Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-03-13, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. mars 2003síða 4

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 50 - 13. mars 2003 Nr. 50 - 13. mars 2003 7 Sjálvsavgerðarrættur- in hjá tjóðum er ikki ein moydómur, sum ongantíð kemur aftur, um hann er brúktur. Tað gjørdi Dr. Chim- ene Keitner greitt, tá hon legði síni sjónar- mið fram á Grund- lógarráðstevnuni. Eitt val um ríkisrættarligu støðuna er ikki enda- ligt, tí tað kann broyt- ast seinni, sigur hon. Ein frælsur felags- skapur er ein góð fyrimynd hjá føroy- ingum, tí hann gevur víðfevndar møguleik- ar, uttan at nakað er spælt av hondum GRUNDLÓG Ingi Rasmussen Sjálvsavgerðarrætturin er ómissandi. Hann verður ikki uppbrúktur og harvið mistur, um føroyingar gera av at gera eina skipan, sum liggur onkustaðni ímillum fullveldi og verandi støðu. Tað sigur Dr. Chimene Keitner, sum fyrrapartin mikudagin helt áhuga- verdan fyrilestur á stóru altjóða grundlógaráðstevn- uni í Norðurlandahúsinum. Tað er greitt, at føroying- ar eru ein tjóð við sjálvsav- gerðarrætti. Tað merkir, at føroyingar sjálvir kunnu gera av, hvørji ríkisrættarlig viðurskifti vit vilja hava. Um vit vilja hava fult sjálv- stýri ella okkurt annað. Tað siga eisini allir politisku flokkarnir í Føroyum. Men síðstu árini hevur tað verið ein óloysiligur knútur, at ósemja er um, hvussu sjálvsavgerðarrætturin kann brúkast. Ómissandi rættur Stóru samgonguflokkarnir hava síðan 1998 ført fram, at verður sjálvsavgerðar- rætturin brúktur til eina skipan, har Føroyar onkurs- vegna eru partar av Dan- mark, so er vandi fyri, at hann er brúktur og kann ikki brúkast aftur. So eru Føroyar endaliga limaðar inn í Danmark. Tað var eis- ini út frá hesum sjónarmiði, at løgmaður avblásti frá- boðaðu fólkaatkvøðuna, tí hann óttaðist útlitini. Dr. Chimene Keitner vís- ir hesum aftur. Hon er ser- frøðingur í altjóða løgfrøði við serligum atliti til tjóð- skaparligan sjálvsavgerðar- rætt. Hon hevur titlar frá Yale og Oxford, starvast í løtuni við Supreme Court of Canada og hevur eitt nú verið partur av grønlendsku sjálvstýristilgongdini. Chimene Keitner greiðir frá, at tankin um, at sjálvs- avgerðarrætturin bert kann brúkast einaferð, stavar frá 60-árunum, tá hjálond fingu høvi at velja millum samband og loysing frá yvirvaldinum. Men tann tankagongdin er ikki til longur. – Um tit velja eina aðra skipan enn fullveldi, skulu tit bara gera greitt, at tit ikki hava spælt tykkum av við sjálvsavgerðarrættin. Hóast tit velja verandi støðu, skulu tit boða frá, at hetta er bert fyri nú. So leingi tað verður gjørt klárt, kann ongin koma aftur um aftur og siga, at tit hava valt. Sjálvsavgerðarrættur- in má ikki trýsta tykkum til at taka eina avgerð nú, sum tit ikki eru búgvin til, sigur Chimene Keitner. Bluff-nummar Samráðingarnar millum donsku stjórnina og lands- stýri slitnaðu, tí danir ikki vildu viðurkenna føroying- ar sum tjóð við sjálvsav- gerðarrætti. Hvat nú, um danir føra konservativa sjónarmiðið fram móti før- oyingum, at sjálvsavgerðar- rætturin er brúktur, tá vit hava tikið eina støðu? spurdi Sosialurin Chimene Keitner. – Hatta er eitt trupult øki, tí tað er ivasamt, hvat er loyvt sambært altjóða rætti. Hevur USA loyvi at bumba Irak, fyri at taka eitt Sjálvsavgerðarrættur er ongin jomfrú Sjálvs- avgerð er sjálvsøgd Serfrøðingar halda, at tíðin er farin frá kjakinum um, hvørt føroyingar eru tjóð við sjálvsavgerðar- rætti. Kjakið eigur at snúgva seg um innihald SJÁLVSTÝRI Ingi Rasmussen Tað er ongin ivi um, at føroyingar eru tjóð við sjálvsavgerðarrætti. Tað er greiða støðan á Grundlógaráðstevnuni, sum leikar í Norður- landahúsinum. Sagt verður annars, at samráðingarnar millum Føroyar og Danmark um fullveldi slitnaðu, tí danska stjórnin ikki vildi svara, um føroy- ingar eru tjóð við teimum altjóða rættind- um, sum fylgja við. Men tað er ongin ivi um, sambært teimum al- tjóða serfrøðingum, ið vitja Føroyar. Rætturin til sjálvsav- gerð hevur verið nógv frammi í londum, sum hava kravt sjálvstýri. Men sambært Dr. Chim- ene Keitner hava føroy- ingar ein landafrøðilig- an fyrimun. – Føroyar eru leysar av øðrum geografiskt. Før- oyingar eru eitt egið fólk, við egnum málið og mentan, so hatta er ein spurningur, sum tit eru komin forbí. Tit eiga heldur at kjakast um innihald. Hvat tit ætla at brúka tykkara sjálvav- gerðarrætt til, sigur Chimene Keitner. Íslendsku professarar- nir Sigurður Líndal og Eirikur Thomasson eru líka avgjørdir sum Dr. Keitner. – Føroyingar eru eitt annað fólk enn tað danska og hava egið mál og egna mentan. Søgu- liga hava Føroyar verið serskilt land við rættind- um, sum í ávísan mun hava verið óheft av danska ríkum. Sæð út frá hesum er ongin ivi um, at føroyingar hava tey rættindi, sum tjóðir hava til sjálvsavgerð, hóast teir eru undir donsku grundlógini, sigur Eirikur Thomasen, professari. Sjálvsavgerðarrætturin snýr seg millum annað um, hvørt eitt fólk hevur rætt sjálvt at gera av, hvørja ríkisrættarliga støðu tað vil hava. ekstremt dømi. Tað er ein spurningur um umdømi. Um Danmark noktar at við- urkenna tykkara sjálvsav- gerðarrætt undir samráð- ingum, so trúgvi eg, at tað er eitt bluff-nummar. Tað hevði skatt teirra umdømi almikið, og tit eiga ikki at góðtaka eitt slíkt sjónar- mið. Tað týdningarmesta er, hvat tit sjálv vilja við tykkara landi, sigur Chim- ene Keitner. Nógvir møguleikar Frælsur felagsskapur stóð ovast á skránni, tá fullv- eldissamgongan fór til samráðingar við Danmark í undanfarna valskeiði. Og tað er eisini hesa loysn, sum Chimene Keitner er talskvinna fyri. Hon vísir á, at ein frælsur felagsskapur letur upp fyri einari rúgvu av møguleikum, ið røkka líka frá sambandi til fullveldi. Danska sjónarmið er, at valdið yvir Føroyum er latið føroyingum at umsita av dønum. Chimene Keitn- er mælir til at venda hetta á høvdið, tí valdið kemur frá føroyska fólkinum. – Tit hava vald at ráða, og ein frælsur felagsskapur snýr seg um, hvat tit vilja lata dønum at ráða fyri tykkum, sigur hon. Frælsur felagsskapur er ein áhugaverd loysn fyri føroyingar, staðfestir Chimene Keitner, sum tykist at hava sett seg væl inn í føroysk viðurskifti. – Frælsur felagsskapur er áhugaverdur, tí tú kanst bæði vera ST-limaland og samstundis hava samband við ein størri stat. Tað gevur víðar møguleikar. Tað er heldur ikki neyðugt at gera alt av beinanvegin, tí tað er onki galið við at lata møgu- leikar standa opnar til aðrar tíðir, sigur Chimene Keitner. Alt er kortini ein spurn- ingur um samráðingar, við- gongur hon. Men hava før- oyingar á einum breiðum grundarlagi gjørt sær sína støðu greiða, standa teir sterkir. Hans Pauli Strøm: Lat grundlógarnevnd orða ta tjóðskaparligu semjuna Skal ein grundlóg skrivast fyri Føroyar mugu vit vita, hvørja stjórnarskipan hon skal vera grundlóg fyri.Annars rennur arbeiðið út í sandin. Tað heldur Hans Pauli Strøm, fyrr- verandi limur í Grundlógarnevndini. Hann skýtir tískil upp, at grundlógar- nevndin fær uppgáv- una at finna ta breiðu semjuna, sum ongan- tíð fekst politiskt GRUNDLÓG Ingi Rasmussen Tá nýggja Grundlógar- nevndin fer til verka eigur at vera skipað soleiðis fyri, at hon fær til uppgávu at orða eina semju í sjálv- stýrismálinum. Tað heldur Hans Pauli Strøm, skrivari í Javnaðar- flokkinum. Hann var ein íðin luttakari í Grundlógar- nevndini, sum sat síðsta valskeið. Men av tí at Hans Pauli Strøm fall á løgtings- valinum í fjør, verður hann ikki partur av nýggju nevndini, tí hon er bara mannað við fólkavaldum politikarum og embætis- fólkum. Fyriskipararnir hava kortini bjóðað Hans Pauli Strøm at vera røðari á grundlógarráðstevnuni, sum í hesum døgum leikar á í Norðurlandahúsinum, netupp tí hann hevur sýnt evninum serligan áhuga. Nýggjan leist Hans Pauli Strøm kennir sostatt væl til grundlógar- arbeiðið, sum gongur á fjórða árið. Og nú ein nýggj grundlógarnevnd skjótt fer til verka, vónar hann ikki, at hon heldur fram í sama sporinum sum tann undan- farna. Tí so er vandi fyri, at onki spyrst burturúr. – Hví kom hin fyrra nevndin ikki til eitt úrslit av arbeiði sínum? Tí ongin greiða var um tær polit- isku fyritreytinar, tað vil siga tær stjórnarligu fyri- treytirnar. Men skilið er framvegis tað sama. Polit- isku umstøðurnar eru broyttar, men bert so at stjórnarligu fyritreytirnar eru uppaftur ógreiðari enn hjá tí fyrru nevndini, sigur Hans Pauli Strøm. Hann setir spurnartekn við, hvørja stjórnarskipan ein nýggj grundlóg skal vera fyri. Fyri einum heimastýri? Ella fyri full- veldi? Hvørki er semja um. Ella skal ein grundlóg orðast í einari ókendari framtíðarstøðu? Hans Pauli Strøm svarar sjálvur. At søkja semjuna Grundlógarnevndin skal gerast staðið, har partarnir nærkast einari semju í tjóðskaparspurninginum. – Eg skjóti upp, at grundlógarnevndin í stað- in fyri at gerast eitt nýtt forum fyri tjóðskaparlig- um klandri, fær høvuðs- uppgávuna at orða ta tjóð- skaparligu semjuna. Latið grundlógarnevndina sjálva orða sín arbeiðssetning og broyta hann, so at upp- gávan eisini verður at orða eitt uppskot til eitt statsrættarligt valdsbýti og eina stjórnarskipan, sum ein breið tjóðskaparlig semja kann fáast um, sigur Hans Pauli Strøm. Uttan eina semju um, hvat fyri eina stjórnarskip- an grundlógin skal vera grundlóg fyri, ber illa til at gera endaligar orðingar í grundlógina. At finna ta tjóðskaparligu semjuna um hetta, er tann veruliga uppgávan hjá Grundlógar- nevndini, heldur Hans Pauli Strøm. Møguleiki skuldi verið fyri, at veita rúmd fyri sjón- armiðinum hjá Hans Paula Strøm, tí landsstýrismaður- in við lógarmálum, Høgni Hoydal, hevur eftir tilmæli frá Javnaðarflokkinum orð- að nýggja uppskotið soleið- is, at nevndin sjálv orðar ar- beiðssetningin. Uppsøgn gjørlig Vinnur uppskotið hjá Hans Paula Strøm frama, so er spurningurin sjálvandi, hvørja skipan føroyingar kunnu semjast um. Tí har hevur stóri knúturin verið higartil. Skal tað vera heim- astýri, sjálvstýrilóg ella frælsur felagsskapur við Danmark er gjøgnumtaglað og tannlað síðstu árini. Tí kann tað gerast av- gerandi, heldur Hans Pauli Strøm, at grundlógin inni- heldur eina greiða manna- gongd, sum skal fylgjast, um vit seinni vilja fara úr hesari stjórnarskipan yvir í eina aðra. Ein uppsøgn skal vera gjørlig. Chimene Keitner, altjóða serfrøðingur í sjálvs- avgerðarrætti, skjeyt hol í próvgrundirnar ímóti at velja skipanir, sum liggja millum verandi skipan og fullveldi. Sjálvsavgerðar- rætturin kann ikki missast í allar tíðir, fyri tað um ein skipan verður vald nú Mynd: Jens K. Vang C M Y K 7 6