Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-03-13, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. mars 2003síða 6

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 50 - 13. mars 2003 Nr. 50 - 13. mars 2003 11 Nú grundlógarráðstevna er, og órógv er um fiskivinnu- politikkin tykist málið um landsantikvarin at fara í gloymibókina. Løgmaður tók eitt óvanligt og drastiskt stig, tá hann koyrdi landsstýriskvinnuna frá. Orsøkin var skeiv handfaring av setanini av landsantikvari. Tað lá so eisini í kortunum hjá løgmanni, at setanin tí eisini mátti ógildast. Tað vildi so eisini verið tann einasta rímuliga avleiðingin av skeivu handfaringini av hesi setan. Nú uppliva vit so eina tøgn og eina dragan út av málinum, ið tykist hava eittans endamál: at lata standa til. Her skal einki henda. Nýggi mentamálaráðharrin man neyvan hava nakra ætlan um at ógilda setanina og lata hana ganga um. Avgerandi spurningurin er, hvat varð avtalað, um nakað, tá løgmaður straks gekk við til at handa mentamálasessin til formann Tjóðveldisfloksins! Mundi løgmaður t.d. krevja, at hesin ógildaði setanina? Ella metti hann málið at vera avgreitt og góðtók harvið, at nýggi maðurin í mentamálasessinum einki gjørdi við málið? Umsøkjarin Símun Arge hevur gjørt var við seg. Starvs- fólkini hava gjørt vart við seg og somuleiðis fakfelagið. Men fyri hesi snúði málið seg ikki um at fáa eina landsstýriskvinnu frá. Tað snúði og snýr seg um at vaska talvuna reina og fara aftur til byrjanina, nevniliga at lýsa starvið leyst av nýggjum og harvið fáa eina sakliga og rætta viðgerð. Tí hesin spurningur til løgmann: var tað ikki eisini júst hetta tú vildi, tá tú fór inn í málið! Hetta er eitt løgið mál. Ein landsstýriskvinna verður koyrd, tí hon hevur brotið ein setanarpolitikk, og tí at ein umsøkjari til alment starv harvið er órættvíst viðfarin. Landsins hægsti maður fer uppí málið og biðjur landsstýriskvinnuna handfara málið rætt. Hon vendir deyva oyra til, og løgmaður koyrir hana. Løgmaður hevur sagt, at tað skal ruddast upp í málinum. Men er ruddað upp, nú tann órættvísa setanarviðgerðin stendur við! Er kjarnin í málinum ikki, at ein privatur borgari púra ósekur verður jarðlagdur í einum politiskum og hugsjónarligum myrkaspæli! Símin Arge hevur einki annað gjørt enn at svara upp á eina lýsing í bløðunum um eitt leyst starv at søkja. Tað vísir seg, at teksturin í hesi lýsing, sambart almannakunngjørdu skrivunum frá Magistarafelagnum til landsstýriskvinnuna, er ikki hann, ið verður brúktur sum endaligt setanargrundarlag, men at arbeitt verður við eini heilt aðrari útgreining av starvinum sum landsantikvarur. Men hesa útgreining fær ongin at síggja. Ikki fyrr enn í brævinum til Símin Arge um, at annar er settur í starvið, fær hesin at vita, hvørji tey veruligu krøvini eru. Tað er myrkaspæl við lít og ikki í tráð við sakliga viðgerð og mannagongd í eini almennari starvssetan. Er tað ikki júst hetta, sum løgmaður og nýggi mentamálaráðharrin eiga at fyrihalda seg til! Og í grundini er Stumman Hansen eisini illa fyrikomin í hesi løgnu málsviðgerð. Tosað hevur verið um óanstendiga framferð. Hvør hevur meira merkt til tað enn føroyski umsøkjarin, ið varð vrakaður á óhaldbarum grundarlag? Endar málið her, so má sigast, at løgmaður sjálvur hevur ofrað trúvirðið á sín egna setanarpolitikk fyri at fáa arbeiðsfrið í samgonguni, tí trupulleikin í málinum er framvegis ikki loystur ella rættaður. Hvat er tá vunnið! Einki. Bara tapt. Men sam- gonga og løgmaður kunnu halda fram. Er tað veruliga so galið, at ein órættvíst viðfarin borgari er ofraður fyri politiskan frið í samgonguni! DAGSINS MEINING Sosialurin Málið um landsantikvarin í gloymibókina VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Til løgtingsmenninar – serliga teir, ið hava sett seg fyri sjálvstýri Jógvan í Løðuni Tað plagar at verða sagt, at fær ein umsiting eini hús, so kann hon væl liva sítt egna lív har, bert hon fær eina árliga peningajáttan. Um tit halda fram á tí klandurskós, tit eru á nú, kann tað sama lættliga sigast um tykkum. Spurningurin er bara, um veljarin vil lata tykkum ein bygning í 50-100 millióna klassanum til tílíkt virk- semi. Hatta varð ein framtíð hjá dreinginum … Arnfinnur Thomassen studentaskúlalærari Tá ið nakrir unglingar eina- ferð í 1960 árunum fóru út í »Framtíðina« í Vági at spæla uppá, helt ein omma fyri við ommusonin: »Hatta varð ein framtíð hjá dreinginum …« Hesi orð renna mær í huga, nú miðnámsútbúgv- ingarnar í bløðum, sjón- varpi og útvarpi royna at tekkjast ungdóminum. Í grannalondum okkara fer ein stórur partur av teimum ungu undir Hf-, students- ella aðra mið- námsútbúgving. Tað verður hildið at vera alneyðugt, skulu tey ungu vera væl fyri at taka upp tær avbjóð- ingar, sum framtíðarsamfe- lagið setir. Sama gongd tykist vera í miðstaðar-Føroyum. Men, hvussu er støðan her suðuri á landi? Miðnámsskúlin í Suður- oy, sum skjótt hevur 30 ár á baki, hevur ikki so stóra undirtøku t.d. í Vági, sum ein kundi hildið. Er orsøkin kanska tey nógvu arbeiðstilboðini til ungdómin? Trokast fyritøkur og ar- beiðsgevarar um ungdóm- in? Nei, støðan er ein heilt onnur, tíverri. Tilboðini eru smáttfallandi! So mikið meira harmiligt er tað at síggja ungdómin ganga og mala fyri einki! Eg veit frá mær sjálvum, at tað (fyri 32 árum síðani) var ein fyritøka at fara í studentaskúla. Har hevði tú líkasum einki at gera … Tíðirnar eru broyttar og hugburðurin við. Men enn krevst, at tey ungu verða hildin til! Tað mugu okur ásanna – bæði sum foreldur og sum lærarar! Um nakrar mánaðir verður spaðin settur í til nýggja studentaskúlan í Suðuroy. Tað átti at verið ungdóminum til eggjan og íblástur – heldur enn eitt 11. ár heima á sofuni … SJÓNLEIKUR Tíðindi frá Grímu Fyrsta framførslan av Per Gúnt, sum leikbólkurin Gríma framførir í samband við 25 ára hátíðarhaldið, er útsett. Ætlanin var, at fram- førslan skuldi verða leyg- arkvøldið 15. mars, men vegna sjúku er framførslan útsett eina viku Per Gúnt útsettur Tað var trongligt á bókasavninum í Klaksvík týskvøldið, tá Eyðun Joensen, sálarfrøðingur, helt fyrilestur um strongd sum vinnusjúku. Um 200 fólk komu at lurta, og fleiri mátti rýma avstaðaftur, tí øll rúmtust ikki inni ARBEIÐI OG STRONGD Rúna Sivertsen Eyðun Joensen, sálafrøð- ingur, sigur, at tað var líka við, at hann sjálvur fekk strongd, tá hann týskvøldið skuldi halda fyrilestur um sama evni á Klaksvíkar Bókasavni. Nógv fleiri fólk vóru møtt, enn tað, ið tey, sum skipaðu fyri, høvdu roknað við. Tað gjørdi, at Eyðun ikki fekk hildið fyrilesturin soleiðis, sum hann hevði ætlað. Tað gjørdist ov trongligt inn, og tí fekk hann ikki brúkt alt tilfarið, hann hevði við sær, sum t.d. filmbrot og planchur. - Tað harmar meg, at so bleiv, tí klakvíkingar eiga nógv góð høli, sum ein slíkur fyrilestur kundi verið hildin í, sigur Eyðun. Hann sigur, at evnið um strongd er ógvuliga umfat- andi og tí eisini egnar seg betur at taka upp sum tema eina dag ella í minsta lagi einar 5 tímar. Stórt evni Tú fært ikki lýst eitt so stórt evnið nóg væl í einum stuttum fyrilestri uppá ein til tveir tímar, sigur sálar- frøðingurin. Men fólk, sum vóru til fyrilesturin siga, at tey fingu væl burturúr. Og fleiri nýttu eisini høvi at seta spurningar aftaná. Eyðun Joensen er føddur og uppvaksin í Klaksvík, og hann viðgekk, at hann hevði verið eitt sindur “ner- vøs” fyri at stíga fram sum profetur á egnari heimaleið, sum hann tók til. At enda í fyrilestri sínum kom sálafrøðingurin við góðum ráðum í samband við fyribyrging av strongd, sum hann setti upp í 5 punktum: - Hjá hvørjum einstøkum er neyðugt at kenna seg sjálvan uppá gott og ilt. - At sýna tær veiku síður- nar eins væl og tær sterku, er umráðandi. - Ásannan av, hvat vit megna og ikki megna, er alneyðug. - Málini, vit seta okkum sjálvum, mugu vera veru- leikanær. - Í góðari tíð at siga greitt frá, um byrðarnar vaksa upp um høvdið. Vit fara í ein grein seinni at viðgera nakað av tí, sum sálarfrøðingurin í sínum fyrilestri førdi fram. Til mín elskaða abba Óla Jóhan Láberg Nú tú foldum er farin frá, men tín kærleika vit eftir her hava hjá. Tú ein praktfullur abbi hevur verið, og tín kærleika her eftir eg beri. Tú her á foldum í langa tíð var, og nógvar trúgvar vinir fannt ær. Nú veit eg at tú tryggur í himinum er, og okkum leingist øllum eftir tær her. Skjótt aftur eg á tínum knæi siti, og vit práta um øll tey góðu minni. Sov trygt í Harrans navni, eg elski teg í allar ævir. Tín abbadóttir Karolina Stórur áhugi fyri fyrilestri um strongd Eyðun Joensen hevði fyrireik- að seg væl til fyrilesturin á bókasavninum í heimbygd síni, Klaksvík. Áhugin var stórur og nógv fleiri møttu enn roknað varð við. Tískil fekk sálarfrøðingurin ikki nýtt alt tilfarið, hann hevði við sær, tí umstøðurnar snøgt sagt ikki vóru til tað Mynd Rúna Sivertsen C M Y K 11 10 Internet Sosialur www.sosialurin.fo in