Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-03-13, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. mars 2003síða 5

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 50 - 13. mars 2003 Nr. 50 - 13. mars 2003 9 Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Klaks- vík, hevur sett ein stýrisbólk, sum skal fyrireika Klaksvík til undirsjóvartunnilin. Bólkurin, sum longu eru farin til verka, skal viðgera fyrimunir og vansar við tunlinum TUNNIL Ingrid Bjarnastein Klaksvík: Fyrireikingarnar til Norðoyatunnilin eru so smátt farnar í gongd, og fyrsta stigið á leiðini eru longu tikið. Borgarstjórin í Føroya næststørsta býi, Steinbjørn Jacobsen, hevur sett ein stýrisbólk ella sum hann sjálvur eisini kallar tað, ein fyrireikingarbólk, sum skal fyrireika Klaksvík uppá at taka ímóti einum undir- sjóvartunli. – Eg havi valt eitt umboð fyri hvørja grein av málum her í býnum. Tað verið seg mentan, skúli, vinna, handil, ítrótt og so fram- vegis, sigur Steinbjørn Jac- obsen, sum sjálvur er for- maður í stýrisbólkinum. Neyðugt Stýrisbólkurin setir síðani nakrar undirbólkar, sum síðani skulu geva stýris- bólkinum upplýsingar, sum at enda ger eitt álit, sum kemur at viðgera fyrimunir og vansar við undirsjóvar- tunlinum. – Eg meti, at tað vera neyðugt, at fyrireik- ingarnar byrja longu. Eg skal ikki siga, at klaksvík- ingar ikki eru til reiðar at taka ímóti einum tunli, men vit kunnu væl verða betri fyrireikað, heldur borgar- stjórin. Fyrsti undirbólkurin, sum er stovnaður, er tann, sum eitur mentan og frítíð. Tey fara nú fyrsta dagin til verka, og helst verður byrj- að við einum stórfundi. Stýrisbólkurin hevur sett ein samskipara av hesum økinum. – Mentan og frítíð skal fyrst upp at koyra. Eg meti ikki, at vit hava nóg nógv tilboð til at halda uppá ungdómin her norðuri, og tí er hetta fyrsti bólkurin, sum fer í gongd. Ætlanin er so leypandi at seta fleiri bólk- ar í gongd við einum mill- umbili av umleið einum mánaði, soleiðis, at alt ikki kemur upp at kóka í senn, greiðir Steinbjørn Jacobsen frá. Tá bólkurin, sum umboð- ar mentan og frítíð er kom- in upp at koyra, so fer ein annar bólkur í gongd. Tað kundi til dømis verið tann, sum umboðar handilslívið ella møguliga skúlaøkið. Avbjóðing Steinbjørn Jacobsen ásann- ar, at ein undirsjóvartunnil er ein stór avbjóðing fyri Klaksvík. – Vit eiga at fyrireika fólk uppá at koma til Klaksvíkar. Eg eri ikki bangin fyri, at fólk fara at rýma úr býnum. Býurin fer helst at vaksa og fólk fara at hava tað betri her. Tí er tað neyðugt at verða væl fyri- reikað, sigur borgarstjórin, sum leggur afturat, at hetta er ein stór avbjóðing fyri handilslívið her norðuri og ikki minst ein stór avbjóð- ing fyri allan býin sum heild. Nógv hevur eisini verið samanlíknað við Ísland. – Vit hava samanlíknað okkum við Akranes á Íslandi tá tey fingu ein tunnil við Reykjavík. Akra- nes líkist rættiliga nógv Klaksvík, kanska bara tað, at tey hugsaðu mest um vinnuna. Í stýrisbólkinum, sum fyrireikar Klaksvík til undirsjóvartunnilin sita: Steinbjørn Jacobsen, for- maður, John Færø, skrivari, Rúni Heinesen, stjóri á Tekniska skúla, Eyðfinn Reyðberg, stjóri á Norðoya Sparikassa, Heri Ellings- gaard, umboðandi sjúkra- húsverkið, Eyðbjørn Poul- sen, umboðandi vinnulívið og Heri Hammer, býarverk- frøðingur. Ongin skipaður sjúkraflutningur er í Norðoyggjum. Hetta vil siga, at um okkurt álvarsamt hendir og veðrið ikki er til vildar fyri tyrluna at flúgva, so kann tað gerast trupult at fáa sjúklingin til Klaks- víkar á sjúkrahús frá eini av útoyggjunum, tí teir, ið arbeiða umborð á Strand- ferðsluskipunum hava onga skyldu til at røkja flutningin SJÚKRAFLUTNINGUR Ingrid Bjarnastein Norðoyggjar: Tær smærru norðoyggjarnar hava ongan skipaðan sjúkrahúsflutning. Tað vil siga, at um veðrið ikki er nóg gott til at tyrlan kann flúgva, so er ongin flutningur, sum gevur íbúgvunum á teimum oyggjunum, ið ikki hava fast samband við Borð- oynna, trygd fyri, at tey verða flutt á sjúkrahús, um okkurt skuldi hent. Frá smærru oyggjunum vita tey um fleiri dømi, har tað eisini hevur staðið um lív. Veðrið hevur verið ov ringt til tyrluna, og tí er strandfaraskipið, sum dagliga røkir hesa sigling til útoyggjarnar boðsent. Men av tí, at teir, ið starvast umborð á strandfaraskipunum ikki hava skyldu til at vera tøkir, so kann tað taka langa tíð áðrenn øll manningin er savnað, og hetta kann gerast ein stórur trupulleiki. – Vit hava ikki skyldu til at vera tøkir, men um okkurt hendir, so verður ringt til ein okkara, og so boðsenda vit restini av manningini, og tað kann vera torført, tá ein ikki veit, hvar allir eru, verður sagt av Másanum, sum røkir siglingina til Svínoyar. Tilkallivakt Sandoyggin hevur eina sokallaða tilkallivakt. Og ein var eisini um Vest- mannasund áðrenn undir- sjóvartunnilin kom. Men ongin tilkallivakt er í Norð- oyggjum. Páll Heinesen, starvs- fólkaleiðari á Strandfersðl- uni sigur, at ein tilkallivakt kostar umleið 3500 krónur fyri hvønn av manningini um mánaðin. Tilkallivaktin er frá tí, at skipið er farið úr regluligari sigling á kvøldið til tað skal sigla aftur um morgunin. Reglulig sigling vil siga sigling eftir ferðaætlanin. Um okkurt skuldi hent á miðjari nátt, hevur mann- ingin á Teistanum, sum siglir um Skopunarfjørð, skyldu til at vera tøk. Fyri hetta fáa teir eisini løn, sum er áljóðandi góðar 16 krón- ur um tíman yrkadagar og tað dupulta sunnu- og halgidagar. Og um farið verður til arbeiðis, fær manningin løn fyri fulla úrtíð. Norðoyggjar hava onga tilkallivakt. – Orsøkin til, at vit ikki hava nakra tilkallivakt er, at fyrr høvdu vit ein læknabát. Hesin báturin flutti antin læknan út til sjúklingin ella sjúklingin á sjúkrahúsið í Klaksvík, sigur Heri Ell- ingsgaard, stjóri á Klaks- víkar Sjúkrahúsi. – Hesin báturin varð seldur undir kreppuni, og síðani tá hava vit leigað antin speedbátar ella eitt av Strandferðsluskipunum um tað skuldi staðið á. Hann vísir á, at tað eru ikki nógvir tilburðir um árið talan er um, og hann ásannar, at við ongari til- kallivakt, kann tað til tíðir gerast trupult. – Tað koyrir av vælvild. Vit vita, at ein manning er altíð tøk her um náttina, tí teir skulu jú út aftur morgunin eftir. Til dømis tann, sum siglir við Másan- um. Teir eru í Klaksvík, tí teir skulu til arbeiðis dagin eftir, og tað sama er við Dúgvuni. Um teir so fara til arbeiðis í úrtíð, so fáa teir løn fyri tað, sigur sjúkra- hússtjórin. Men hann vil tó ikki svara uppá, um tað er nóg gott, at dúva uppá hetta. Tá spurt verður um nakar skipaður sjúkraflutningur ella tilkallivakt er í um- búnað, sigur Heri Ellings- gaard: – Tað er ein spurningur um, hvør skal taka stigið til tað. Eg haldi ikki, at tað er okkara ábyrgd, men heldur ábyrgdin liggur heldur hjá fakfelagnum hjá mann- ingini umborð. Fyrireika undisjóvartunnil: Ein avbjóðing fyri allan býin Sjúkraflutningur: Norðoyggjar við sviðusoð Ein stýrisbólkur er nú settur í Klaksvík, sum skal menna og fyrireika býin til undirsjóvartunnilin kemur Mynd: Finnur Justinussen Ongin skipaður sjúkraflutningur er í Norðoyggjum. Og ongin tilkallivakt er heldur í umbúnað, sambært stjóranum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, Hera Ellingsgaard. Henda myndin er tikin umborð á Másanum, sum siglir til Svínoyar, og hendan dagin var veðrið als ikki av tí ringasta Mynd: Álvur Haraldsen NØVN Í VIKUNI Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Pauli Nielsen 60 ár Í dag, 13. mars, fyllir Pauli Nielsen í Havn 60 ár. Pauli er ættaður úr Sandavági, sonur Mariannu Poulsen úr Nesinum, Vestmanna, og Vilhelm Nielsen, fyrrver- andi løgtingsmann, í Sandavági. Hann tók preliminer- prógv í Vestmanna í 1959 og læraraprógv í Havn í 1966. Seinni fór hann á Danmarks Lærerhøjskole at lesa uppalingarfrøði og tók cand. ped. prógv í 1975. Hann hevur eisini lisið føroyskt á Fróðskapar- setrinum og er útbúgvin skúlabókavørður. Frá 1959 var Pauli í 3 ár vikarur í Bø og Gásadali. Síðani fekk hann lærara- starv í Havn og hevur verið lærari í Kommunuskúlan- um, á Venjingarskúlanum, Læraraskúlanum, Støðisút- búgvingini, Fróðskapar- setrinum og Sjúkrasystra- skúlanum. Í 1988 tók hann við starvinum sum rektari á Læraraskúlanum og er framvegis í tí starvinum. Pauli hevur verið blað- stjóri á Glugganum eitt skifti og medblaðstjóri á Skúlablaðnum. Hann hevur eisini latið nógv annað skrivligt tilfar úr hondum, eitt nú umsetingar bæði í bundnum og óbundnum máli. Kendast munna hansara umsetingar av Ras- musi Tøpp og Dunnaldi Dunnu vera. Pauli er giftur við Hildur Patursson, dóttir Morið og Erlend Patursson í Kirkju- bø. Hann eigur børnini Vilhjálm, Elsu, Mariannu, Ólav, Tjóðhild og Bergtóru. Bárður Jákupsson 60 ár Á grækarismessu, miku- dagin 12. mars, fylti Bárð- ur Jákupsson í Havn 60 ár. Bárður er sonur Katrinu Malenu av Velbastað og Hans Jacob Jacobsen úr Skálavík, kanska betur kendur undir skaldanavn- inum Heðin Brú. Bárður tók studentsprógv í Havn í 1962 og var so á Askov í eitt ár. Hann tók læraraprógv í Hjørring í 1969 og gekk á Listarhá- skúlanum í Keypmanna- havn 1970-72. Heimafturkomin var hann lærari á Háskúlanum í 6 ár. Hann var eisini savns- lærari á Fornminnissavnin- um 1974-89 og blaðstjóri á tí sera væl umtókta forn- frøðiliga tíðarritinum Mondli 1975-90. Bárður fekk starv í Lista- skálanum í 1978 og var síðani leiðari á savninum í mong ár, til hann fór frá fyri kortum. Eisini hevur hann verið savnsleiðari fyri Listasavni Føroya síðani 1989. Hann er ein av okkara kendastu listar- monnum og ætlar í størri mun enn áður at halga seg málaraarbeiðinum, nú hann er farin úr starvi í Lista- skálanum. Hann hevur myndprýtt hópin av bókum og mong frímerki eisini. Haraftrat hevur hann skrivað nógv um list, m.a. eina bók um listarmannin Mikines. Í 1967 giftist Bárður við Hervør frá Gjógv, og tey eiga tríggjar synir: Róaldur 1974, Sveinur 1976 og Heðin 1980. 90 ár Í dag, 13. mars fyllir Sidonius Joensen á Skála 90 ár. Dagurin verður hildin leygardagin 15. mars í bygdar- salinum frá kl. 18.00. Demus Brimsvík 85 ár Leygardagin 8. mars fylti Nicodemus Brimsvík, van- liga nevndur Demus, 85 ár. Demus er føddur og upp- vaksin á Strondum. Sum ungur sigldi hann, og í 1949 fór hann at koyra hýruvogn í Havn. Hann koyrdi á Hotel Djurhuus hjá Mortan Simonsen. Í 1950/51 koyrdi á bilstøðini Taxa í Lucas Debesargøtu. Eftir tað sigldi hann í eini 10 ár við skonnartini Tinga- nes, og var hann við tá hon sakk í Grønlandi í 1963. Frá 1969-93 var hann húsavørður á Stranda Skúla og passaði svimjihylin. Demus giftist í 1951 við Elisabeth, vanliga nevnd Bette, f. Hammer, úr Hvalba. Tey eiga eingi børn, men Eli Brimsvík, f. Borðoy, kom til teirra sum 12 ára gamal. mg Svenning Reinert heiðraður Týsdagin, 11 mars, var móttøka hjá Færøernes Kommando í Mjørkadali, í sambandi við at Svenning Reinert vegformaður hevði 40 ára starvsdag. Nógv fólk nýttu høvið at heilsa uppá Svenning hendan dagin. Umframt gávur fekk hann diplom og persónligt bræv frá verjuovastanum. Á støðini í Mjørkadali og uppi á Sornfelli hevur eing- in fyrr verið so leingi í sama starvi. Svenning var 27 ára gamal tá hann 11. mars í 1963 byrjaði at ar- beiða hjá Flyvestationen Thorshavn, og nú er hann 67 ár. Fríggjadagurin 28. mars er seinasti arbeiðs- dagur hjá Svenning í Mjørkadali. Hann skal tó nokk fáa tíðina at ganga, hann hevur postin, ross, bát, gæs og seyð. mg Navnið á degnum í dag 13. mars: Macedonus, deyður umleið ár 300. Tikin av døgum saman við konuni Patriciu og dóttrini Modestu. Frá móttøkuni í Mjørkadali. f.v. stjórin fyri Færøernes Kommando, Jan T. Leisborch kommandørur, Mina Reinert, kona Svenning, og Svenning Reinert Mynd: Jens Kristian Vang Nicodemus Brimsvík á Strondum, vanliga nevndur Demus, fylti 85 ár 8. mars C M Y K 9 8