharr-
unum í Íslandi, Grønlandi,
Noregi, Ruslandi, Kanada og
Chili til Føroya. Innbjóðing
er eisini farin til ES-kommis-
eri n í fiskivinnumálum,
Frans Fischler
Høgni eigur avgerðina
Løgmaður vísir til
Høgna Hoydal at
avgera lagnuna hjá
nýggja landsantikv-
arinum. Sum støðan
er nú byrjar Steffen
Stummann Hansen í
starvinum mána-
dagin
SETAN
Heri á Rógvi
Málið um nýggja lands-
antikvarin hevur higartil
kostað einum landsstýris-
manni sessin, nógv rok og
skriving í bløðunum og nú
møguliga samgongusam-
starvið.
Hvør verður so stjóri fyri
Føroya Fornminnissavn?
Mánadagin stendur Steffen
Stummann Hansen uttan
fyri Føroya Fornminnis-
savn í Hoyvík klárur at taka
við starvinum sum landsan-
tikvarur.
Starvsfólkini á stovnin-
um hava fleiri ferðir gjørt
vart við, at tey ikki ynskja,
at Steffen Stummann Han-
sen tekur við starvinum
sum landsantikvarur, tí set-
anin skal ógildast, og søkt
eigur at verða av nýggjum.
Somuleiðis hevur Magist-
arafelagið fleiri ferðir heitt
á myndugleikarnar um at
ógilda setanina.
Men bólturin liggur hjá
Høgna Hoydal, virkandi
landsstýrismanni í menta-
málum. Hetta ger løgmaður
eisini greitt, tá hann verður
spurdur um málið.
Fyrisitingarlig avgerð
Bæði løgmaður, Anfinn
Kallsberg, og varaløgmað-
ur vóru staddir í Norður-
landahúsinum á grundlóg-
arráðstevnu mikumorgun-
in, tá vit fingu fatur á teim-
um.
Mikumorgunin
var
Høgni Hoydal ikki heilt
liðugur at gjøgnumganga
málið, men tað vantaði lítið
í, og hann skuldi eftir ætlan
vera klárur við einari niður-
støðu seinni mikudagin ella
hósdagin.
Løgmaður sigur um mál-
ið, at hann við at loysa
Annlis
Bjarkhamar
úr
starvi tók eina politiska av-
gerð, men sjálv starvssetan-
in var ein fyrisitingarlig av-
gerð. Ein fyrisitingarlig av-
gerð fær sjálvsagt nakrar
fylgjur, men kann broytast
við einari nýggjari fyrisit-
ingarligari avgerð.
Sum støðan er nú kemur
Steffen Stummann Hansen
til landið mánadagin og
tekur við starvinum sum
landsantikvarur. Løgmaður
vil ikki siga, hvat hann hev-
ur sagt við Høgna Hoydal í
sambandi við setanina, og
hann vil heldur ikki greitt
siga, hvørt hann ynskir og
heldur tað vera rætt, at
starvssetanin
verður
ógildað ella ei.
– Eg havi gjørt greitt í
skrivinum til Annlis Bjark-
hamar, at eg ikki metti, at
málið var handfarið nóg
væl fyrisitingarliga, og
hetta er tað, eg havi at siga
um málið, sigur Anfinn
Kallsberg, løgmaður.
Ì skrivinum til Annlis
Bjarkhamar segði løgmað-
ur millum annað:
»Grundað á gjøgnum-
gongd av skjølunum í mál-
inum um at seta landsan-
tikvar meti eg, at fleiri við-
urskifti eru, sum benda á, at
málið er ikki handfarið á
nøktandi hátt, og at tað av
røttum er sáddur ivi um
embætisførslu tína í hesum
sambandi.«
Aðra viðmerking vil løg-
maður ikki gera, og hann
visir á, at málið liggur hjá
Høgna Hoydal.
Sjálvur
hevur
Høgni
Hoydal í skrivandi stund
heldur ikki tær nógvu við-
merkingarnar í skrivandi
stund. Hann vísir á, at
Steffen Stummann Hansen
er settur, og hetta er einki
gjørt við.
Sum støðan er nú bendir
alt á, at starvsfólkið á Forn-
minnissavninum og øll
onnur mánadagin mugu
finna seg í at fáa ein nýggj-
an stjóra.
Meira verður væntandi at
frætta um málið í Sosialin-
um í morgin.
Steffen Stummann Hansen
tekur eftir ætlan við sum
landsantikvarur mánadagin,
og nógv bendir á, at henda
avgerð stendur við.
Vestmenningar hava
sum teir fyrstu fingið
møguleikan at nýta
flat rate, sum gevur
óavmarkaða nýtslu á
alnetinum
ALNET
Heri á Rógvi
Flat rate er eitt hugtak,
føroyingar eftir øllum at
døma fara at koma at kenna
betri og betri næstu tíðina.
Flat rate alnetsamband er
eitt hugtak, sum er nógv at
hoyra uttanlands, og tað
merkir skjótt og fast inter-
netsamband, har goldin
verður ein prísur fyri haldið
- líkamikið, hvussu nógv
verður tikið niður av net-
inum.
Vestmenningurin
vóru
teir fyrstu, ið fingu telefon-
samband, og tað er tí væl
møguliga søguliga rætt, at
hesi aftur sleppa at vera
pionerar við nýggja alnet-
sambandinum.
Hetta heldur í øllum
førum Rasmus Magnussen,
stjóri fyri El og Tele.
Hendan fyritøkan er farin
undir at bjóða alnetsam-
band umvegis fylgisvein,
har sloppið verður undan at
fara undir jørðina og harvið
verður sloppið heilt undan
kervinum hjá Føroya Tele.
Tað er eitt sindur síðani, at
El og Tele almannakunn-
gjørdi, at teir almannakunn-
gjørda, at teir høvdu gjørt
eina avtala, ið gav teimum
møguleikan at vera eina-
umboð fyri framkomna út-
gerð alnetsamband umvegis
fylgisvein. Signalið úr Før-
oyum verður sent upp til ein
fylgisvein og verður tikið
niður aftur í Týsklandi.
Hetta er fyrsta ítøkiliga
prosjektið, og Rasmus letur
sjálvir ógvuliga væl at.
– Nú hava vit valt at
royndarkoyra skipanina, og
vit ætla at fara at bjóða
hetta út aðrastaðni í Føroy-
um, tá tíðin er búgvin. Hig-
artil hevur alt gingið ógvu-
liga væl, og fólk læta væl
at, sigur Rasmus Magnus-
sen.
Talan er um flat rate sam-
band, sum merkir óavmark-
að nýtsla. Higartil hava flest
øll við føstum sambandi við
alnetið goldið fyri hvørt
megabeit, tey hava tikið
niður av netinum.
Við flat rate er hendan
tíðin farin. Goldin verður
ein prísur um mánaðin, og
so er bara at surfa, down-
loada og tjatta so nógv ein-
um lystir.
Vestmenningar
skulu
gjalda 2.950 kr. fyri at
binda seg í hjá El og Tele,
og mánaðarligi kostnaðurin
er frá 395 til 595 kr. – alt
eftir, hvussu nógva ferð,
fólk ynskja.
– Hesir prísirnir eru á
leið teir somu, sum verða
bjóðaðir út í Danmark og
aðrastaðni, sigur Rasmus
Magnussen.
Sum eitt dømi kunnu vit
nevna, at fyri 495 krónur
um mánaðin ella 5.940 kr.
árliga ber til at download
umleið tíggju ferðir skjótari
enn vanliga uppringda sam-
bandið. Og tú kanst hála
óavmarkað nógv niður av
netinum.
Ùtgerðin er ein lítil para-
skál – 30 cm í tvørmáti –
sum verður fest á húsini, og
síðani verður bundin bein-
leiðis í telduna umvegis
eina boks. Neyðugt er eis-
ini við firewall fyri at
tryggja. Kostnaðurin fyri
ein tílíkan er ógvuliga
ymiskur.
Ikki heilt frítt
Ein kann so freistast til at
hugsa, at nú er bara at seta
telduna
at
downloada
óendaliga nógv allatíðina,
men El og Tele ætlar at av-
marka ferðina á ávísum
fílasløgum – mp3, filmar
osfr.
– Sita fólk og downloada
fleiri filmar samstundis, so
endar hetta bara við at
blokera netið, sostatt mugu
vit avmarka, sigur Rasmus
Magnussen.
Flat rate í Vestmanna
Í Vestmanna kunnu tey
downloada so galið tey vilja.
Og alt verður gjørt loftvegis.
Seinni verður hendan tæn-
astan eisini boðin út aðra-
staðni í Føroyum.
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
5
4